Wednesday, June 15, 2011

Mentanarval 201?


Sjálvt um val enn ikki er útskrivað, er valstríðið eyðsýnliga longu byrjað. Vit á listablogginum vóna, at hetta valstríðið fer at seta sjóneykuna á mentanina og vit vilja sjálvandi gera okkara til, at tað verður soleiðis. Tessvegna bjóða vit øllum politikarum frá øllum flokkum at senda okkum greinar og lesarabrøv, sum vit seta á bloggin óredigerað. Hetta er púra ókeypis. Einasta krav er, at tað skal snúgva seg um mentan og/ella list. Send tekstir til listinblog@gmail.com