75 ára framsýningin hjá Arnold Vegghamar var heilt fantastiska góð og tey munu vera nógv, sum iðra seg um, at tey ikki tóku seg saman at fara til Viðareiðis teir tveir dagarnar, framsýningin var opin. Eg tosaði við listamannin, sum var fegin um uppmerksemið, sum Viðareiðis Kommuna veitti honum við tiltakinum í skúlanum. Eg forvitnaðist um eina ávísa mynd, sum var ogn og hví hon var tað, tí eg hevði hug á hesi myndini. Lítillætni listamaðurin greiddi mær frá, at myndin kanska fór at vera at síggja á Várframsýningini, tí hann ætlar at senda hana inn, so vissi ikki myndin verður sensurerað burtur, so kanska... Myndina seti eg inn her niðri undir og ein fotomynd fær á ongan hátt úttrykt hvussu fullgjørd og føgur myndin er. Vit gleða okkum longu til Várframsýningina, sum í ár næstan er ein summarframsýning, tí hon letur upp 8.juni, og vóna ikki, at okkurt skítbýtt tema forðar fyri góðu listini.