Myndirnar hingu áður í kjallaranum, men hanga nógv betri í dag uppi á við dagsljósi úr erva, sum spjaðist javnt niður yvir myndirnar orsakað av einum tunnum, hvítum, gjøgnumskygdum klæði, sum hongur fyri loftsvindeyguni. Árinið er vakurt og hugtakandi, men tað er eisini merkiliga samtíðarligt. Eg kom í hvussu so er í tankar um fleiri samtíðarlistafólk, meðan eg spákaði inni í teimum báðum ovalu rúmunum hjá Monet, t.d. fingu onkur strok meg at hugsa um Per Kirkeby, meðan onkur glotti fekk meg at hugsa um Trónd Patursson. Sterku litirnir fingu meg at hugsa um Torbjørn Olsen, serliga teir violettu litirnir. Tá Torbjørn fyri nøkrum árum síðani var biðin um at greiða frá eini fyrimynd í blaðnum Braga, valdi hann eina av teimum seinastu myndunum hjá Claude Monet av japonsku brúnni í urtagarði hansara í Giverny.
Claude Monet (1840-1926) er kendur fyri sítt stóra avrik sum slóðari hjá impressionismuni. Hann var millum teirra, sum fór út í náttúruna í "plein air" at mála. Á kunstakademinum var annars hevd at mála inni m.a. av tí, at ljósið ikki skuldi sýnast ov grefligt og fyri at formarnir kundu endurgevast so vakurt sum yvirhøvur møguligt. Av somu grund var eisini vanligt at nýta myrka undirmáling og at blanda litirnar á palettini áðrenn smurt varð á løriftið. Meðan Monet og onnur listafólk málaðu uttandura, fingu tey alsamt størri áhuga fyri hvussu ljósið ávirkar útsjóndina á øllum lutum. Nú fingu listafólkini áhuga fyri náttúruvísindaligum kanningum av hvussu okkara sjón og fatan virkar. Í sól tykjast allir lutir upploysast til ólikamligt ljós, og Monet varnaðist, at skuldi hann mála eina mannamúgvu í sólskini og skuldi hann vera trúgvur mótvegis sjónini, mátti hann mála andlitini sum prikkar. Hann gjørdist somuleiðis varur við, at ljósvirðið í einum liti minkar fyri hvørja ferð, hann verður blandaður við einum øðrum liti. Heldur tú fram við at blanda litir saman endar blandingsliturin í svørtum, sum er ein litur uttan ljósvirði. Áhugin fyri ljósinum fekk Monet til púrasta at beina svart burtur úr síni palett og tað sama gjørdu fleiri av hinum listafólkunum, sum í staðin brúktu mótsetningslitin hjá málaða lutinum, tvs. litin sum í einum litsirkli er longst burtur frá upprunalitinum, til at mála skuggar við. Monet fór eisini at smyrja reina litin beinleiðis á løriftið uttan nakra undirmáling og uttan at blanda litirnar frammanundan. Hevði hann tørv á grønum, málaði hann umframt grøn litbrigdi, eisini gular og bláar prikkar við síðuna av hvørjum øðrum. Úrslitið er ein bjartari grønur litur og ein mynd full av prikkum, ið samla seg í eyganum á áskoðaranum. Optiskt litbland og gransking av ljósinum førdi eisini við sær røðir av myndum av sama myndevni, sum eru málaðir ymiskar tíðir í samdøgrinum, t.d. málaði Monet eina røð av myndum av sátum, ið fingu stóran týdning fyri Kandinski, tá hann sá tær í 1895. Hann øtaðist um, at hann var noyddur at leita fram verkyvirlitið til tess at finna út av hvat myndirnar avmyndaðu, men hesar myndirnar fóru ikki frá honum aftur og tær munu hava havt stóran týdning fyri menningina av abstrakta málarínum.
Listarligu rembingarnar í Paris í seinnu helvt av 19.øld gróvu eina gjógv millum tað etableraða listaumhvørvið og listafólkini. Á heystframsýningini í Paris, sum var staðið, har listafólk sýndu fram, vórðu alsamt fleiri verk havnaði av dómsnevndini og hetta førdi í 1874 við sær, at nøkur listafók tóku seg saman at skipa fyri einari sjálvstøðugari framsýning. Ein av framsýnarunum á hesi framsýningini var Monet, ið m.a. sýndi fram eina mynd við heitinum "Impression. Soleil levant", ið legði dent á, at tað snúði seg um hansrara egnu fatan av einum sólarrisi. Men í bløðunum og millum fólk var framsýningin hildin fyri tað turra spott. Hetta var jú ordiliga stuttligt; ein framsýning við listafólkum, sum ikki dugdu at mála. Alt var so flatt og ófantaligt í hesum prikkutu og svansutu myndunum, hetta var snøgt sagt tað bera meiggj. Í einum speiritið vórðu listafólkini rópt eftir heitinum hjá Monet "Ces impressionistes" og hóast heitið upprunaliga var samheiti við ódugnaskap og fesj, valdu listafólkini sjálvi at brúka tað í teimum komandi impressionistaframsýningunum. Uppreisturin móti einaráðandi akademistílinum fór um alt Evropa, har listafólk, ið ikki sluppu at vera við á teimum etableraðu framsýningunum, skipaðu fyri teirra egnu, t.d. "Independenten" í Svøríki, "De refuserte" í Noregi og "Den Frie Udstilling" í Danmark.
Í Føroyum hava vit einki akademi og einki veruligt grundarstøði at gera uppreistur ímóti. Einasti listarligi uppreistur, vit hava havt var fakliga grundaður og snúði seg sum kunnugt um, at leiðari Listasavnsins ikki hevði listfakliga útbúgving. Men eisini hetta mótmælið úrslitaði í myndanini av einum bólki, Heystframsýningarbólkinum, ið sýnir fram í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST á hvørjum ári. Áðurnevndu listamenn, Tróndur Patursson og Torbjørn Olsen eru limir í hesum bólki, og báðir halda teir nógv av Monet. Torbjørn skrivar: "Fyri meg hevur franski málarin Claude Monet altíð verið litsins málari. Flest øll kenna vit hann frá impressionismuni, sum tann ítasti í hesum bólki, men tey fæstu munu vita, at hann menti seg so mikið til seinast, at mann næstan kann rópa hann ekspressionist..". (s.31 Bragi nr.1/2000).
Millum tey progressivu avantgarde listafólkini var lítið hildið um nykrósurnar, tá tær vóru avdúkaðar á Orangerie í 1927 árið eftir, at Monet doyði. Myndirnar vórðu av mongum mettar sum listarligar anakronismur, eitt slag av dekorativari impressionismu, ið kom ov seint, heili tveyhálvtrýss ár aftan á ta fyrstu gjøgnumbrotsframsýningina hjá impressionistunum. Men stendur tú inni í einum av teimum báðum ovalu rúmunum er tað sum um allir ismuspurningar gerast týdningarleysir. Hetta er markleyst málarí, útinnt av einum málførum málara, ið hevur lagt í myndirnar allar sínar listarligu erfaringar.
Millum tey progressivu avantgarde listafólkini var lítið hildið um nykrósurnar, tá tær vóru avdúkaðar á Orangerie í 1927 árið eftir, at Monet doyði. Myndirnar vórðu av mongum mettar sum listarligar anakronismur, eitt slag av dekorativari impressionismu, ið kom ov seint, heili tveyhálvtrýss ár aftan á ta fyrstu gjøgnumbrotsframsýningina hjá impressionistunum. Men stendur tú inni í einum av teimum báðum ovalu rúmunum er tað sum um allir ismuspurningar gerast týdningarleysir. Hetta er markleyst málarí, útinnt av einum málførum málara, ið hevur lagt í myndirnar allar sínar listarligu erfaringar.
Hugskotið til "Les Nymphéas" er grundað í nykrósuhylinum í urtagarðinum í Giverny, sum Monet byrjaði uppá longu í 1893. Fyrstu myndirnar av nykrósunum eru frá 1895 og í 1899 byrjar hann at mála røðir av nykrósunum. Tær verða hansara høvuðsmyndevni restina av lívinum. Monet fekk diagnosuna eygnastar í 1912 og fór um somu tíð hann undir nakrar monumentalar myndir, sum hann bygdi eitt nýtt stórt atelier til. Í einum brævi til vinmannin Georges Clemenceau í 1918 skrivar Monet um hugskotið at geva franska statinum nøkur monumental verk. Monet arbeiðir við hesi verkætlan samstundis sum hansara eygnasjúka versnar. Áðrenn hann doyr boðar hann frá, at hóast hann ikki heldur allar myndirnar vera heilt lidnar, skulu tær latast franska statinum, ið letur upp Orangerie-savnið fyri almenninginum í 1927.
Trýss ár aftaná upplivdi eg tær á fyrsta sinni saman við Jette og floksfelagunum og fimmogfýrs ár aftaná í hesum Harrans ári 2012 er tað sum um myndirnar í ovalu framsýningarrúmunum fullkomiliga taka meg av ræði við teirra markloysi. Hetta markloysið merkist ítøkiliga í myndunum, sum eru stórar og sum ikki eru avmarkaðar av vanligum fýrkantaðaum blendrammum, tí veggjamálningarnir eru settir upp á veggin í tveimum ovalum rúmum. Men markloysið er eisini eitt listarligt poeng við myndunum, ið loysa seg frá impressionistiska, naturalistiska málsøkinum m.a. við at dyrka tað kunstiga og við einari tilvitaðari ørkymlan av okkara sansum. Í myndini "Skýggj" síggjast himnaspeglingar og silvitni á vatnskorpuni, men av tí at eingin horisont hómast í horisontalu myndunum, og av tí at ein loddrættur heingipílur definerar forgrundina, tekur myndin meg av fótum á sama hátt sum "Bládýpi" hjá Tróndi Patursson ger tað. Tað sama gera sterku litirnir, ið gløða og glitra og titra, so at eg brádliga og uttan annað árin enn hvat eitt einkult franskt hvítvínsglasi fær avrikað mitt á degi - kenni meg rúsaða av litum við eini brádligari kenslu av nágreiniligum innliti í hvussu hon hevði tað á sinni hon sjálv við kaleidoskop-eygunum, Lucy in the sky with diamonds.