Saturday, May 12, 2012

Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið


Hvat siga ráðini? Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga. Gitið við í dag og teir komandi dagarnar.


Í fyrru helvt av 20.øld fingu fleiri arkitektar áhuga fyri tørvinum hjá tí kollektiva menniskjanum. Hetta úrslitaði í einari rúgvu av monotonum býarpørtum, sum ofta vóru einfaldir bygningar við beinagrind av stáli og betong við stórum samanhangandi vindeygum. Henda byggilistin hevði greiðar moralskar tilsipingar og fagnaði framburði og møguleikunum hjá tøkninum fyri at frígera menniskjað í einari sosialistiskari fatan. Rúmið skuldi vera merkt av margfeldi og javnaði og skuldi vera atkomiligt hjá øllum. Men tíveri speglaði byggilistin eisini monopolisering og imperialismu og í veruleikanum var hon undirløgd kapitalismuni. Makt varð til máttloysi.

Atfinningarnar av hesi upprunaliga ideologisku byggilistini vóru øgiligar.Hildið var, at modernað byggilist undirtrykti møguleikarnar hjá byggilist fyri at skapa myndir og sum mótreaktión kom ynskið um eina meira staðbundna byggilist.

Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið verða hýst í hvør sínari hædd av tí, sum kanska er ljótasti bygningurin í høvuðstaðnum. Við fyrsta eygnakast líkist hann okkurt sum BZ´arar fyri langari tíðani hava latið fara og við teimum naknu, ráligu betongmúrunum, sær bygningurin í grundini eitt sindur heilsuskaðiligur út. Tú ímyndar tær ikki, at umráðandi avgerðir, ið flyta nógvan almennan pening, verða tiknar eitt tílíkt stað. Og so allíkavæl. Tað er ikki alt, ið sæst á skræðuni og har er okkurt harðligt og loyndarfult yvir bygninginum, sum stendur líkasum ómotiverað mitt í øllum uttan at hoyra heima har. Ein fremmandur fuglur, sum kanska inniheldur daprar søgur, men sum eingin skilir eitt orð av.