Thursday, June 2, 2011

Fræls mentan i Føroyum


Leygardagur 4. juni kl. 14.00

Tiltakið er ætlað teimum, ið gera ting, ið eru vard av høvundarrættindalógum. Tað vil siga øll listafólk, tónleikarar, rithøvundar, designarar, lærarar o.s.f .Evnið er hvussu vit kunnu nýta, deila og endurnýta tað, ið onnur gera, og hvussu vit kunnu loyva øðrum at gera tað sama við okkara verkum, uttan at geva meir av rættindum okkara enn vit vilja.

Hetta er eitt evni, ið er nógv umrøtt uttanlanda, men sum lítlan ans hevur fingið her á landi. Tað, at deila ting og vera kreativ í felag, hevur altíð verið ein partur av Føroysku menningini, og her hava vit ein møguleika at sanna tað.

Endamálið við tiltakinum er at seta gongd á Creative Commons Føroyar og at kunna Føroyingar um frælsa mentan og hví tað er umráðandi fyri Føroyingar at lata mentan sína verða frælsa. Fyrilestrarnir verða ein hálvan tíma í part, og vóna vit at fáa nógv gott kjak inn ímillum teir.

Øll eru vælkomin, men vit vilja helst at fólk boða frá, at tey ætla at koma, antin á facebook ella við t-posti til birita.i.dali@gmail.com, so vit vita umleið hvussu nógv fólk vit kunnu vænta. Luttøka er ókeypis.

Les meira um creativecommons á www.creativecommons.fo ella á www.creativecommons.org.

Fyrilestrarfólk:
Mathias Klang (SE) Creative Commons: The what, why & how of licensing. Mathias Klang (@klang67) er verkætlanarleiðari hjá Creative Commons Svøríki og er løgfrøðingur, ið arbeiður sum granskari við Universitetið í Gøteborg, har hann granskar innan teldutøk rættindi, sosialar miðlar og copyright licensering. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um frælsa mentan, ið hava verið seldar í Svøríki og øðrum londum. Sí heimasíðu hansara á www.digital-rights.net Her verður greitt frá hvat Creative Commons er, hvussu man brúkar tað, hvat tað kann brúkast til, og hví tað er eitt gott hugskot.
Christian Villum (DK) Please Copy This Record to All of Your Friends. Christian Villum (@villum) er leiðari hjá Creative Commons Danmark. Hann er íverksetari innan miðlar, teldutøka list, internet, frælsa mentan og tøkni, og í løtuni arbeiðir hann við fleiri verkætlanunum innan frælsa mentan og fræls forrit. Hann arbeiðir eisini á Universitetinum í Ålborg og er í ferð við at skriva tvær bøkur saman við øðrum rithøvundum. Sí heimasíðu hansara á www.autofunk.dk Hann fer at greiða frá plátufelagi sínum og teirra royndum av CC.
Birita í Dali (FO) Fræls mentan fyri Føroyingar. Birita í Dali er fyribils-leiðari hjá Creative Commons Føroyar. Hon hevur verið virkin innan frælsa mentan í Íslandi í fleiri ár, og havt fyrilestrar á stevnum um frælsa teldutøkni og mentan. Hon hevur útbúgving frá Háskóla Islands innan business og management (Bsc) og arbeiðir í løtuni sum verkætlanarleiðari á Menntamálaráð Íslands, við menning innan frælsa mentan og upplýsingartøkni. Her verður lagt dent á týdningin fyri felagskreativitet í Føroyum, og hvat fræls mentan hevur at siga fyri smærri samfeløg.

Vegna fyrireikararnar
Birita í Dali