Tuesday, May 8, 2012

Útgávukonsert við Una Debess!



Life Is A Picture”
Serligir gestir, Sámal Ravnsfjall og Niels Galan

Uni Debess útgav fløguna ”Life Is A Picture” í desembur mánað 2011. Fløgan hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum og Rás 2, men nú verður høvi at hoyra Una Debess live í Norðurlandahúsinum við bólki og tveimum serligum gestum.

Gestirnir eru ikki ókendir menn á føroyska tónleikapallinum. Sámal Ravnsfjall hevur gjøgnum mong ár verið ein av okkara fremstu tónleikarum kendur millum annað við sangum sum Medistari í Karry og Undir Trappuni Hjá Lenu.
Niels Galan hevur eisini verið á toppinum í nógv ár eftir hondini, millum annað hevur hann spælt vid bólkinum Mold, men er nokk mest kendur sum front maðurin í bólkinum 200, sum just hevur útgivið eina fløgu.

Tónleikararnir sum fara at bera hesar tríggjar solistarnar gjøgnum konsertina verða: Edvard Nyholm Debess (bass og sang), Rógvi á Rógvu (trummur og slagverk), Finnur Hansen (orgul,mandolin,floytir,gittar og sang), Fríði Tanggaard Bjørgvin (gittar og sang).

Umframt at spæla løg av Life Is A Picture, fer Uni at spæla onkur nýggj løg av eini fløgu, sum kemur út seinni í ár. Eisini fara hesir tríggir solistarnir at spæla nøkur løg saman.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 7. juli kl 19.30. Kostnaður 150 kr.
Atgongumerkir fáast í Norðurlandahúsinum, kunningarstovunum kring landið og á www.nlh.fo.