Thursday, May 31, 2012

Tíðindaskriv: Vælkomin til eina norðurlendska uppsetan av Woyzeck!



Det Ferösche Compagnie ger í hesum døgum sína triðju verkætlan. Hesaferð er talan um eitt norðurlendskt samstarv, har leikritið Woyzeck verður nýtt sum karmur um evni "Menniskjavirðið í norðurlendskum høpi". Umframt Kristinu Sørensen og Kjartan Hansen úr DFC, er Hans Torgarð við úr Føroyum. Úr Norra eru Trond Nedberg, ljóðdesignari og Ida Løken, sum tvær ferðir áður hevur vitjað í Føroyum við leikbólkinum Subfrau. Leikstjórin Öllegård Groundstroem og tónleikari Magnus Lunell koma úr Svøriki.

Verkætlanin er serstøk á tann hátt, at leikarnir bert hava tvær vikur til at skapa eina framførslu. Leikarnir hava vant einsamallir í eina viku, og síðani er leikstjórin komin uppí ta seinnu vikuna.
Við grundarlagi í leikritinum Woyzeck eftir Büchner, verður miðað ímóti, at skapa eina totalteatur framførslu við sjónleiki, tónleiki, sangi og dansi á trimum málum. Ætlanin er, at finna eitt felags úttrykk, sum kann leggja lunnar undir einari størri verkætlan, sum skal spælast um øll norðurlond.

Bert ein framførsla verður av Woyzeck <3 Marie. Hon verður á Tjóðpallinum 4. juni kl 19.30


Wednesday, May 30, 2012

John Kørner og Skulpturi fáa kritikaraheiðurslønina



Tá heiðurslønin "Kunstkritikerprisen 2012" verður latin í morgin, verður hon býtt millum framsýningarstaðið skulpturi.dk og listamannin John Kørner fyri hansara framsýning Kvinder til salg. Síðstnevndi hevur hesa síðstu vikuna arbeitt við føroyskum myndevnum í Steinprenti í nøkrum ómetaliga spennandi myndum. Meira um hetta seinni, fyribils seta vit inn tíðindaskrivið:
PRESSEMEDDELELSE
Kunstkritikerprisen 2012 går til Kørner og Skulpturi
Foreningen af Danske Kunstkritikeres medlemmer har udpeget to vindere af Kunstkritikerprisen 2012: billedkunstneren John Kørner og udstillingsstedetSkulpturi.dk
John Kørner tildeles prisen for udstillingen Kvinder til Salg, der blev vist på Arbejdermuseet fra 27. august til 29. december 2011.
Det kunstnerdrevne Skulpturi.dk eller Skulpturiet tildeles prisen for de konsekvente, poetiske og øjenåbnende udstillinger, man i en årrække har kunnet opleve i det lille udstillingssted i St. Kongensgade 3.
Kunstkritikerprisen er på 40.000 kr. Prisen deles ligeligt mellem de to modtagere. Prisen er finansieret af Statens Kunstråd.
Foreningen af Danske Kunstkritikere og Statens Kunstråds Billedkunstudvalg inviterer til:
Prisoverrækkelse, torsdag den 31. maj 2012 kl. 15 – 17 i foyeren, Kulturstyrelsen, H.C. Andersens Boulevard 2, 1553 Kbh. V. Alle er velkomne
I begrundelse for nomineringen af John Kørner skriver foreningen:
”Det er John Kørners kendetegn at bruge kunsten som et forstørrelsesglas, som kan gøre samfundsmæssige problemer mere tydelige, uden at han på grund af problemerne går på kompromis med kunsten - eller omvendt: går på kompromis med problemerne på grund af kunstens krav. I hans tilfælde er problemstillingen nærmest en forudsætning for, at en kunstnerisk handling kan træde i karakter og blive menneskeligt vedkommende.”
Læs hele begrundelsen
Nomineringen af Skulpturi.dk begrundes således:
”Skulpturi har med udstillingerne i 2011 fornemt realiseret ambitionen om at komme rundt om skulpturmediets mange muligheder. Det handler også om den helt grundlæggende egenskab ved skulpturer, at man må gå rundt om dem for at opleve dem fuldt og helt. Skulpturi.dk har i deres vedholdenhed og poetiske tilgang til skulpturen elimineret enhver forestilling om, at dens tid skulle være forbi.
Om John Kørner
John Kørner er født i 1967 og uddannet på Kunstakademiet i København 1992-1998. Han brød igennem som initiativtageren til den alternative kunstnerkonstellation Kørners Kontor. I Danmark er han blandt andet kendt for sine billeder til kronprinsparrets bolig i Frederik 8.'s Palæ på Amalienborg. I dag repræsenteres han af Galleri Bo Bjerggaard og af London-galleriet Victoria Miro. Værker af ham findes bl.a. på ARoS Aarhus Kunstmuseum, Arken i Ishøj og Statens Museum for Kunst - og i Saatchi's samling i London. John Kørner er aktuel med udstillingen Produktion på Carlsberg-galleriet IMO.
Om Skulpturi.dk
Skulpturiet er et lille udstillingssted i St. Kongensgade 3, baggården. Siden 2007 har de 9 billedhuggere, der leder udstillingsstedet, haft et højt fagligt fokus og generøst givet et støt voksende publikum lejlighed til at opleve skulpturens mange fremtrædelsesformer. Værkerne kendetegnes ved at være uforudsigelige krydsbefrugtninger mellem nogle højst forskellige udtryksformer, medier og generationer på kunstscenen pt. I 2011 blev der vist en række udstillinger på et overordentligt højt fagligt niveau med bl.a. Miguel Vega Olivares, Claire Barclay, Anders Bojen & Kristoffer Ørum, Matthieu Mercier, Johan Röing foruden de to gruppeudstillinger Objektiver og 8 studerende fra Kunstakademiet i København.
Skulpturiet står over for snarlig lukning, men viser i øjeblikket udstillingen Runtenom i Den frie Udstillingsbygning, København.
Om Foreningen af Danske Kunstkritikere
Foreningen af Danske Kunstkritikere er den danske sektion af den internationale forening AICA (Association Internationale des Critiques d’Art). Dansk AICA arrangerer og holder forskellige åbne seminarer og debatarrangementer i løbet af året, ligesom foreningen hvert år uddeler kunstkritikerprisen. Det er foreningens medlemmer, der nominerer og stemmer om årets prismodtagere.
Yderligere information
For yderligere information kontakt venligst foreningens formand Cecilie Høgsbro Østergaard 6092 9613 eller bestyrelsesmedlem Peter Michael Hornung 3347 2788.
Med venlig hilsen
Cand.mag. og journalist 
Lisbeth Bonde

Tuesday, May 29, 2012

At sjónliggera føroyskar bókmentir...

Bloggoddur plagar at ríka okkum við hugfarsligum, løgnum, stuttligum og speiskum yrkingum á netinum. Hann er í seinastuni havt rættiliga hvassar viðmerkingar til ymiskt í føroyska mentanarlívinum og hóast hann kanska ger ov nógv av til tíðir, er tað helst tiltrongt, tí væl funderaðu mentanarkritisku røddirnar eru í grundini fáar her á landi. Og ofta hevur Bloggoddur grein í sínum máli, hansara nýggjasti bloggur byrjar soleiðis:

"Nú skulu føroyskar bókmentir aftur gerast sjónligar uttannlands.

Vit skulu á bókamessu.

Í Göteborg. 

Í fjør vóru vit í Frankurt og tá fingu vit heldur einki burtur úr.

Føroyingar eru jú frammanundan herviligir at stuðla sínum bókmentum.

Herfyri fekk ein starvsløn fyri at skriva eina ævisøgu um ein pápabeiggja sum var kendur fyri at vera V4sangari og Kaggalimur. Ein journalistur fekk eisini eitt ára starvsløn fyri at skriva um okkurt líknandi (egin giting).

Eg kann væl hugsa mær, hvussu stutttligt kjakið í Danmark hevði blivið, um td. onkur fekk legat frá Statens Kunstfond fyri at skriva ævisøgu um eitt nú Keld Heick ella Jodle Birge.

Í Danmark og øllum øðrum londum krevst, at ein umsøkjari, um hann skal fáa stuðul frá landsins listagrunnum, hevur givið nakrar bøkur út. Minst tvær. Ella í minsta lagi hevur víst eitt ávíst talent. Men í Føroyum tykist kravið vera, at viðkomandi bert skal hava almannakunngjørt eitt lesarabræv ella nóg illa tað.

Av somu grund fáa tey sum skriva og arbeiða við list og hava verið við at gera Føroyar sjónskar, einki frá føroyska mentanargrunninum. Í Føroyum er tað sera umráðandi at vera dilletantur. Tað hevur størri týdning at býta pengarnar út til fólk sum einki listarligt hava fingið av skafti.

Altíð, tá okkurt er skeivt verður sagt, at ov fáir pengar eru til mentanina.

Ikki í hesum føri.

Tað eru væl av pengum í menatanargrunninum, men tað kundi verið fleiri.

Men upphæddin er ikki problemið.

Problemið eru tey sum sita í nevndini í Menatanargrunni Landsins.
Tey eru fullkomiliga inkompetent...". 



Lesið viðmerkingina í síni heild her:

http://bloggoddur.blogspot.com/2012/05/trialdiri.html

Sum skilst hevur Bloggoddur í øllum førum partvíst rætt í sínum beisku atfinningum av t.d. vantandi úrtøku úr luttøku á bókamessum. Tað hoyrdu vit m.a. Carl Jóhan Jensen greiða frá í útvarpinum. Tað nyttar sjálvandi ikki bara at leypa avstað, stórt fylgi til Frankfurt og halda alt vera áhugavert og herligt, uttan at nakað ítøkiligt fæst burturúr íløguni. Eitt forarbeiði má gerast og hetta forarbeiðið skal helst vera so mikið neyvt, at hædd verður tikin fyri hvør ætlanin er við luttøkuni og at meira opinleiki verður um hesar ætlanir. Eisini má ein meting gerast frammanundan av hvørt avvarðandi bókamessa yvirhøvur er áhugaverd og serliga um hon er áhugaverd hjá føroyskum bókmentum. Hesa ferð er samskipari settur at taka sær av føroysku luttøkuni á bókamessuni í Göteborg og lovar hetta í hvussu so er bata í mun til hesi viðurskifti. Aftrat sjálvari bókastevnuni verða ymisk tiltøk og skeið og skráin, sum er almannakunngjørd í dag, sær rættiliga fjølbroytt út og fevnir um so ymiskar høvundar sum t.d. Carl Jóhan Jensen, Hanne Vibeke Holst og Tomas Tranströmer. Eg seti inn fyribils skránna:

Nu är seminarieprogrammet presenterat!

2012 är ett nordiskt år på Bokmässan, 27-30 september. Ett 60-tal av de mest framstående författarna från våra nordiska grannländer gästar årets mässa – som dessutom kommer att få Nobelglans! Totalt består årets seminarieprogram av inte mindre än 398 seminarier med 810 medverkande från 21 länder.
"Vad är Norden?" är en fråga som kommer att genomsyra flera av de seminarier som arrangeras av Nordiska ministerrådet och Nordiska rådet, Bokmässans huvudsakliga samarbetspartner kring årets nordiska tema.
– Det nordiska samarbetet firar 60 år i år, men vi kommer inte till Bokmässan för att blicka bakåt. Tvärtom. Vi vill ställa de frågor som för Norden framåt, som till exempel vad kulturen och kreativiteten betyder för den nya Norden, säger Jan-Erik Enestam, direktör för Nordiska rådet.
– I och med årets tema fortsätter Bokmässans tradition att vara en nordisk kulturmanifestation. Det har mässan varit ända sedan starten. Tajmingen är strålande eftersom Norden, och inte minst den nordiska litteraturen, är het i världen just nu, säger Bokmässans programchef Gunilla Sandin.
Författare från alla de nordiska länderna sätter sin tydliga prägel på Bokmässans seminarieprogram. Från Danmark kommer bland annat Suzanne Brøgger, Hanne-Vibeke Holst och Jesper Juul. Från Finland kommer bland annat Claes Andersson, Linda Bondestam och Monika Fagerholm, från Färöarna Carl Jóhan Jensen, och från Grönland Julie Edel Hardenberg. Från Island Steinunn Sigurðardóttir och Sjón och sist men inte minst Från Norge: Per Arne Dahl, Erlend Loe och Anne B. Ragde - med många flera!
Dessutom medverkar hundratals svenska författare i programmet, däribland Gunilla Bergström, Jonas Gardell, och Jan Guillou.
Bokmässan invigs officiellt av ingen mindre än den norska författaren Merethe Lindstrøm, årets mottagare av Nordiska rådets litteraturpris.
Röster från IrlandI år får mässans besökare även höra många röster från Irland. Ireland Literary Exchange och Irlands ambassad arrangerar sju seminarier med flera av landets främsta samtida författare.
EunicEunic (European Union National Institutes for Culture) är ett nätverk av kulturinstitut från EU:s medlemsstater som i år arrangerar fem seminarier med några av sina länders mest intressanta nutida författare.
Röster från andra delar av världenÅrets mest långväga gäst på mässan är tveklöst australiern Christos Tsiolkas, som med sin bästsäljare Örfilen skapat en färgstark fresk över det australiensiska samhället med alla dess inneboende motsättningar. Claudia Piñeiro, journalist, manusförfattare och författare från Argentina, tar sig i sin roman Torsdagsänkorna in bakom murarna till ett exklusivt bostadsområde och skildrar ett samhälle på väg att falla samman inifrån. Anna Arutunyan, rysk statsvetare och politisk reporter på Moscow News, är aktuell med en mycket kritisk Putinskildring Tsar Putin, som utkommer i tio länder samtidigt. Den mycket uppmärksammade fransk-colombianska politikern Ingrid Betancourt skriver i boken Även tystnaden har ett slut om sina erfarenheter från åren i fångenskap hos FARC-gerillan i Colombia.
Hemslöjden 100 år2012 har Hemslöjden i Sverige funnits i organiserad form i 100 år, vilket uppmärksammas i hela landet under 366 dagar. På Bokmässan firas jubileet med stor monter och fem seminarier. Medverkar i seminarier gör bland andra designern och forskaren Otto von Busch och John-Michael Ekeblad, designstrateg och formgivare.
Strindbergsåret
August Strindberg 100-årsjubilerar!Det är 100 år sedan August Strindberg gick ur tiden. Hans liv och verk är ämnet för flera seminarier, till exempel diskuterar författarna PO Enquist, Lena Einhorn och Ulf Peter Hallberg vad som döljer sig bakom Strindbergs olika ansikten.
NobelglansTill sist, den störste av dem alla – Tomas Tranströmer! Den svenske Nobelpristagaren i litteratur kommer till mässan, där han bland annat hedras med en fotoutställning, ett seminarium och en daglig programpunkt på Se människan-scenen kl 13.00.
Länk till hela pressmeddelandet kommer inom kort!
Länk till digitalt blädderexemplar av seminarieprogrammet kommer också inom kort!

Lady Lazarus


Vit byrja vikuna við einari yrking hjá Sylviu Plath (1932-1963). Hennara mangan ólukkuliga samlív við Ted Hughes varð portretterað í filminum Sylvia við Gwyneth Paltrow, sum var spældur á einari av sjónvarpsrásunum í vikuskiftinum.  http://www.imdb.com/title/tt0325055/ Hugvekjandi filmur um ein dugnaligan yrkjara, sum ikki dugdi eins væl at liva og sum tók lívið av sær. Fleiri variatiónir eru av Lazarus-yrkingini, tað hoyrist t.d. munur á upplestrinum og á niðurskrivaði yrkingini niðriundir.


I have done it again. One year in every ten I manage it-- A sort of walking miracle, my skin Bright as a Nazi lampshade, My right foot A paperweight, My face featureless, fine Jew linen. Peel off the napkin O my enemy. Do I terrify?-- The nose, the eye pits, the full set of teeth? The sour breath Will vanish in a day. Soon, soon the flesh The grave cave ate will be At home on me And I a smiling woman. I am only thirty. And like the cat I have nine times to die. This is Number Three. What a trash To annihilate each decade. What a million filaments. The peanut-crunching crowd Shoves in to see Them unwrap me hand and foot-- The big strip tease. Gentlemen, ladies These are my hands My knees. I may be skin and bone, Nevertheless, I am the same, identical woman. The first time it happened I was ten. It was an accident. The second time I meant To last it out and not come back at all. I rocked shut As a seashell. They had to call and call And pick the worms off me like sticky pearls. Dying Is an art, like everything else. I do it exceptionally well. I do it so it feels like hell. I do it so it feels real. I guess you could say I've a call. It's easy enough to do it in a cell. It's easy enough to do it and stay put. It's the theatrical Comeback in broad day To the same place, the same face, the same brute Amused shout: 'A miracle!' That knocks me out. There is a charge For the eyeing of my scars, there is a charge For the hearing of my heart-- It really goes. And there is a charge, a very large charge For a word or a touch Or a bit of blood Or a piece of my hair or my clothes. So, so, Herr Doktor. So, Herr Enemy. I am your opus, I am your valuable, The pure gold baby That melts to a shriek. I turn and burn. Do not think I underestimate your great concern. Ash, ash-- You poke and stir. Flesh, bone, there is nothing there-- A cake of soap, A wedding ring, A gold filling. Herr god, Herr Lucifer Beware Beware. Out of the ash I rise with my red hair And I eat men like air. Sylvia Plath í Ariel (1962)

Monday, May 28, 2012

Moralur og Melodi Grand Prix



Tað gekk upp fyri mær í gjár, at eg ikki havi sæð Melodi Grand Prix í fleiri ár. Í øllum førum veit eg, at eg ikki havi sæð tað tey skjótt mongu árini, sum eg havi kent mann mín. Tí eg bleiv ikki bara bilsin, men næstan eisini skelkað yvir hansara greidliga passioneraðu viðurskifti í mun til hetta fyribrigdið, yvir hansara greitt orðaðu sjónarmið í mun til hvør koreografi, hvørji klæði og hvør hárseting hóskar seg til Melodi Grand Prix umframt hansara beinhørðu greiningar av vinnaramøguleikunum hjá teimum ymisku. Hann hevði fepur, men eg má allíkavæl siga: Hatta hevði eg ikki ordiliga roknað við. Sum forrestin eisini sambært Politiken var svarið hjá danska luttakaranum Soluna Samay uppá hví hon fekk eyðmýkjandi 21 stig.

Tað var ómøguligt at gera nakað skilagott meðan hetta stóð uppá og altso ikki bara tí tónleikurin var so ørkymlandi, at eg ikki fekk konsentrerað meg um nakað sum helst. Men so kom stighandanin og tað er altíð áhugavert og danski viðmerkjarin, sum vit hoyrdu í Kringvarpi Føroya var við at doyggja yvir, at Svøríki ikki gav Danmark nøkur poeng: ”og spørgsmålet er om vi overhovedet kan stole på dem længere, og de baltiske lande – det ved vi – de holder sammen, og tak til Norge (som vi så til gengæld ikke giver nogen point), og ja, ja obligatoriske point til Aserbadjan”. Og at enda: ”vi er virkelig, virkelig glade på Sveriges vegne, og det er også det bedste der kunne ske for Danmark, når vi nu ikke selv vandt, så skulle Sverige vinde. Tillykke Skandinavien.”

Tað er ein fantastiskur leikur av tjóðskaparligum absurdteater, sum gongur fyri seg. Vónbrotini yvir sviknar alliansur og vantandi grannanepotismu blandast við gamalt agg og gemena rasismu og eftir, at tann tungi, tungi ósigurin er veruleiki verður tað vent til sigur: Til lukku Skandinavia.

Tjóðin er bjargað gjøgnum assosiatiónina við aðrar tjóðir. Vit kunnu slappa av í tryggari sannføring um tjóðarinnar suverenitet, og so kemur tað altjóða aftrat. Tí Eurovisiónin er eisini ein veitsla fyri tí internationala og fyri sátt og semju millum mentanir. Ein bábelsmyta um sambandið millum øll fólkaslag gjøgnum popptónleik. Spælið millum tað altjóða og tað tjóðskaparliga er fantastiskt at skoða, tí hetta samljóðið, sum næstan nær bíbilskar dimensiónir er sjálvandi bara til gjøgnum fordómar og felagsmálið, popptónleikurin, er bara til so mikið leingi sum tað varðveitir dialektunnar mentanarliga og sosiala hierarki. 

Fyri at tað heila skal kunna lata seg gera, skulu tað vera munir, so vit kunnu varðveita okkum sjálvi, men hesir munir skulu helst einsrættast, so at hini verða lættari at slúka. Og tað er eisini í lagið, og so kunnu vit gott gloyma, at kappingin snýr seg um ta sonnu maktina; pengamaktina, og at alt hetta samljóðarshowið man hava kostað milliardir.

Ja popptónleikir megnar nógv, eingin ivi um tað. Hann vísir munir og einsrættar munirnar, eins og hann samlar okkum kring tað nationala og tað altjóða. Tað er fínt. Men í ár skuldi hann so eisini hevjast yvir moralin. Hann skuldi hevja seg uppum tað forbannaða svínaríið, sum gongur fyri seg í Aserbadjan og skapa so søtan tónleik, at vit gloymdi alt um kúgan vantandi talufrælsi og skamfaring av fólkinum. Og tað hvørki megnar ella eigur popptónleikurin.


List nýtist ikki vera politisk, á ongan hátt og alt hatta við, at tónleikurin er eitt felags mál er fínt. Men listafólkini mugu eisini hava rygg. Tey skulu ikki taka lut í tílíkum svínaríið, tey skulu taka støðu og teimum nýtist ikki at bíða eftir, at onkur onnur lond fyrst taka støðu. Tey skulu bara gera tað. Siga: tví, stingið tykkara køvandi stýrið upp í reyvina, eg stilli ikki upp í lærstuttum og risti mína til tykkara propagandatónar. Er popptónleikurin hevjaður yvir moral, hvat verður so tað næsta? Fótbóltur?

Sunday, May 27, 2012

Tannlæknalist




Eg var hjá tannlækna fyrradagin. Tað er altíð við óluksáliga ringum tannabiti, at eg fari til tannlækna, men hesa ferð var tað bara tannrøktarin sum skuldi kanna meg, og hennara stálkrókur er hóast alt frægari enn tannlæknaborurin (tað mesta er frægari enn tannlæknaborurin). Síðan eg var barn havi eg verið bebbarødd fyri tannlæknum, og eg fari altíð at sambinda handan reina, kemiska luktin við óttafullu kensluna av hjálparloysi, av at beinini eru ov stutt og røkka ikki niður á gólv, av ikki at grynna og av fantasifullum spekulatiónum um ovurstór tannlæknaamboð og smílandi tannlæknar. Haldi ikki, at tannlæknin hjá mær smílist so nógv, men henni dámar heldur ikki at pína fólk. Hon plagar í øllum førum at biðja um umbering, tá hon kemur ov tætt at eini nerv, og tað er henni fyrigivið. -Sanniliga, allir tannlæknagerningar hennara eru henni fyrigivnar - hugsaði eg, tá eg í gjár trein inn í bíðirúmið, tí henda pínunnar forhøll var nú fullkomiliga umbroytt við fimm nýggjum listaverkum, sum øll eru framúr góð.

Millum fýra steinprent hjá Hansinu Iversen gloymdi eg burtur alla tannlæknaangist eina løtu. Tað er sum um, at myndirnar hjá Hansinu Iversen fáa tíðina at standa stilla. Sjálvt um organisku formatiónirnar sýnast dynamiskar, hvíla hesar elegantu og sterku myndirnar í sær sjálvum á heilt serligan  hátt. Tær eru teirra egni veruleiki. Tað snýr seg um litir og um skap og rørslur, um gjøgnumskygni og ógjøgnumskygni í nonfigurativu myndunum. Eitt andarhald er tað sum samlast myndin til figurativar lutir fyri síðani aftur at syndrast sundur í reinar litflatar á løriftinum.

Úti við skivuna, har rindast skal fyri pínsluna, rindar tú nú við gleði, tí har hongur eitt so poetiskt og humoristiskt, kolasvart træprent hjá Tóroddi Poulsen, sum avmyndar kjálkabeinini á seyðarhøvdi við turrisligu viðmerkingini "MINST TIL TANNLÆKNAN MÁNADAGIN". Nakrir fáir súkklarar stríða seg vegin fram í myrkrinum og niðarlaga staðfestir Havnaryrkjarin "HAVNIN ER SYRGIN TÁ MJØRKIN HONGUR YVIR BÝNUM". -So er hon ofta syrgin, hugsi eg smílandi við mær sjálvari og sleppi mær útum.  








Saturday, May 26, 2012

Pressað Kringvarp

Eg kendi meg satt at siga ikki sørt provokeraða, tá eg hoyrdi sendingina "Pressan", sum varð endursend í gjár. Men mær dámar at øsa meg, og eg haldi sum heild, at sendingin var fín, tey bæði, Anna Ellingsgaard og Kári Sólstein duga sera væl at skipa fyri og at spyrja, og serfrøðingar og onnur í studionum tóktust engasjerað, og dugdu fyri tað mesta væl at argumentera og greiða frá. Kjakið snúi seg um hetta nýggja stuntið hjá Kringvarpinum sum tíðindaleiðarin herfyri boðaði frá, at Dagur og vika fer at hava summarsteðg uppá 7 vikur. Tey flestu í sendingini vóru samd um hvussu óhóskandi og skilaleys hendan avgerð er, tí hon avmonterar tilverurættin hjá einari sera umráðandi tíðindasending í Føroyum og eg haldi, at miðlaserfrøðingarnir høvdu rætt í teirra meting av, at avgerðin í ringasta føri setur spurnartekin til tilverurættin hjá føroyska kringvarpinum.

Orsakið meg, men pínadoyð sum hatta er illa manererað av Kringvarpsleiðsluni. Ella ætla tey kanska at geva okkum 7 vikur aftur av kringvarpsgjaldinum? Nei ha? Málið er í sær sjálvum ørkymlandi, ikki minst at mentanin eftir øllum at døma hevur nápað alt kringvarpsgjaldið, so at einki er eftir til tíðindini og tað er hetta, sum av sonnum provokerar meg, at mentanartilfarið nú brádliga skal eitast at vera farið við øllum pengunum, tí er tað nakað øki, sum er stjúkmóðirliga viðfarið av øllum miðlum í Føroyum, so er tað mentanarøkið.

Kringvarpsleiðarin, Annika Mittún Jacobsen segði nógv løgið í sendingini, m.a. segði hon, at Kringvarpið ikki er ein tíðindastovnur, men ein mentanarstovnur og so harmaðist hon um vantandi reaktiónirnar, tá mentanarsendingin í sjónvarpinum, Refleksjón var tikin av skránni: "Eitt lítið pipp frá onkrum mentafólki, men hvar vóru forsíðurnar??..". Kringvarpsleikarin lesur eyðsýniliga ikki listabloggin, tí har vóru fleiri atfinningar og hjartasuff á okkara forsíðu um Refleksjón og annulleringina av sjónvarpsmentanarsendingini. Annika Mittún Jacobsen harmaðist somuleiðis um barnaøkið í kringvarpinum, sum hon segði vera illa fyri og tað kann hon kanska hava rætt í, tá tað kemur til sjónvarpið, men fyri meg at síggja fungerar Barnaútvarpið heilt ómetaliga væl, sjálvt um teirra umstøður neyvan eru tær lættastu. Eg meini so við, har arbeiða mær vitandi bara tveir vertir, og tær framleiða seks sendingar um vikuna. Hetta eru væl at merkja seks frálíkar sendingar. Ivist ikki í, at tað er hart arbeiði hjá teimum, men tað gongur væl møguliga orsakað av einum óvanliga kreativum arbeiðssomum og sjálvstøðugum hugsunarhátti.

Kringvarpsleiðslan má taka seg saman og finna útav:

1.at hægri góðska ikki neyðturviliga nýtist merkja tað sama sum fleiri pengar
2.at yvirhalda public service sáttmálan
3.at fáa Dag og Viku í luftina hvønn tann einasta gudsskapta dag, eisini tá tað er grind ella mikudagur
4.at fáa skil á hvat mentan er fyri nakað og at skyna ímillum tað breiða og tað smala mentanarhugtakið
5.at gera eina sjónvarpsmentanarsending, sum kemur eina ferð um vikuna á sama hátt sum 3-2
6.at raðfesta føroyskan tekst og talu til væl umtóktar barnafilmar sum t.d. Scooby Doo, Ben 10, Handy Manny o.t.

Eg eri fullgreið yvir, at sjónvarp er dýrt at framleiða, men har má nýtslan onkursvegna setast eftir inntøkuni, eisini um tað merkir, at vit fáa nakrar eitt sindur bíligari framleiddar sendingar. Har eru nógv sera dugnalig fólk í Kringvarpinum, so eg ivist ikki í, at leiðslan fer at finna út av at fáa tað besta burturúr, kanska kunnu tey byrja við at eygleiða Barnaútvarpið?

Friday, May 25, 2012

Bloggoddur ummælir Vencil 11





Hann hevur nokk so spískan penn, Bloggoddur, sum skrivar um nýggjasta Vencil: "Pínadøturnar um eg ikki havi fingið Mína Jólabók sendandi í postinum. Aftur. Helt at eg var sloppin av við haldaragjaldið við at lata vera við at gjalda, tí eg ikki fekk tey fríeintøk, eg hevði - og havi - rætt til, tá eg havi latið tilfar til hetta fortíðarritið. og eitt inngjaldingarkort à krónur 172,00 fylgir við. Var eg roykjari, so visti eg eisini, hvussu nógvar sigarettir eg kundi keypt fyri 172,00 krónur..." Lesið restina her:  http://bloggoddur.blogspot.com/2012/05/min-jolabok.html?spref=fb

Tíðindaskriv: Bárður Jákupsson í Galerie Focus.


Fríggjadagin 25. mai kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárður Jákupsson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.Málningalist hansara kenst av einum hugburði til litir, ið er knýttur at vøkstri og grøði í teirri sansaðu náttúruni, og fríðari og rytmiskt livandi pensilsskrift, sum - stílistiskt og grafologiskt - eyðkennir bæði listamansins mensku megi og fína musikalitet. At kalla Bárð Jákupsson abstraktan hevði verið tað sama sum at avdúkað tørvandi kunnleika til teir náttúrurunnu formar og litir, ið umgeva hann í gerandisdegnum, og sum staðiliga geva honum íblástur, sjálvt tá ið hann hevur teir ikki fyri eygunum í málaraverkstaðnum, framman fyri myndafótinum. Og at rópt hann modernist hevði verið at skúgvað til viks hansara samskifti við málningsins ástøðiligu framburðsmøguleikar. Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann kennir sum fáur møguleikan hjá pensilsstrokunum til at tala við kalligrafiskum máli, til bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni:
málningsins náttúra - og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting.

Peter Michael Hornung úr bókini Myndlist í Føroyum, 2000

Framsýningin verður opin til 7. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. 
 
 
www.galeriefocus.com 


 
 


Thursday, May 24, 2012

Føroyingur við á biennalu


Ein biennala er heilt einfalt ein framsýning, sum verður hildin annað hvørt ár. Vit kenna helst best Venedig-biennaluna og kanska eisini biennaluna í Berlin og hana í Sao Paulo, men í ár verða vit eisini varug við eina aðra stóra biennalu, sum verður í Liverpool, tí har verður ein føroyingur við. 


Tað er avgjørt ikki á hvørjum degi, ein føroyingur tekur lut á teimum stóru listabiennalunum. Hetta kemst m.a. av, at einki hevur verið gjørt frá føroyskari síðu fyri at fáa hetta at henda. Tað hevur sera stóran týdning fyri listafólkini at sleppa við á biennalurnar, tí tað er her, tey koma í sambandi við onnur innan listaheimin, eins og luttøka á biennalunum økir um útbreiðsluna av kunnleikanum til listafólkini. 


Danska listaráðið (Statens Kunstråd) bjóðar javnan útlendskum kuratorum frá ymsum biennalum til Danmarkar at hitta listafólk, og hetta hevur við sær, at donsk listafólk fáa møguleikan at gerast altjóða kend. Tað er einki, ið forðar okkum í at gera tað sama, og hetta skuldi heldur ikki verið so dýrt. Nú fáa vit at síggja hvat luttøkan í Liverpool Biennial førir við sær fyri Hanna Bjartalíð. Fyribils kunnu vit frøast um, at hann er boðin við á størstu samtíðarlistaframsýningina í Bretlandi. Hon letur upp 15.september og temaið í ár er gestablídni, sum tað stendur í skránni hjá biennaluni:  "The Unexpected Guest explores notions of hospitality. Leading and emerging artists have been commissioned to make permanent and temporary public artworks as well as long-term community-based projects. The artists have been invited to question our ability to be ‘unprepared’. Can we afford to be hospitable in these critical times?". 


Biennalan er av sonnum ovurstór og verkini hjá Hanna Bjartalíð verða framsýnd í norðuratlantspaviliongini sum partur av "City States" framsýningini. Íslendska Sigurður Guðjónsson fer somuleiðis at sýna fram har, umframt eitt grønlendskt listafólk, sum vit enn ikki kenna navnið á. Í tíðindaskrivi frá biennaluni skriva tey m.a. um postkoloniala tíðarskeiðið og um norðurlendskan samleika:  



"North Atlantic Pavilion: Liverpool Biennial 2012              


15 September to 25 November 2012

Curated By NICE (Nordic Intercultural Creative Events) & Curated Place



The inaugural North Atlantic Pavilion will bring together artists from Greenland, Iceland and the Faroes as part of 'City States'. The new pavilion will shine a light on contemporary visual arts practice taking place in the outer regions of the Nordic region often ignored by the mainstream artworld. Responding to the theme ‘Hospitality’ the project will present the works of artists Sigurður Guðjónsson (Iceland), (Greenland - TBC), and Hanni Bjartalíð (Faroe Islands) and will be co-curated by Curated Place and NICE (Nordic Intercultural Creative Events) to respond to the overarching Biennial theme of ‘Hospitality’.


The North Atlantic region explored in the pavilion represents a unique interaction of diverse localised cultures spread over a vast area that nonetheless have all at one time in recent history been officiated over and represented to the outside world by the Danish Flag. Each island occupies a different state on the road to post-colonialism; Iceland being fully independent since 1944, the Faroes now self-governing with Danish sovereignty, while Greenland remains within the Kingdom of Denmark albeit an autonomous country.  As such the tension between local and centralised Danish culture, and broader Nordic identity, occupy a space within the discursive construction of each culture and their ever-transformative national identity.  Nevertheless, at times they all remain represented under the umbrella of Nordic identity – an identity that remains firmly shaped by the hegemonic voice of mainland Scandinavia - no matter how far along the road of independence each may be.

As such there exists a layering of the rituals of hospitality, both at home and when played out in non-Nordic space. On the surface all appear to be an exercise in welcoming, however, when deeper analysed questions are raised over the choices made by the host as they reveal codified tensions between lived identities and the de/re-territorialisation of space by actors who are at once citizens fiercely of their country, yet nonetheless Nordic.

We will showcase installation and moving image works by artists from each of the countries whose work explores, challenges and dissects the tensions that exist in simultaneously embracing a strong national and regional identity - focusing especially on work that challenges the received notions, surface appearances and hegemonic norms of what hospitality means.  Their work explores existential issues where the global and the colonial still overlap and intersect.  They set out to question how even in a world being transformed by the digital era nationalism and even regional identity remain a construct of mythical narratives implemented on specific artefacts:  artefacts that will be exposed to further acts of territorial negotiation in the context of Liverpool Biennial 2012. The inaugural North Atlantic Pavilion is supported by Centre for Icelandic Art, Faroe Islands Ministry of Culture, the Nordic Cultural Fund and by the Kulturkontakt Norden Culture and Art Programme."


Sum skilst á tíðindaskrivinum omanfyri er norðatlantiska pavilliongin stuðlað av okkara mentamálaráði og tað er at fegnast um. Sum skilst er tað framsýningin "Is there anybody home", sum Hanni Bjartalíð hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, sum hevur ført til, at kuratorin Andy Brydon hevur lagt merki til verkini hjá honum.  Vit á listablogginum kundu ómetaliga væl hugsað okkum at vitjað norðuratlantspaviliongina á Liverpool Biennaluni og bloggað um okkar upplivingar, men nú fáa vit at síggja. Umframt at sýna fram á Liverpool biennaluni fer Hanni Bjartalíð eisini at hava framsýningar í Listasavni Føroya og í Íslandi, meir um hetta seinni. Fyribils seti eg nakrar fotomyndir inn av verkum hjá Hanna Bjartalíð.























Wednesday, May 23, 2012

Diskominnir




Í glæmuni frá einari snarandi diskokúlu kann minnið tykjast so merkiliga ókronologiskt og glitrandi, og er tað veruliga so langt síðani? Jú eg meini avgjørt, at Dania fyllti ellivu ta ferðina, eg fór í føðingardag við einari pinklittari maxisingle hjá Tinu Charles, sum eg helst hevði frá stórusystir. Vit floksfelagar hjá Daniu í 6B í skúlanum á Frúutrøð vóru í føðingardag henda dagin, tá pinkalítla kamarið við brúnu briksini í brúnu húsunum uppi á Frútrøð 14 varð umskapað til veritabult diskotempul. Sangirnir hjá frú Charles "Dance little lady dance" og "I love to love" vórðu spældir á tamb og bara teir. Altso har var eingin onnur pláta enn hendan eina spæld tann dagin, og hon varð spæld áhaldandi og alla tíðina, so at hvørja ferð tann eini sangurin varð liðugur, varð plátan vend og hin sangurin spældur. Eg minnist, at vit dansaðu, sum fingu vit løn fyri tað, og alt var akkra sum ordiligt, sjálvt dreingirnir vóru við hesa glæsiligu diskostund, tá vit fingu spennandi varhugan av framtíðini, at teir annars so barnsligu dreingirnir einaferð fóru at kunna brúkast til annað enn til at gera fortreð.

Diskoføðingardagurin hjá Daniu og onnur glitrandi diskominnir floymdu yvir meg hendan dagin, tá eg hoyrdi at diskodrottningin Donna Summer herfyri var deyð av krabbamein - somu herviligu sjúku, sum nú eisini var eftir næstsíðsta liminum av disko-tríeinigheitini Bee Gees, frálíka sangskrivaranum Robin Gibb. Tí eg lurtaði nógv eftir brøðrunum Gebiss og Donnu Summer tá seinast í sjeytiárunum og tíðliga í áttatiárunum, men kanska vóru vit eitt sindur eldri enn 11, eini 12-13 ár, tá vit dyrkaðu maxisingluna hjá Summer við løgunum "Love to love to love you baby" og "I feel love" og hon stavaði heilt vist eisini úr plátusavninum hjá stórusystir, tí hetta var øgiliga vaksin tónleikur, helt eg.

Eg minist ikki, at eg beinleiðis skilti teir erotisku undirtónarnar hjá Donnu Summer, ella kanska skulu vit kalla tað yvirtónar, tí tað erotiska var, álvaratos, ikki serliga undirspælt. Frú Summer er hervilig at stuna, so hervilig, at eg í dag rodni, tá plátan av misgávum verður spæld í útvarpinum, men sjálvandi gav sangurin okkum eisini tá varhugan av onkrum fyrijáttandi óskikkiligum, um vit ikki skiltu alt. Teksturin "oooh I feel love, I feel love I feel love osfr" var ikki serliga torførur hvørki at læra ella at minnast, men diskotónleikurin hevur nú hinvegin ongantíð verið serliga intellektuellur. Hetta var dansitónleikur burturav, ið talaði beinleiðis til kroppin og serliga niðara part av kroppinum við greiðum boðum til føtur og rumpu um at fremja áhaldandi rytmiskar rørslur. Tað var Giorgio Moroder, sum stóð fyri ljóðinum á plátuni hjá Donnu Summer, og hetta ljóðið fekk stóra ávirkan, eitt nú skal Brian Eno hava verið fullkomiliga hugtikin av ljóðinum á "I feel love". 


Haldi ikki, at vit yvirhøvur hugsaðu um, at vit í Havn vóru partur av einari heimsaldu av disko, sum floymdi yvir allan heimin við diskomentan og diskotekum. Hendan mentanin kyknaði upprunaliga í New York í samkynda umhvørvinum kring spælistøð sum The Loft og Sanctuary, men breiddi seg til meira mainstream støð sum Studio 54. Í Keypmannahavn kallaðist diskotekið Daddy´s og í Havn var tað Queen ella Gaman, sum lá við síðuna av Ullvøruhúsinum í Niels Finsensgøtu. Har var eg bara eina ferð, væl yngri enn aldurmarkið loyvdi, men eg var ovurhonds imponerað av diskokúluni og smartheitini og teirri monomanisku dyrkanini av "Hands up" hjá Ottawa, ið fekk øll tey smørtu á dansigólvinum til at lyfta hendurnar upp í senn hvørja ferð niðurlagið varð endurtikið. Diskotónleikurin var myndaður av orkumiklum, einstáttaðum, men funky bassrytmum og eini ovurnøgd av synesizer-effektum, sum stundum ljóðaðu sum floytur, violinir ella klokkur. Diskotónleikurin var dansivinaligur, øtiliga taktfastur við markeraðum taktsløgum á stórtrummuni, og við herðslu á 2. og 4.taktslag á lítlutrummuni, so at tey dansandi ongantíð vóru tað minsta í iva um dansitaktina og so var diskogittarin eisini serstakur við klárum og stuttum, rytmiskum waggawagga ljóðum.   

Úti í stóru verð hevur diskotónleikurin ikki fingið so øgiliga positivt eftirmæli, alt glitrið og diskokúlurnar vóru helst við at tryggja hesum tónleikaslagi ævigan lágmentanarligan status sum kitsch. Úti í stóru verð tóku tey rúsevni á Manhattan og Studio 54 læt aftur, diskotónleikurin rulaði bert fá ár frá umleið 1977 til 1982 og tað var helst bara í Føroyum - the land that time forgot - at vit hildu áfram at dyrka disco og discoavleggar langt uppí hálvfemsini. Í 2004 vórðu týsku diskodaskararnir Boney M uppafturgravaðir fyri at framføra á tí fyrsta Summarfestivalinum í Klaksvík. Úti í stóru verð var uppreistur móti diskotónleiki, sum seinni aftur var tikin upp aftur og mentur í ymsum øðrum sjangrum Men einki av øllum hesum góvu vit okkum far um í lítla diskotemplinum hjá Daniu hendan várseinnapartin í 1979, tá vit við einari maxisingle hjá Tinu Charles fingu undursama fyrijáttilsið um at vera komin í vaksnamannatal.












Tuesday, May 22, 2012

Mentanartøl


Eitt av nógvum evnum, sum vit javnan øsa okkum um er, at vit ikki hava tal uppá mentanina. Vit vita ikki hvussu stór mentanarnýtslan er og vit vita ikki hvussu nógv halda, at listin og mentanin skal stuðlast alment, vit vita ikki hvussu nógv halda, at list og mentan hava ein leiklut í mun til trivnaðin í samfelagnum.

Eftirsum ráðini ikki eru til eina Gallupkanning, hava vit sum eina lítla byrjan sett gongd í eina ókeypis, men kanska eisini heldur minni vísindaliga facebook-kanning, sum vit fegin vilja mæla øllum til at taka lut í. Kanningin er her:
https://www.facebook.com/questions/3982243122808/

Spurningurin ljóðar heilt einfalt: Hvussu stóran týdning hava list og mentan fyri trivnaðin í landinum? Og svarmøguleikarnir eru: Ongan týdning, lítlan týdning, stóran týdning ella avgerandi týdning. 


Vit halda, at hesin spurningurin er upplagdur at byrja við, tí hann er so grundleggjandi og tí tað er ein spurningur, sum kanningar eru gjørdar av í at kalla øllum øðrum londum. Tessvegna er samanberingargrundarlagið stórt. Vit vóna, at ráð verða til eina størri kanning, sum kann siga okkum meira um mentanarnýtsluna, so at tað harvið gerst lættari hjá politikarum at leiða mentanarpolitikkin, finna útav hvussu listastuðulin skal skipast og á hvønn hátt stórar íløgur skulu raðfestast. So gleðið okkum við tykkara luttøku.

Monday, May 21, 2012

Vencil hin 11. endiliga komin


Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her.
Í Vencli 11 eru eins og í hinum Venclunum, ið undanfarnir eru, nógvir spennandi tekstir, bæði á bundnum og óbundnum máli. Ein trivalig teggja av yrkingum úr stóru verð og úr heimligu Føroyum. Við eru William Wordsworth, Federico García Lorca, Gunnar Ekelöf, Rudyard Kipling, Vagnur Streymoy og Marjun Syderbø Kjelnæs.

Ein góður bulur av stuttsøgum úr Íslandi, Føroyum og Amerika er við. Tvær søgur eru eftir Gyrðiri Eliasson, ið vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Ein søga er eftir Edgar Allan Poe, og debutanturin hesa ferð eitur Høgni Miné.

Sum nakað serligt, er ein blokkur aftast í Vencli við yrkingum, ið vórðu skrivaðar, tá ið ræðuleikarnir tann 22.07.11 hendu í Oslo og á Utøya. Nú Breivik mestsum er allastaðni í tíðindaverðini, hevur tað stóran týdning, at vit minnast og aldri gloyma slíkar ræðulleikar. Yrkingarnar hava Pia Tafdrup, Agnar Artúvertin, Oddfríður Marni Rasmussen, Halldóara Dam, Sólrún Michelsen, Frits Johannesen, Alexandur Kristiansen, Sissal Kampmann og Katrin Reinert skrivað.

Permuna á Vencli 11. hevur Brandur Patursson gjørt eftir øllum yrkingunum, sum eru skrivaðar til bumbubrestin í Oslo og hópmorðið á Utøya.

Tá ið Jens Stoltenberg var og vitjaði okkum, fekk hann eitt eintak av Vencli og eitt prent av permuni.
Perman er prentað á grafiska verkstaðnum, Steinprenti.

Ein mynd og ein yrking aftrat




Da jeg kom forbi dit hus
hvor lysekronen stadig brændte
og en natsværmer svimlede
rundt i den kridhvide tavshed
dit liv har efterladt
var det som døde du én gang til.
Men da jeg senere på dagen
standsede foran endnu et hus
og så op på et åbent fjerdesalsvindue
hvor jeg som ung havde siddet
fuld af forventning og kigget ud
på den støjende verden
begyndte fremtiden pludselig
forfra.


Yrking: Søren Ulrik Thomsen úr savninum Rystet spejl s.36, 2011 
Mynd: Claus Carstensen It dissolves, it all dissolves 2010



Sunday, May 20, 2012

Øll vilja hava list!


Fríggjadagin høvdu vit eitt framúrskarandi innlegg á blogginum frá Kirsten Brix. "Er dýrt at búgva í Føroyum?" eitur tað og kann lesast her: http://listinblog.blogspot.com/2012/05/er-dyrt-at-bugva-i-froyum.html
Tað snýr seg um totala mangulin uppá logikk í royndunum hjá landsstýrinum at steðga fráflytingini. Kirsten Brix skrivar m.a.:

”Tað ríka mentanarlívið? Ja, har kunnu vit, sum njóta sjónleikin, konsertirnar, framsýningarnar, bókmentirnar o.s.fr. gleðast – og undrast. Bara eitt: tjóðpallurin er enn eina ferð settur í bíðistøðu. Ferð eftir ferð hava sjónleikararnir víst okkum áskoðarum spæl á altjóða støði og forkelað okkum við støðugt hækkandi støði. Men hvussu leingi orka tey? Tað er ofta ávíst, at íløga í mentanarvirksemi kemur fleirfalt aftur, tí hon skapar arbeiði til ymiskar hjágreinir.”

Og tað er so satt so satt. Allar kanningar vísa, at mentanarlívið er av avgerandi týdningi, tá fólk velja hvar tey skulu búgva. At fatanin av lívskvaliteti hongur saman við einum vælvirkandi mentanarlívi. At almennar krónur í list og mentan koma fleirfaldar aftr. Tað er als eingin ivi um hetta.

Í nógv ár hevur verið skynað ímillum urban og rural øki, tá talað verður um listina og fíggjarliga og menniskjaliga týdningin av list og mentan. List og mentan hevur verið mett at hava størri týdning fyri tey, ið seta búgv í stórbýum, tey, sum við einari andskræmiligari orðing, kallast hin kreativa stættin. Men nú er tað blivið staðfest, at øll, óansæð hvar tey búgva, meta mentanarlívið sum avgerandi fyri vanliga trivnaðin. Fyribrigdið fevnir eisini í nógv størri mun um fólk við ymiskari inntøku og ymiskum útbúgvingvingum enn higartil hevur verið mett. Munur er sjálvandi á hvat slag av mentanartilboðum fólk taka lut í - opera og ballett eru næstan útilokandi eitt stórbýarfyribrigdi t.d. - men harafturímóti heldur eitt stórt fleirtal, at eitt ríkt lista- og mentanarlív merkir, at okkurt er fyri øll á mentanarøkinum og at hetta hevur týdning.

Vit hava ikki nakrar kanningar her heima. So tí vísa vit her nakrar grafar frá amerikonskum kanningum. Men eingin orsøk er til at halda, at vit eru nógv øðrvísi. Tað er nú vit skulu gera íleggingar í mentanina, beint nú. Øll vilja hava list, næstan øll. Tað kann ikki passa, at júst landsstýrið tilhoyrir minnilutanum, sum ikki vil.






Saturday, May 19, 2012

Ein mynd og ein yrking



Som ung forekom barndommen mig
lige så fjern og uvirkelig som døden
vi diskuterede som et matematisk bevis
mens vi hørte Ziggy Stardust
og fik orgasme i søvne.
Men nu hvor begge er nærmere end nogensinde
er hver eneste dag til gengæld ufattelig:
Se blot syrenernes blomstring
i farver af en anden verden
din graciøse skikkelses levende lys
i den møre korridor
og vitrineskabet der mens vi var væk
har revet sig løs fra væggen
så alle de slebne krystalglas
ligger splintret på gulvet.


Mynd: Claus Carstensen úr Sanpakurøðini 2009 
Yrking: Søren Ulrik Thomsen úr savninum Rystet spejl, s.23. 2011


Friday, May 18, 2012

Er dýrt at búgva í Føroyum?


Eftir Kirsten Brix, lektari, ph.d.


Landsstýrisfólkini í samgonguni endurtaka upp í saman, at skatturin má niður, tí føroyingar hava hægsta skattatrýstið í verðini. Tá ið skattastøðið fer at liggja á sama støði sum hjá teimum londum, vit sammeta okkum við, fara fólk at flyta til Føroya, sigur Kai Leo. Veruleiki ella ideologi?

Eg veit ikki, hvussu viðurskiftini eru í hinum norðurlondum (sum vit plaga at sammeta okkum við, sum hann sigur), men í Danmark er tað samlaða skattatrýstið munandi hægri enn í Føroyum. Fólk, sum eiga eignan bústað, gjalda t.d. ”ejendomsværdiskat og ejendomsskat”, harafturat gjalda fólk avgjøld av ymiskum slag so sum gjald fyri vatn, umhvørvisavgjøld, eisini arvaavgjøld eru munandi hægri.

Í Føroyum rindar tú 0 kr til land og kommunu, um tú eigur og hevur goldið tíni hús. Býrt tú til leigu, heldur tú áfram at gjalda – helst hækkandi – leigu.

Gerandisvørur, meðni? Tørvurin er nøkulunda tann sami, um tú fortjenar nógv ella lítið. Við tí skattaskipanini, sum júst er gjøgnumførdur, hava tey, sum fortjena nógv, fingið munandi betri ráð at fara í Miklagarð og FK, meðan tey, sum hava eina miðal- ella láginntøku, ongan lætta hava fingið.

Fólk (menn), sum arbeiða uttanlands, mugu hava sersømdir sum t.d. eyka skattalætta, annars rýma teir, sigur Jørgen Niclasen. Sæð burtur frá, at hetta er grov skuldseting móti hesum fólkum, so er spurningurin, um hetta er veruleiki ella ideologi. Men harafturímóti er tað ein sannroynd, at familjur rýma av landinum, móti teirra vilja, tí tey hava børn við serligum tørvi. Við teimum sparingum, sum settar eru út í kortið, verður ikki ráð at hava kvalifiserað fólk, sum kunnu bjóða nútímans viðgerð.

Tey ungu? Ja, tey eru altíð farin burtur at fáa sær útbúgving. Vel. Men tað er ein trupulleiki, at tey ikki venda aftur. Er tað skattatrýstið í Føroyum, sum heldur teimum burtur? Ein stórur partur býr í Danmark, so tað man neyvan vera orsøkin, við tí samlaða skattatrýstinum, sum har er. Við tí skattapolitikki, sum samgongan førir, verður í framtíðini minni at koma heim til. Størvini, sum tey útbúnu fólkini eru kvalifiserað til, finnast ikki, tí pengar eru ikki til at reka, halda við líka og menna sjúkrahús, viðgerðareindir, skúlar, útbúgvingarstovnar, gransking o.s.fr.

Tað ríka mentanarlívið? Ja, har kunnu vit, sum njóta sjónleikin, konsertirnar, framsýningarnar, bókmentirnar o.s.fr. gleðast – og undrast. Bara eitt: tjóðpallurin er enn eina ferð settur í bíðistøðu. Ferð eftir ferð hava sjónleikararnir víst okkum áskoðarum spæl á altjóða støði og forkelað okkum við støðugt hækkandi støði. Men hvussu leingi orka tey? Tað er ofta ávíst, at íløga í mentanarvirksemi kemur fleirfalt aftur, tí hon skapar arbeiði til ymiskar hjágreinir.

Jørgen Niclasen og Kai Leo Johannesen siga, at teir ætla at steðga fráflytingini. Men við verandi gongd skapa teir fráflyting og syrgja fyri, at fólk, sum eru flutt, ikki venda aftur. Eitt samfelag, har tað almenna økið og mentanarøkið eru niðurpínd, lokkar ongan til sín. Og tá ið vælferðarsamfelagið, sum er ment upp gjøgnum seinastu øld, fær tað skapið, sum ideologiin hjá hesari samgonguni ætlar sær – ja, tá verður dýrt at búgva í Føroyum.

Áh dett ríkidømi...

Í vikuni var almannakunngjørt hvør fær 3ára arbeiðsstipendiatið frá Statens Kunstfond. Heili 27 listafólk kunnu býta millum sín 22,3 milliónur krónur. Listafólkini hava sostatt arbeiðsnáðir komandi trý árini. Lesið meira her: http://www.kunst.dk/index.php?id=9480#.T7NyL3l1C2A

Eg seti inn nakrar myndir hjá einum av 3 ára stuðulsmóttakarunum Emil Westman Hertz, frá hansara framsýning í Space of Drawings í Keypmannahavn í fjør, umframt myndir, sum Emil W.Hertz, Svend Allan Sørensen, Andreas Schulenburg og Lise Blomberg Andersen hava gjørt í Steinprenti. Tey trý síðstnevndu hava eisini fingið stuðulsupphæddir frá Statens Kunstfond.


Emil W.Hertz 2011

Emil W.Hertz 2011

Emil W.Hertz 2011

Lise Blomberg Andersen 2008


Akademinæmingar, m.o.Zven Balslev og Emil W.Hertz 2005


Svend-Allan Sørensen 2011