Wednesday, May 23, 2012

Diskominnir




Í glæmuni frá einari snarandi diskokúlu kann minnið tykjast so merkiliga ókronologiskt og glitrandi, og er tað veruliga so langt síðani? Jú eg meini avgjørt, at Dania fyllti ellivu ta ferðina, eg fór í føðingardag við einari pinklittari maxisingle hjá Tinu Charles, sum eg helst hevði frá stórusystir. Vit floksfelagar hjá Daniu í 6B í skúlanum á Frúutrøð vóru í føðingardag henda dagin, tá pinkalítla kamarið við brúnu briksini í brúnu húsunum uppi á Frútrøð 14 varð umskapað til veritabult diskotempul. Sangirnir hjá frú Charles "Dance little lady dance" og "I love to love" vórðu spældir á tamb og bara teir. Altso har var eingin onnur pláta enn hendan eina spæld tann dagin, og hon varð spæld áhaldandi og alla tíðina, so at hvørja ferð tann eini sangurin varð liðugur, varð plátan vend og hin sangurin spældur. Eg minnist, at vit dansaðu, sum fingu vit løn fyri tað, og alt var akkra sum ordiligt, sjálvt dreingirnir vóru við hesa glæsiligu diskostund, tá vit fingu spennandi varhugan av framtíðini, at teir annars so barnsligu dreingirnir einaferð fóru at kunna brúkast til annað enn til at gera fortreð.

Diskoføðingardagurin hjá Daniu og onnur glitrandi diskominnir floymdu yvir meg hendan dagin, tá eg hoyrdi at diskodrottningin Donna Summer herfyri var deyð av krabbamein - somu herviligu sjúku, sum nú eisini var eftir næstsíðsta liminum av disko-tríeinigheitini Bee Gees, frálíka sangskrivaranum Robin Gibb. Tí eg lurtaði nógv eftir brøðrunum Gebiss og Donnu Summer tá seinast í sjeytiárunum og tíðliga í áttatiárunum, men kanska vóru vit eitt sindur eldri enn 11, eini 12-13 ár, tá vit dyrkaðu maxisingluna hjá Summer við løgunum "Love to love to love you baby" og "I feel love" og hon stavaði heilt vist eisini úr plátusavninum hjá stórusystir, tí hetta var øgiliga vaksin tónleikur, helt eg.

Eg minist ikki, at eg beinleiðis skilti teir erotisku undirtónarnar hjá Donnu Summer, ella kanska skulu vit kalla tað yvirtónar, tí tað erotiska var, álvaratos, ikki serliga undirspælt. Frú Summer er hervilig at stuna, so hervilig, at eg í dag rodni, tá plátan av misgávum verður spæld í útvarpinum, men sjálvandi gav sangurin okkum eisini tá varhugan av onkrum fyrijáttandi óskikkiligum, um vit ikki skiltu alt. Teksturin "oooh I feel love, I feel love I feel love osfr" var ikki serliga torførur hvørki at læra ella at minnast, men diskotónleikurin hevur nú hinvegin ongantíð verið serliga intellektuellur. Hetta var dansitónleikur burturav, ið talaði beinleiðis til kroppin og serliga niðara part av kroppinum við greiðum boðum til føtur og rumpu um at fremja áhaldandi rytmiskar rørslur. Tað var Giorgio Moroder, sum stóð fyri ljóðinum á plátuni hjá Donnu Summer, og hetta ljóðið fekk stóra ávirkan, eitt nú skal Brian Eno hava verið fullkomiliga hugtikin av ljóðinum á "I feel love". 


Haldi ikki, at vit yvirhøvur hugsaðu um, at vit í Havn vóru partur av einari heimsaldu av disko, sum floymdi yvir allan heimin við diskomentan og diskotekum. Hendan mentanin kyknaði upprunaliga í New York í samkynda umhvørvinum kring spælistøð sum The Loft og Sanctuary, men breiddi seg til meira mainstream støð sum Studio 54. Í Keypmannahavn kallaðist diskotekið Daddy´s og í Havn var tað Queen ella Gaman, sum lá við síðuna av Ullvøruhúsinum í Niels Finsensgøtu. Har var eg bara eina ferð, væl yngri enn aldurmarkið loyvdi, men eg var ovurhonds imponerað av diskokúluni og smartheitini og teirri monomanisku dyrkanini av "Hands up" hjá Ottawa, ið fekk øll tey smørtu á dansigólvinum til at lyfta hendurnar upp í senn hvørja ferð niðurlagið varð endurtikið. Diskotónleikurin var myndaður av orkumiklum, einstáttaðum, men funky bassrytmum og eini ovurnøgd av synesizer-effektum, sum stundum ljóðaðu sum floytur, violinir ella klokkur. Diskotónleikurin var dansivinaligur, øtiliga taktfastur við markeraðum taktsløgum á stórtrummuni, og við herðslu á 2. og 4.taktslag á lítlutrummuni, so at tey dansandi ongantíð vóru tað minsta í iva um dansitaktina og so var diskogittarin eisini serstakur við klárum og stuttum, rytmiskum waggawagga ljóðum.   

Úti í stóru verð hevur diskotónleikurin ikki fingið so øgiliga positivt eftirmæli, alt glitrið og diskokúlurnar vóru helst við at tryggja hesum tónleikaslagi ævigan lágmentanarligan status sum kitsch. Úti í stóru verð tóku tey rúsevni á Manhattan og Studio 54 læt aftur, diskotónleikurin rulaði bert fá ár frá umleið 1977 til 1982 og tað var helst bara í Føroyum - the land that time forgot - at vit hildu áfram at dyrka disco og discoavleggar langt uppí hálvfemsini. Í 2004 vórðu týsku diskodaskararnir Boney M uppafturgravaðir fyri at framføra á tí fyrsta Summarfestivalinum í Klaksvík. Úti í stóru verð var uppreistur móti diskotónleiki, sum seinni aftur var tikin upp aftur og mentur í ymsum øðrum sjangrum Men einki av øllum hesum góvu vit okkum far um í lítla diskotemplinum hjá Daniu hendan várseinnapartin í 1979, tá vit við einari maxisingle hjá Tinu Charles fingu undursama fyrijáttilsið um at vera komin í vaksnamannatal.