Fyrst segði gitni arkitekutrin Mies van der Rohe “Less is
more”, so svaraði arkitekturin Robert Venturi “Less is a bore”. Við hesum báðum
effektivu setningunum fingu vit eina einfalda mynd av muninum millum
modernismuna og postmodernismuna. Men kritikkurin hjá Robert Venturi av
modernistisku byggifrøðini var kortini ikki so eintýddur. Hann meinti sín
setning í virðing fyri serliga tí fyrstu modernismuni. Hann vísti sera
hegnisliga á eitt nýtt rák í byggifrøðini, eitt nýtt margfeldi, sum skuldi
avloysa ta einføldu, beru, funksjónellu modernismuna.
Ein av mest áhugaverdu bókunum, sum eg havi lisið um byggifrøði er bókin “Learning from
Las Vegas”, sum Venturi skrivaði saman við Denise Scott Brown og Steven Izenour
í 1972. Bókin greinar byggifrøðina við dømum úr The Las Vegas Strip. Her verður víst á
tekin, sum bera eina ørgrynnu av súmbolum, hjátýdningum og eyðkennum í sær, og
tí eru eitt slag av margfeldi. Byggifrøðin í Las Vegas hevur fleirmentanareyðkenni
og individualismu, poppmentan og siðbundna mentan, hámentan og lágmentan og
nógv afturat. Tí er talan um eina byggifrøði, sum áhaldandi samskiftir við alt
og øll.
Býlingurin Inni á Gøtu, sum Gunnar Hoydal, so hegnisliga
hevur skapað, minnir ikki beinleiðis um Las Vegas, men hugskotini hjá Venturi eru
so ella so til staðar, tí allur býlingurin samskiftir og er hugskotskveikjandi.
Millum tveir brandmúrar sluppu fólk sjálvi at byggja síni hús – ”Architecture
without architects”, sum Venturi segði –
og úrslitið er framúrskarandi. Øll hava valt ymiskar formar og litir og ymisk
súmbol, sum skulu vísa, hvørji tey eru. Summi hús er í gomlum føroyskum sniði
og onnur eru beinleiðis postmoderistisk – ikki tvey eru eins.
Útsýnið eystureftir er hugvekjandi og telur uppeftir, tá man
skal velja eitt stað at búgva, men eg havi eisini skilt, at umhvørvið er gott
og at Inni á Gøtu er eitt gott og hugnaligt stað at búgva. Hesum trúgvi eg væl,
tí tá man í nýmótans íbúðarbygging sleppur at vísa sína persónsmensku og
sleppur at samskifta síni persónligu eyðkenni, so hevur tað stóran týdning fyri
trívnaðin – bæði hjá sær sjálvum og hjá hinum. Eg sá einaferð eina kanning, sum
nakrir arkitektar í Hollandi høvdu gjørt. Teir komu til, at bara fólk sluppu at
velja sín egna postkassa ella girðing ella litin á vindeygunum, so hevði tað
betri trivnað við sær og kveikti lív í nýggju býlingunum, sum annars ofta vóru
steindeyðir.At rósa Inni á Gøtu í dag kann tykjast løgið, men kortini. Nógva staðni í høvuðsstaðnum eru komnir nýggir íbúðarbýlingar, sum vit mugu síga eru langt frá Las Vegas. Her eru nakrar myndir, sum vísa hvussu væleydnað margfeldið Inni á Gøtu er. Niðriundir eru myndir av nýmótans íbúðunum í hinum endanum á býnum – undir Kongavarða – har arktekturin hevur valt eina heilt aðra loysn. Her er útsýnið – ja, um gjørligt – enn meiri fantastiskt, men her sluppu fólk ikki at seta sín egna dám á, tí er alt sera einsháttað. Enn ber ikki til at siga, um undir Kongavarða, er eitt stað, har fólk fara at trívast í nógv ár, men um vit skulu læra okkurt av býlinginum Inni á Gøtu ella úr Las Vegas, so var vert at umhugsa nøkur blikk av máling.