Tuesday, May 1, 2012

Góða dagbók: Lívið er týdningarmiklari enn listin.

Pernille Kløvedal Helweg

"Lívið er týdningarmiklari enn listin" skrivaði amerikanski rithøvundurin James Baldwin "Tað er tí listin er týdningarmikil".

Tað havi eg altíð hildið var so vakurt orðað.

Orðini fingu tó ein øðrvísi ítøkiligan týdning fyri meg fríggjadagin, tá eg sá framsýningina “Hvalatekin” í Norðurlandahúsinum. Eg gjørdist sera bilsin yvir at kenna meg meg stoytta yvir hesa listina, sum stór vøkur djór hava latið lív fyri, og sjálvt um tað jú ikki er fyrstu ferð, eg havi sæð list, sum involverar deyð djór, føldi eg meg brádliga noyddan til at gera upp við meg sjálva um eg hevði etisk kvabbabbilsir yvir verkætlanina. Mín fyrsta reaktión var at síggja tað sum nakað positivt, at meta tað áhugavert, at listin kann vekja kenslur í okkum, sum ikki á sama hátt vakna av endaleysu røðini av ræðuleikum í fjølmiðlunum. Men eg endaði við at uppgeva granskingina av mínum egna morali, kjakið í mínum egna høvdi gjørdist perverst, tá eg byrjaði at umhugsa um eg tá haldi tað vera meira í lagið um djór doyggja fyri góða list enn fyri vánaliga. Eitt tílíkt kjak troysti eg mær ikki út í, ikki eingang við meg sjálva. Eg fór í staðin heim og stokti búffar uttan at hugsa serliga nógv um kúnna, sum heilt vist heldur ikki hevur havt heimsins besta lív, men merkiliga fegin um at sleppa frá listini og yvir í lívið.

Fríggjadagurin fór og leygardagurin kom og fór uttan list. Sunnudagin fann eg útav, at har var enn ein fernisering, sum eg helst átti at farið til. Framsýningin við veruleikatrúgvu, superrealistisku málningunum hjá Thomas Kluge læt upp klokkan tvey í Listasavni Føroya, og tað kundi heilt vist verið áhugavert at sæð, um hendan framsýningin kundi latið upp okkurt í mínum huga. Men familjan var eisini boðin til døgurað hjá góðum vinum klokkan tvey, og tað hevði eg nógv meira hug til. Ragnhild hevði gjørt fiskafat og tá vit høvdu etið, sótu vit báðar einsamallar eftir og prátaðu um summarfrítíðina meðan vit eygleiddu børnini, sum klatraðu alt ov høgt og vóru alt ov illa ílatin, men eingin okkara gjørdi nakað við tað og tað tóktist sólarklárt, at hetta er lívið, at lívið er tað týdningarmiklasta og at tað skal sleppa at henda í friði og náðum.


 Nú er tað mánadagur og meðan eg skrivi gongur tað upp fyri mær hví eg ongantíð havi skrivað dagbók. Mær dámar ikki at dokumentera mítt lív og eg vil heldur lata framtíð og fortrongingar avskepla, órógva og tulka fortíðina. Tað er tí listin er týdningarmikil. Tí lívið er týdningarmiklari. Tí lívið er so týdningarmikið, at vit ikki hava orð fyri tí, tí pínan av deyðanum er so óendalig, at vit ikki fáa skapt myndir av honum, tí alt er so forbannað stórt, ræðuligt og vælsignað. Tað er tí, at tað gevur so góða meining at byrja eina nýggja viku, sum skal verða merkt av einari rúgvu av list, og har eg fari at arbeiða við at orða nútíðarlistina sum var tað týdningarmiklari enn sjálvt lívið.

Framsýningin HVALA TEKIN / FELTGRA FIKKUR  í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti
27. apríl – 28. mai 2012

Framsýningin Myrkur veruleiki við danska listamanninum Thomas Kluge á Listasavni Føroya
29. apríl - 12. mai 2012

(IS)