Hvat siga ráðini? Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga.

Fiskimálaráðið
Smakkur verður ofta allýst
sum sum ein stættarspurningur. Tey, sum eru ovarlaga í samfelagnum (tann
mentanarliga stættin) hevur góðan smakk (legitiman smakk) meðan tann breiðara
almenni smakkurin verður lýstur heldur neiliga sum vulgerur, bíligur og naivur.
Arkitektar hoyra til í mentanarligu yvirstættini og taka hervið lut í einum
slagi av smakkdiktaturi.
Hetta er sjálvandi ræðuligt og tí koma eisini ofta mótreaktiónir. Eg meti nógv av byggjarínum, sum hevur verið í byrjanini av hesum túsundárinum, vera tílíkar mótreaktiónir. Men sjálvt um eg væl fati støðið hjá eini mótreaktión, er hon ikki bert góð. Tí hon hevur úrslitað í einari rúgvu av ikki-byggilist, sum fylgir mótalúnum, sum roynir at tekkjast, sum ikki brýtur nøkur mørk og sum er afturlítandi uttan at tulka fortíðina.

Fiskimálaráðið húsast í einum bygningi í Bókbindaragøtu, sum eg av tilvild eisini havi búð í. Har hevði eg tað gott. Bygningurin er klæddur í mótarøttum gráum litum við skilagóðum veluxvindeygum, hann er hvørki vakur ella ljótur, men mainstream. Bygningurin tykist helst ikki vilja skilja seg ov nógv frá restini - einaferð var hetta ein serstakur bygningur - men nú roynir hann at taka seg pent út, so eingin fær peika eftir honum og yvirhøvur roynir bygningurin at síggja so normalur út sum til ber. Bygningurin signalerar smáborgarligheit, okkurt við, at hann hevur sítt uppá tað reina og nóg mikið í sær sjálvum. Hann hevur ongan áhuga fyri teimum smærri húsunum í grannalagnum og ger einki fyri at virka innbjóðandi. "Ansið tit tykkara, so passi eg mítt" sigur hann.