Eftir Kirsten Brix, lektari, ph.d.
Landsstýrisfólkini í samgonguni endurtaka upp í saman, at
skatturin má niður, tí føroyingar hava hægsta skattatrýstið í verðini. Tá ið
skattastøðið fer at liggja á sama støði sum hjá teimum londum, vit sammeta
okkum við, fara fólk at flyta til Føroya, sigur Kai Leo. Veruleiki ella
ideologi?Eg veit ikki, hvussu viðurskiftini eru í hinum norðurlondum (sum vit plaga at sammeta okkum við, sum hann sigur), men í Danmark er tað samlaða skattatrýstið munandi hægri enn í Føroyum. Fólk, sum eiga eignan bústað, gjalda t.d. ”ejendomsværdiskat og ejendomsskat”, harafturat gjalda fólk avgjøld av ymiskum slag so sum gjald fyri vatn, umhvørvisavgjøld, eisini arvaavgjøld eru munandi hægri.
Í Føroyum rindar tú 0 kr til land og kommunu, um tú eigur og hevur goldið tíni hús. Býrt tú til leigu, heldur tú áfram at gjalda – helst hækkandi – leigu.
Gerandisvørur, meðni? Tørvurin er nøkulunda tann sami, um tú fortjenar nógv ella lítið. Við tí skattaskipanini, sum júst er gjøgnumførdur, hava tey, sum fortjena nógv, fingið munandi betri ráð at fara í Miklagarð og FK, meðan tey, sum hava eina miðal- ella láginntøku, ongan lætta hava fingið.
Fólk (menn), sum arbeiða uttanlands, mugu hava sersømdir sum t.d. eyka skattalætta, annars rýma teir, sigur Jørgen Niclasen. Sæð burtur frá, at hetta er grov skuldseting móti hesum fólkum, so er spurningurin, um hetta er veruleiki ella ideologi. Men harafturímóti er tað ein sannroynd, at familjur rýma av landinum, móti teirra vilja, tí tey hava børn við serligum tørvi. Við teimum sparingum, sum settar eru út í kortið, verður ikki ráð at hava kvalifiserað fólk, sum kunnu bjóða nútímans viðgerð.
Tey ungu? Ja, tey eru altíð farin burtur at fáa sær útbúgving. Vel. Men tað er ein trupulleiki, at tey ikki venda aftur. Er tað skattatrýstið í Føroyum, sum heldur teimum burtur? Ein stórur partur býr í Danmark, so tað man neyvan vera orsøkin, við tí samlaða skattatrýstinum, sum har er. Við tí skattapolitikki, sum samgongan førir, verður í framtíðini minni at koma heim til. Størvini, sum tey útbúnu fólkini eru kvalifiserað til, finnast ikki, tí pengar eru ikki til at reka, halda við líka og menna sjúkrahús, viðgerðareindir, skúlar, útbúgvingarstovnar, gransking o.s.fr.
Tað ríka mentanarlívið? Ja, har kunnu vit, sum njóta sjónleikin, konsertirnar, framsýningarnar, bókmentirnar o.s.fr. gleðast – og undrast. Bara eitt: tjóðpallurin er enn eina ferð settur í bíðistøðu. Ferð eftir ferð hava sjónleikararnir víst okkum áskoðarum spæl á altjóða støði og forkelað okkum við støðugt hækkandi støði. Men hvussu leingi orka tey? Tað er ofta ávíst, at íløga í mentanarvirksemi kemur fleirfalt aftur, tí hon skapar arbeiði til ymiskar hjágreinir.
Jørgen Niclasen og Kai Leo Johannesen siga, at teir ætla at steðga fráflytingini. Men við verandi gongd skapa teir fráflyting og syrgja fyri, at fólk, sum eru flutt, ikki venda aftur. Eitt samfelag, har tað almenna økið og mentanarøkið eru niðurpínd, lokkar ongan til sín. Og tá ið vælferðarsamfelagið, sum er ment upp gjøgnum seinastu øld, fær tað skapið, sum ideologiin hjá hesari samgonguni ætlar sær – ja, tá verður dýrt at búgva í Føroyum.