Tuesday, May 22, 2012

Mentanartøl


Eitt av nógvum evnum, sum vit javnan øsa okkum um er, at vit ikki hava tal uppá mentanina. Vit vita ikki hvussu stór mentanarnýtslan er og vit vita ikki hvussu nógv halda, at listin og mentanin skal stuðlast alment, vit vita ikki hvussu nógv halda, at list og mentan hava ein leiklut í mun til trivnaðin í samfelagnum.

Eftirsum ráðini ikki eru til eina Gallupkanning, hava vit sum eina lítla byrjan sett gongd í eina ókeypis, men kanska eisini heldur minni vísindaliga facebook-kanning, sum vit fegin vilja mæla øllum til at taka lut í. Kanningin er her:
https://www.facebook.com/questions/3982243122808/

Spurningurin ljóðar heilt einfalt: Hvussu stóran týdning hava list og mentan fyri trivnaðin í landinum? Og svarmøguleikarnir eru: Ongan týdning, lítlan týdning, stóran týdning ella avgerandi týdning. 


Vit halda, at hesin spurningurin er upplagdur at byrja við, tí hann er so grundleggjandi og tí tað er ein spurningur, sum kanningar eru gjørdar av í at kalla øllum øðrum londum. Tessvegna er samanberingargrundarlagið stórt. Vit vóna, at ráð verða til eina størri kanning, sum kann siga okkum meira um mentanarnýtsluna, so at tað harvið gerst lættari hjá politikarum at leiða mentanarpolitikkin, finna útav hvussu listastuðulin skal skipast og á hvønn hátt stórar íløgur skulu raðfestast. So gleðið okkum við tykkara luttøku.