Wednesday, May 16, 2012

Uppreistrarlist


  
Meksikanski listamaðurin Diego Rivera er í dag kanska mest kendur sum maður konu sína Fridu Kahlo, men í 30´unum var hann so mikið høgt í metum, at MOMA beyð honum til New York at framsýna og at mála nakrar veggjamálningar, ið vóru lidnir til framsýningina í 1931. Hesar myndir hava verið framsýndar saman við skitsum o.ø. á eini framsýning í MOMA, sum endaði nú 14.mai.

Myndirnar hjá Rivera eru jú málaðar undir teirri stóru fíggjarkreppuni og hugburðurin er greidliga antikapitalistiskur og í samhuga við arbeiðaran. Í løtuni er tað eins og sigla vit á eini sigaldu frá kreppuni, og fleiri vilja vera við, at kreppan als ikki er yvirstaðin. Um hugsað verður um hetta og hvussu ójavnt tað føroyska samfelag er vorðið síðan samgongan gjøgnumførdi flatskattaskipanina er tað undrunarvert hvussu lítið av politiskari list hevur sæð dagsins ljós í Føroyum hesa tíðina. Eg havi í øllum førum ikki upplivað nógva mótmælislist uttan Vendetta hjá 200 og okkurt innlegg hjá Hinum føroyska skjaldraveldinum.

Vit kundu trongt til politiska list. Til inspiratión seti eg inn nakrar myndir hjá Rivera og tekstin til tann speiska lukkuynskingarsangin hjá 200. Myndin niðanfyri "Frozen assets" er ein speisk viðmerking til virðisbýtið í amerikanska samfelagnum. Ovast síggja vit ein part av New York við denti á nýtt byggjarí í samtíðini. Í miðjuni er ein myndarond full av liggjandi fólkum, ein høll full av arbeiðarum, sum hava bygt øll tey veldugu húsini og niðast síggja vit bankan, sum heldur uppá pengarnar við jarnrimum. Á statisku pyramidukompositiónini skilja vit, at støðan er verandi, fastfryst, men á kompositiónin niðri undir, ið avmyndar uppreistur, vendur spíssurin á pyramiduni niður eftir og er við at koppa. Hendan myndin er dynamisk, okkurt er í ferð við at henda...



Digeo Rivera: Fryst virði 1931


Diego Rivera: Uppreisturin 1931


TIL LUKKU VIÐ HØGRASTJÓRNINI
TIL LUKKU VIÐ FLATSKATTINUM
TIL LUKKU VIÐ STÆTTARMUNINUM
TIL LUKKU VIÐ MISMUNINUM
TIL LUKKU VIÐ NEPOTISMUNI
TIL LUKKU VIÐ BIDDARAGONGDINI, TIL LUKKU

GAPA, TYGG, SMAKKA OG SVØLG SO
TÚ FEKST TAÐ, TÚ BESTILTI, VÆL GAGNIST, TIL LUKKU

TIL LUKKU VIÐ ÓNØGDINI
TIL LUKKU VIÐ MÓTMÆLISGONGUNUM
TIL LUKKU VIÐ FRÁFLYTINGINI
TIL LUKKU VIÐ VALINUM
TIL LUKKU VIÐ SIGRINUM
TIL LUKKU OG GÓÐA EYDNU

GAPA, TYGG, SMAKKA OG SVØLG SO
TÚ FEKST TAÐ, TÚ BAÐST UM, VÆL GAGNIST, TIL LUKKU