Thursday, June 23, 2011

Longsti Dagur (og Vika) - fór agurk!

Hava tit nakrantíð lagt til merkis tær norðurlendsku sjónvarpssendingarnar, sum eru á skránni, tá mann bíðar eftir Degi og Viku? Tær eru norðurnorskar, suðursvenskar og onkuntíð meðalíslendskar og smásamiskar og snúgva seg um alt møguligt áhugavert sum norðurlendskar alkoholikarar ella ditto matuppskriftir og hunda- hesta ella havahald. Sendingin í dag snúði seg um havahald við denti á agurkur, serliga stuttar og langar, bogaðar slanguagurkur og óslættar upprunaagurkur. Hetta var nevniliga ein norðurlendskur agurkufjeppari, sum vísti okkum hvussu hann gjørdi salatagurk við og uttan myntu og persillu og hvussu hann bar seg at við at gera døguraagurkur, ella agurkusalat osfr. Og meðan greitt varð frá, var eitt øgiligt smaskarí av norðurlendska agurkufjepparanum, sum (tað segði hann fleiri ferðir) ELSKAR agurkur. Agurkin hevur annars eina tíð verið verri lýdd enn dreparatomatirnar á sinni. Orsakað av onkrum serliga vandamiklum colibakterium hava týskar agurkir ella bønaspírar ella okkurt annað elvt til álvarsliga nýrasjúku og fleiri fólk eru deyð. Nú er agurkupanikkurin av fyri fyrst uttan at nakar veit fyri vist júst hvat tað var, ið hendi og soleiðis er tað ofta við teimum ymsu panikkherðindunum, sum fjølmiðlarnir lata floyma yvir okkum. Portalurin er eyðsýniliga eisini við at fáa eyguni upp fyri hvussu umráðandi tað er við panikki og ræðuleikum og letur seg í alsamt størri mun inspirera av systematiskt fordummandi donskum netmiðlum sum BT og Ekstrabladet og tessvegna kunna vit á Portalinum lesa føroyskar týðingar av tíðindum um áhugaverdar hendingar í danska samfelagnum, sum yvirhøvur onga ávirkan ella týdning hava fyri okkum í Føroyum. Harumframt verða eisini horror-tíðindi týdd, altso serliga vemmilig tíðindi um fólk, sum eru hálshøgd og børn, sum eru misbrúkt og tey, sum hava keypt hús fult av slangum.

Áðurnevndi agurkufjepparin skuldi kanska búð í Føroyum. Føroyar eru fyri tað fyrsta so mikið norðurlendskar, at sólin bjarta bert hitar land og hav í tjóðskaparromantiskum sangum og so eina og eina hálva ferð um árið, tá hon sum av misgávum fær trokað seg fram í fríska lotinum, sum í grundini er ísakalt, eisini í juni. Agurkur hava vit nóg mikið av og tá tosi eg ikki bara um tær ES-reguleraðu og vakurt snórabeinu agurkurnar í Miklagarði, nei fjølmiðlarnir eru somuleiðis farnir totalt agurk her á landi. Kanska er tað tí tað er so ljóst, at eingin fær sovið, kanska er tað vatnið í Havn, sum eisini er fult av colibakterium. Og ikki kann Tórshavnar Kommuna skýrast fyri at fara ov lættliga í panikk. Framferðarhátturin tóktist sjáldsama ineffektivur yvir í tað flegmatiska... -tað tók fleiri dagar í fleiri stigum at fáa formidlað varsemisráðini viðvíkjandi dálkaða vatninum. Men til alla eydnu var eisini Havnarversiónin av colibakteriuni samsvarandi ineffektiv. Kringvarpið reklamerar í løtuni við løttum summarsendingum og eg spekuleri uppá um vit eru býttari um summarið enn annars og um sendingarnar vetrarhálvuna í grundini eru so heilt óluksáliga tungar. Nåh, men Dagur og Vika fóru fullkomiliga agurk í kvøld við eini dýpdarborandi reportasju um Smyril, sum á Jóansøku ikki fer av Tvøroyri fyrr enn heilar 3 tímar seinni enn hann plagar. Sum skiltist var í øllum førum 1 stk norðingur ónøgdur við hetta og tessvegna var drúgv og long samrøða gjørd við norðingin, sum tó ikki tyktist dramatiskt ónøgdur, tá tað kom til skarpskeringar. Men Dagur og Vika gavst ikki so. Persónligi vinkulin varð sleptur upp á Skælingsfjall, málið gjørdist prinsipielt og tí varð drúgv samrøða gjørd við borgarstjóran á Tvøroyri. Eg hoyrdi ikki  hvat hann segði, tí oyruni vóru full av agurkum...
(KP)