Friday, June 3, 2011

Mentanarnáttin 2011


Um nú bara veðrið fer at skikka sær ordiligt, verður tað sum á Ólavsøku í Havn í dag og í kvøld, nú Mentanarnátt verður hildin fyri 12.ferð í høvuðsstaðnum. Skráin er long og festlig sum ein summarnátt og vit seta inn eina leinkju til heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur eina skrá. Nógv áhugavert er á skránni, t.d. fer Theodor Olsen, prestur at hugleiða um etikk og vinalag í Valbakkaskóginum. Hetta gongur fyri seg á Býarbókasavninum klokkan 16.00. Frálíku vatnlitamyndirnar hjá Zachariasi Heinesen eru at síggja í Steinprenti. Klokkan fimm spælir Kristian Blak í handlinum hjá Tutl á Glade Hjørn og seinni spælir Guðrið Hansdóttir sama stað. Norðlýsið siglur Havnarundferðir frá klokkan 18 til 23. Niels Midjord og Peter Jacob Eliasen fara at syngja Kingo m.a. í Havnar Kirkju klokkan 20.30 og klokkan 21.30 verður felags sangur í kirkjuni. Klokkan 18 letur Marianna Mørkøre upp framsýning í Snarskivuni. Í Tilhaldinum verður kvøldseta við m.a. Hanusi Kamban, Knúti Olsen, Simma Jacobsen og Flóvini Jacobsen nú 60 ár eru liðin síðan Hans Andrias Djurhuus doyði. Í Trygginini gongur alt møguligt fyri seg við rundferðum í bygninginum og tónleiki við Steintór Rasmussen og brúkslist m.a. hjá Fimm feitum flugum. Uppi í útvarpshøllini verður forvitnislig konsert við Tórshavnar Big Band við heitinum "Føroyskar sangperlur í nýggjum búna". James Olsen, Finnur Jensen og Anna Faroe fara at jazza okkum sangperlurnar til og klokkan 22 verður tað sum á Ólavsøku, tí tá fer stóra Kórstevnukórið at syngja á Tinghúsvøllinum. Mentanarnáttin bjóðar uppá so nógvar møguleikar, at tað er ógjørligt at náa tað alt, men ein túr í Bojsensgarð aftan fyri Gamla Bókhandil, tað ætli eg mær so heilt víst og klokkan 18 setur Tróndur Leivsson Mentanarnáttina í Kommunuskúlagarðinum. Um nú bara veðrið...
(KP)



http://www.torshavn.fo/get.file?ID=922