Hvat siga ráðini?Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga. Gitið við í dag og teir komandi dagarnar.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga. Gitið við í dag og teir komandi dagarnar.
Fíggjarmálaráðið
Byggilist, sum demonstrerar makt er
bygt til allar tíðir og størri bygningsverk, sum kosta nógvan pening at byggja,
munnu næstan altíð útstrála okkurt slag av makt. Byggilist speglar natúrliga
tann ráðandi hugsunarháttin í einum givnum tíðarskeiði - hugsunarháttin hjá
valdsharrunum - og tílíkir bygningar eru sostatt effektivir maktmiðlar. Maktbyggjarí gjøgnum
tíðina hevur sjálvsagt broytt seg líka nógv sum tær hugsanir, sum liggja
aftanfyri, men tað eru allíkavæl nakrir eginleikar, sum vit kenna aftur frá
bygningum fyrr í tíðini.
Tíðliga í miðøldini var tað kirkjan, sum hevði ræði. Í romansku byggilistini í
tíðarskeiðnum eru katedralarnir sostatt teir mest umráðandi maktbygningarnir.
Hetta vóru massivir, tungir, introvertir bygningar, sum við risastórum múrum
varðveiddu tað innara, heilaga rúmið. Bygningarnir høvdu fá og smá op og har var smáligt
við prýði, men teir bóru fram velduga styrki. Seinni í gotisku byggilistini gjørdust
bygningarnir ljósari, meira loftvaksnir. Teir vóru evnaðir sum myndir ella
ítøkilig hjávera av einum almáttuga gud, ið mæltu fólki til eyðmýkd.
Í renesansuni gjørdist bankakapitalurin til eina stóra makt, ið førdi nýggja
byggilist við sær, íblást av grikskari fornøld og av harmoniskari geometri, og í
barokkinum bygdu arkitektarnir bygningar fyri kirkjuna, krúnuna og aðalstættina
við framúrskarandi fasadum, sum skiltu sundur tað ytra frá innara rúminum eins
og samfelagsliga sundurskiltar sferur. Aftan á ídnaðarkollveltingina vórðu
maktbygningar bygdir fyri borgaraskapið sum speglaðu ta borgarligu
listafatanina og leitaði aftur til søgulig ideal og fortíðar maktmál.
Samstundis mentist byggitøknið og hópframleiðsla av byggielementum og í 20. øld
hendi ein broyting innan byggitilfarið, tá áhugin vaks fyri betong, glasi og stáli. Rationalisering, standardisering, konstruktivitetur - sannføri, sannleiki
og einfeldi - makt.
Fíggjarmálaráðið heldur til í tí sonevnda Albert Hall á Argjum.
Bygningurin stendur á eini høvd, so hann fær hugt niður á onnur, men annars er hann fullkomiliga
læstur av fyri umheiminum. Tað er ein massivur kassi, id sýnist ókomandi ígjøgnum - sjálvt
glasið tykist óbrótandi og úttrykkið er næstan illviljað. Har kundi tað sama
verið píkatráður kring bygningin ella kanónir. Við hørðu framsíðuni av svørtum
stáli og myrkum vindeygum demonstrerar bygningurin totala og brutala makt,
bygningurin tykist merktur av ómenniskjaligum jarnvilja og letur seg ikki ræða.
Mann kann hótta ella eymka, bygningurin er hvørki bangin ella sentimentalur og
verður verandi óávirkaður. Hann avdúkar heldur ikki nakað um hvat gongur fyri
seg inni í honum, men tað er okkurt loyndarfult, okkurt trupult og
týdningarmikið. "Eg síggi alt sum tit gera, men tit síggja ikki hvat eg
geri. Haldið tykkum burtur." sigur hann.