Sunday, June 26, 2011

Hugskotsborin tekstillist

Í røðini av serframsýningum hjá limum í Felagnum fyri Føroysk Myndlistafólk í Listasavni Føroya, eru vit komin til Titu Vinther, sum er fødd í Finnlandi, men hevur búð í Føroyum líka síðan 1960. Hon fekk størstu almennu føroysku viðurkenningina, sum eitt listafólk kann fáa her á landi, tá hon í 2006 fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Í onkrari samrøðu, sum var í hesum sambandi, beit eg merki í, at listakvinnan heldur eyðmjúkt umtalaði seg sjálva sum vevkonu. Sum vevkona hevur Tita Vinther bæði arbeitt við brúkslist og við myndlist, men á serframsýningini í Listaskálanum er bara myndlistin umboðað og tað er í grundini gott. Henda framsýningin er yvirhøvur væl og ruddiliga skipað, hon er rein og vøkur og eitt sindur keðilig. Men hetta er kanska serliga galdandi fyri tær eldru, figurativu vevmyndirnar av tara, havi og øðrum náttúrufyribrigdum, ið sum heild eru óáhugaverdari listarliga sæð enn tey nýggjaru, einfaldu og tilfarsliga tilvitaðu verkini. Í hesum verkum fæst vevkonan við relieff, skulptur og installatiónslist. Installatiónir sum koparhegnið og Pætursnót verða sitandi eftir á nethinnuni hjá áskoðaranum. Hesi verkini eru hugskotsborin og tykjast eins væl hugsaði sum tey eru formgivin.

Tita Vinther hevur gjørt fleiri avbrigdi av einari monokromari, vertikalari vevmynd, sum hevur síðar, grovar hárstríggir hangandi omanyvir. Hesi verkini hava heiti sum t.d. "Sóljubøur", "Sirm" og "Summarbøur", ið avdúka, at inspiratiónin javnan kemur úr náttúruni, men summi hava konufólkanøvn, meðan onnur aftur eru hugtøk sum tann vakra, reyða kompositiónin við heitinum "Gleði".

Í sambandi við framsýningina er givin út bók við sama formati og stødd sum allar hinar bøkurnar, sum Listasavnið hevur givið út um onnur listafólk í Myndlistafelagnum (Eyðun av Reyni, Kári Svensson, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn osfr.). Ann Kari Skarðhamar hevur skrivað tekstin, ið er einar 10-12 A4 síður til longdar og sum í stóran mun er bygdur á tað, sum onnur hava sagt og skrivað um listakvinnuna, t.d. Gunnar Hoydal, Bárður Jákupsson og Malan Marnersdóttir. Fyri meg gerst teksturin serliga áhugaverdur, tá einstøku verkini verða lýst, t.d. á síðu 16: "Tey síðu halahárini og skiftini millum tann javna ullbotnin og tey løttu hárini í øðrum litum skapa bæði litskifti og rørslu. Eitt tað fyrsta teppið úr ull og tagli frá 1991 er vovið í tveimum pørtum og litirnir eru í svørtum, hvítum og gráum litbrigdum. Taglið gevur myndevninum eitt slag av lættari, blaktrandi og livandi egg eitt slag av tómleika ella leiting út í rúmið, sum verður sterkari av heitinum Einsamøll..". Hetta er jú frálík listaformidling, sum hevði staðið seg enn betur, um tað bar til at síggja fotomynd av nevnda verkið, men eg finni tað ikki í bókini. Installatiónshegn hevur Tita Vinther vovið burturúr kopartráði. Úrslitið er vakurt, koparskyggjandi hegn, sum gevur ríkt hugasamband til heimlig hegn, til tað listasøguliga hegnið (the grid) og til japanskar og kinverskar skermar. Framsýningin hjá Titu Vinther er at síggja í Listasavni Føroya hetta til 21.juli http://www.art.fo/fo/docs/2011/tita-vinther.php




Laura

Eitt tvatt í hvørjari ætt



Lea

Eitt tvatt í hvørjari ætt - brot

Pætursnót

Sirm



Pætursnót - brot




Taraskógur

Blátt hav

Mynd av framsýningini

Hugtakandi møti millum tað grova og tað fína

Installatiónshegn

Summarbøur


Havnarfólk

(KP)