Det Ferösche Compagnie ger í hesum
døgum sína triðju verkætlan. Hesaferð er talan um eitt norðurlendskt samstarv,
har leikritið Woyzeck verður nýtt sum karmur um evni "Menniskjavirðið í
norðurlendskum høpi". Umframt Kristinu Sørensen og Kjartan Hansen úr DFC,
er Hans Torgarð við úr Føroyum. Úr Norra eru Trond Nedberg, ljóðdesignari og
Ida Løken, sum tvær ferðir áður hevur vitjað í Føroyum við leikbólkinum
Subfrau. Leikstjórin Öllegård Groundstroem og tónleikari Magnus Lunell koma úr
Svøriki.
Verkætlanin er serstøk á tann hátt, at
leikarnir bert hava tvær vikur til at skapa eina framførslu. Leikarnir hava
vant einsamallir í eina viku, og síðani er leikstjórin komin uppí ta seinnu
vikuna.
Við grundarlagi í leikritinum Woyzeck
eftir Büchner, verður miðað ímóti, at skapa eina totalteatur framførslu við
sjónleiki, tónleiki, sangi og dansi á trimum málum. Ætlanin er, at finna eitt
felags úttrykk, sum kann leggja lunnar undir einari størri verkætlan, sum skal
spælast um øll norðurlond.
Bert ein framførsla verður av Woyzeck <3
Marie. Hon verður á Tjóðpallinum 4. juni kl 19.30