Hesar
báðar bøkurnar eru okkara stoltleiki. Tað ítøkiliga úrslitið av 681
arbeiðsdøgum. John Dalsgarð gav út bøkurnar á forlagnum Í Støplum og fáið hann
tøkk fyri tað. Vit eru æviga takksamar.
|
Tá vit fyri nú túsund greinum síðani stovnaðu ein føroyskan listablogg vóru vit so eldhugaðar, sum man bert blívur umvegis ógvusligt sjálvrós. 681 dagar eru síðani listabloggbyrjanina og hesir dagar eru somuleiðis lidnir við rósum, herðaklappum á okkara egnu herðar og í ótamdum løtum eisini táravátum skammrósi av tí ordiliga patetiska slagnum. Men sjálvandi er skomm skapt í okkum, og tí royna vit at halda okkara sjálvrós niðri á einum hampiligum støði, men á hesum túsundbloggadegi mugu vit bara staðfesta tað: Halt kipp sum vit eru frálíka góðar.
Hvat er tað ikki fantastiskt, at vit uttan eina einastu krónu hava megnað at fáa ein miðil á føtur, sum hvønn tann einasta dag alt árið setur list og mentan á breddan. Hvat er tað ikki framúr, at okkara gleði yvir listina og okkara indignatión yvir fátæksligu listaviðurskiftini hjá fjølmiðlum og politikarum, hevur funnið sítt týdningarmikla skap. FANTASTISKT einki minni!
Og tá hetta er sagt kunnu vit skrúva eitt sindur
niður fyri blussinum. Tí í grundini er einki fingið á skaftið. Vit høvdu fyri
1000 innleggum síðani eina ætlan við hesum bloggi, sum ikki bert snúi seg um
tað, sum sjálvandi er mest umráðandi, nevniliga, at listin skal viðfarast
ordiliga. Nei, vit ætlaðu eisini mentanarpolitiska framgongd og vit ætlaðu at
vísa etableraðu miðlarnar vegin fram. Vit ætlaðu at vísa á, at mentanartilfar
hevur stóran týdning.
Men vit hava jú ikki upplivað nakra mentanarpolitiska framgongd. Mentanarpolitikkur er akkurát líka niðurraðfestur, sum hann var fyri túsund bloggum síðani. Á listablogginum hava vit fleiri hundrað ferðir havt okkara hugsanir frammi um ein virðiligari mentanarpolitikk. Vit hava argumenterað, spottað, kjakast, verið pedagogiskar, verið órímiligar, vit hava biddað og biðið, skrálað og rópt. Altíð uttan úrslit. Men listabloggurin verður lisin, tað vita vit av, og eisini okkara politikarar lesa bloggin, tí vit hoyra ofta politikarar brúka okkara orðingar og tað eru vit sera glaðar fyri. Hetta er kanska eisini eitt slag av sigri, men hann er ikki nóg sannførandi. Vit vilja síggja ítøkilig úrslit.
Tíverri hava vit heldur ikki upplivað eina fremri raðfesting av mentanartilfari í fjølmiðlunum. Heldur tvørturímóti. Har er alsamt minni av mentanartilfarið í teimum etableraðu miðlunum, sjálvt um júst mentanartilfar skapar samleika hjá einum miðli og er so ómetaliga umráðandi til tess at fasthalda áhuganum hjá lesarum, lurtarum og hyggjarum. Samsýningar fyri at skriva um mentan til bløðini eru vorðnar so láturliga smáar, at tað næstan er at halda tann skrivandi fyri gjøldur og Kringvarpið hevur eftir øllum at døma sligið av at gera mentanarsjónvarp. Fleiri bloggarar eru komnir í ljósmálan, sum skriva um mentan og list, og tað er spennandi, men altso eisini ein avleiðing av, at etableraðu miðlarnir hava kroyst mentanina út.
Hetta kemur alt samalt og tað kemur skjótt. Í summar byrja vit við nøkrum stuttum filmum um list, og Listin fer sum heild at gerast eitt betri og áhugaverdari stað hjá tykkum kæru lesarum. Ikki tí tað loysir seg, men tí tað er umráðandi. Takk fyri øll 200.000, sum hava klikkjað seg inn at vitja listabloggin. Túsund takk.
Kinna og Inger