Eg var hjá tannlækna fyrradagin. Tað er altíð við óluksáliga ringum
tannabiti, at eg fari til tannlækna, men hesa ferð var tað bara tannrøktarin
sum skuldi kanna meg, og hennara stálkrókur er hóast alt frægari enn tannlæknaborurin
(tað mesta er frægari enn tannlæknaborurin). Síðan eg var barn havi eg verið bebbarødd fyri tannlæknum, og eg fari altíð at sambinda handan reina, kemiska
luktin við óttafullu kensluna av hjálparloysi, av at beinini eru ov stutt og
røkka ikki niður á gólv, av ikki at grynna og av fantasifullum spekulatiónum um ovurstór
tannlæknaamboð og smílandi tannlæknar. Haldi ikki, at tannlæknin hjá mær
smílist so nógv, men henni dámar heldur ikki at pína fólk. Hon plagar í øllum
førum at biðja um umbering, tá hon kemur ov tætt at eini nerv, og tað er henni
fyrigivið. -Sanniliga, allir tannlæknagerningar hennara eru henni fyrigivnar - hugsaði
eg, tá eg í gjár trein inn í bíðirúmið, tí henda pínunnar forhøll var nú
fullkomiliga umbroytt við fimm nýggjum listaverkum, sum øll eru framúr góð.
Millum fýra steinprent hjá Hansinu Iversen gloymdi eg burtur alla
tannlæknaangist eina løtu. Tað er sum um, at myndirnar hjá Hansinu Iversen fáa tíðina at standa
stilla. Sjálvt um organisku formatiónirnar sýnast dynamiskar, hvíla hesar elegantu
og sterku myndirnar í sær sjálvum á heilt serligan hátt. Tær eru teirra egni veruleiki. Tað snýr
seg um litir og um skap og rørslur, um gjøgnumskygni og ógjøgnumskygni í nonfigurativu myndunum. Eitt andarhald er tað sum samlast myndin til
figurativar lutir fyri síðani aftur at syndrast sundur í reinar litflatar á løriftinum.
Úti við skivuna, har rindast skal fyri pínsluna, rindar tú nú við gleði, tí
har hongur eitt so poetiskt og humoristiskt, kolasvart træprent hjá Tóroddi
Poulsen, sum avmyndar kjálkabeinini á seyðarhøvdi við turrisligu viðmerkingini
"MINST TIL TANNLÆKNAN MÁNADAGIN". Nakrir fáir súkklarar stríða seg
vegin fram í myrkrinum og niðarlaga staðfestir Havnaryrkjarin "HAVNIN ER
SYRGIN TÁ MJØRKIN HONGUR YVIR BÝNUM". -So er hon ofta syrgin, hugsi eg smílandi við mær sjálvari og
sleppi mær útum.