Thursday, May 10, 2012

Tinganes - vit vita hvørji vit eru og hvat vit skulu her í verðini


Hvat siga ráðini?
Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søguna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, tí vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum ikki gongur av vegnum fyri at skrøgga.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí kommunikera, men her kemur ein fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga.
Gitið við í dag og komandi 4 dagarnar.




Tinganes

Byggilist, sum er rótfest í einari ávísari arkitektoniskari hevd við týðiligum sambandi til eitt stað og til søguna hjá hesum staði, til náttúruna og til mentanina, hevur eyðsæddar fyrimunir - bæði praktiskt og estetiskt. Hon hevur ment seg gjøgnum fleiri ættarlið til eitt ávíst veðurlag, hon brúkar ofta tilfar, sum er lokalt, hon skapar samanhang í býarmyndum og so skapar hon samleika. Okkum tørvar henda samleikamøguleikan, vit hava tørv á at byggilistin sigur okkum nakað um hvørji vit eru bæði sum einstaklingar og sum borgarar í einum landi. Vit hava tørv á at kunna spegla okkum í byggilistini fyri at føla okkum heima og vit hava tørv á, at arkitektururin skal spegla okkum uttan og siga umheiminum hvørji vit eru.

Tað eru sjálvandi nógvir møguleikar fyri endurnýggjan av eini regionalari arkitektoniskari hevd. Nógvir nýggir bygningar samskifta við hevdbundnu byggilistina á nýhugsandi hátt og tað dámar okkum vanliga væl. Serliga í norðurlondum. Í grundini dámar okkum í Norðurlondum so væl ta myndina, sum byggilistin hevur skapað av okkum, at vit ikki hava lætt við at sleppa tí og størri moderna ikonbyggjarí verður tessvegna ofta steðgað av borgarafeløgum kring Norðurlond. Vit vilja fegin geva víðari eina mynd av okkum sjálvum sum trygg, friðsæl pinkulond og tað duga vit ikki at sameina við stórum og ógvisligum byggjaríi.

Løgmansskrivstovan, Vinnumálaráðið, Uttanríkistænastan og Innlendismálaráðið búleikast á Tinganesi í gomlum bygningum, sum eru merktir av bedárandi sjarmu og natúrligum vakurleika. Húsini lýsa av hugna, tryggleika og trúnaði, men eisini av einum hóskandi skamti av hátíð. Samstundis er tað líka við, at tað angar av nýkókaðum kaffi og heimabakstri er tað eisini sum hómar tú hornorkesturspæl. Bygningarnir signalera gott samband til søgu og hevd, men samstundis verður eisini signalerað, at sambandið við vanliga fólkið er tætt og gott. Her kunnu vit øll fara innar í okkara snøggastu sunnudagsklæðum og so fara tey at lurta við forstáilsi og fjálgum hjartalag. "Her hava vit tað gott, vit ansa eftir hvørjum øðrum og vit vita hvørju vit eru og hvat vit skulu her í verðini" siga teir.

(IS)