Monday, May 28, 2012

Moralur og Melodi Grand Prix



Tað gekk upp fyri mær í gjár, at eg ikki havi sæð Melodi Grand Prix í fleiri ár. Í øllum førum veit eg, at eg ikki havi sæð tað tey skjótt mongu árini, sum eg havi kent mann mín. Tí eg bleiv ikki bara bilsin, men næstan eisini skelkað yvir hansara greidliga passioneraðu viðurskifti í mun til hetta fyribrigdið, yvir hansara greitt orðaðu sjónarmið í mun til hvør koreografi, hvørji klæði og hvør hárseting hóskar seg til Melodi Grand Prix umframt hansara beinhørðu greiningar av vinnaramøguleikunum hjá teimum ymisku. Hann hevði fepur, men eg má allíkavæl siga: Hatta hevði eg ikki ordiliga roknað við. Sum forrestin eisini sambært Politiken var svarið hjá danska luttakaranum Soluna Samay uppá hví hon fekk eyðmýkjandi 21 stig.

Tað var ómøguligt at gera nakað skilagott meðan hetta stóð uppá og altso ikki bara tí tónleikurin var so ørkymlandi, at eg ikki fekk konsentrerað meg um nakað sum helst. Men so kom stighandanin og tað er altíð áhugavert og danski viðmerkjarin, sum vit hoyrdu í Kringvarpi Føroya var við at doyggja yvir, at Svøríki ikki gav Danmark nøkur poeng: ”og spørgsmålet er om vi overhovedet kan stole på dem længere, og de baltiske lande – det ved vi – de holder sammen, og tak til Norge (som vi så til gengæld ikke giver nogen point), og ja, ja obligatoriske point til Aserbadjan”. Og at enda: ”vi er virkelig, virkelig glade på Sveriges vegne, og det er også det bedste der kunne ske for Danmark, når vi nu ikke selv vandt, så skulle Sverige vinde. Tillykke Skandinavien.”

Tað er ein fantastiskur leikur av tjóðskaparligum absurdteater, sum gongur fyri seg. Vónbrotini yvir sviknar alliansur og vantandi grannanepotismu blandast við gamalt agg og gemena rasismu og eftir, at tann tungi, tungi ósigurin er veruleiki verður tað vent til sigur: Til lukku Skandinavia.

Tjóðin er bjargað gjøgnum assosiatiónina við aðrar tjóðir. Vit kunnu slappa av í tryggari sannføring um tjóðarinnar suverenitet, og so kemur tað altjóða aftrat. Tí Eurovisiónin er eisini ein veitsla fyri tí internationala og fyri sátt og semju millum mentanir. Ein bábelsmyta um sambandið millum øll fólkaslag gjøgnum popptónleik. Spælið millum tað altjóða og tað tjóðskaparliga er fantastiskt at skoða, tí hetta samljóðið, sum næstan nær bíbilskar dimensiónir er sjálvandi bara til gjøgnum fordómar og felagsmálið, popptónleikurin, er bara til so mikið leingi sum tað varðveitir dialektunnar mentanarliga og sosiala hierarki. 

Fyri at tað heila skal kunna lata seg gera, skulu tað vera munir, so vit kunnu varðveita okkum sjálvi, men hesir munir skulu helst einsrættast, so at hini verða lættari at slúka. Og tað er eisini í lagið, og so kunnu vit gott gloyma, at kappingin snýr seg um ta sonnu maktina; pengamaktina, og at alt hetta samljóðarshowið man hava kostað milliardir.

Ja popptónleikir megnar nógv, eingin ivi um tað. Hann vísir munir og einsrættar munirnar, eins og hann samlar okkum kring tað nationala og tað altjóða. Tað er fínt. Men í ár skuldi hann so eisini hevjast yvir moralin. Hann skuldi hevja seg uppum tað forbannaða svínaríið, sum gongur fyri seg í Aserbadjan og skapa so søtan tónleik, at vit gloymdi alt um kúgan vantandi talufrælsi og skamfaring av fólkinum. Og tað hvørki megnar ella eigur popptónleikurin.


List nýtist ikki vera politisk, á ongan hátt og alt hatta við, at tónleikurin er eitt felags mál er fínt. Men listafólkini mugu eisini hava rygg. Tey skulu ikki taka lut í tílíkum svínaríið, tey skulu taka støðu og teimum nýtist ikki at bíða eftir, at onkur onnur lond fyrst taka støðu. Tey skulu bara gera tað. Siga: tví, stingið tykkara køvandi stýrið upp í reyvina, eg stilli ikki upp í lærstuttum og risti mína til tykkara propagandatónar. Er popptónleikurin hevjaður yvir moral, hvat verður so tað næsta? Fótbóltur?