Saturday, May 26, 2012

Pressað Kringvarp

Eg kendi meg satt at siga ikki sørt provokeraða, tá eg hoyrdi sendingina "Pressan", sum varð endursend í gjár. Men mær dámar at øsa meg, og eg haldi sum heild, at sendingin var fín, tey bæði, Anna Ellingsgaard og Kári Sólstein duga sera væl at skipa fyri og at spyrja, og serfrøðingar og onnur í studionum tóktust engasjerað, og dugdu fyri tað mesta væl at argumentera og greiða frá. Kjakið snúi seg um hetta nýggja stuntið hjá Kringvarpinum sum tíðindaleiðarin herfyri boðaði frá, at Dagur og vika fer at hava summarsteðg uppá 7 vikur. Tey flestu í sendingini vóru samd um hvussu óhóskandi og skilaleys hendan avgerð er, tí hon avmonterar tilverurættin hjá einari sera umráðandi tíðindasending í Føroyum og eg haldi, at miðlaserfrøðingarnir høvdu rætt í teirra meting av, at avgerðin í ringasta føri setur spurnartekin til tilverurættin hjá føroyska kringvarpinum.

Orsakið meg, men pínadoyð sum hatta er illa manererað av Kringvarpsleiðsluni. Ella ætla tey kanska at geva okkum 7 vikur aftur av kringvarpsgjaldinum? Nei ha? Málið er í sær sjálvum ørkymlandi, ikki minst at mentanin eftir øllum at døma hevur nápað alt kringvarpsgjaldið, so at einki er eftir til tíðindini og tað er hetta, sum av sonnum provokerar meg, at mentanartilfarið nú brádliga skal eitast at vera farið við øllum pengunum, tí er tað nakað øki, sum er stjúkmóðirliga viðfarið av øllum miðlum í Føroyum, so er tað mentanarøkið.

Kringvarpsleiðarin, Annika Mittún Jacobsen segði nógv løgið í sendingini, m.a. segði hon, at Kringvarpið ikki er ein tíðindastovnur, men ein mentanarstovnur og so harmaðist hon um vantandi reaktiónirnar, tá mentanarsendingin í sjónvarpinum, Refleksjón var tikin av skránni: "Eitt lítið pipp frá onkrum mentafólki, men hvar vóru forsíðurnar??..". Kringvarpsleikarin lesur eyðsýniliga ikki listabloggin, tí har vóru fleiri atfinningar og hjartasuff á okkara forsíðu um Refleksjón og annulleringina av sjónvarpsmentanarsendingini. Annika Mittún Jacobsen harmaðist somuleiðis um barnaøkið í kringvarpinum, sum hon segði vera illa fyri og tað kann hon kanska hava rætt í, tá tað kemur til sjónvarpið, men fyri meg at síggja fungerar Barnaútvarpið heilt ómetaliga væl, sjálvt um teirra umstøður neyvan eru tær lættastu. Eg meini so við, har arbeiða mær vitandi bara tveir vertir, og tær framleiða seks sendingar um vikuna. Hetta eru væl at merkja seks frálíkar sendingar. Ivist ikki í, at tað er hart arbeiði hjá teimum, men tað gongur væl møguliga orsakað av einum óvanliga kreativum arbeiðssomum og sjálvstøðugum hugsunarhátti.

Kringvarpsleiðslan má taka seg saman og finna útav:

1.at hægri góðska ikki neyðturviliga nýtist merkja tað sama sum fleiri pengar
2.at yvirhalda public service sáttmálan
3.at fáa Dag og Viku í luftina hvønn tann einasta gudsskapta dag, eisini tá tað er grind ella mikudagur
4.at fáa skil á hvat mentan er fyri nakað og at skyna ímillum tað breiða og tað smala mentanarhugtakið
5.at gera eina sjónvarpsmentanarsending, sum kemur eina ferð um vikuna á sama hátt sum 3-2
6.at raðfesta føroyskan tekst og talu til væl umtóktar barnafilmar sum t.d. Scooby Doo, Ben 10, Handy Manny o.t.

Eg eri fullgreið yvir, at sjónvarp er dýrt at framleiða, men har má nýtslan onkursvegna setast eftir inntøkuni, eisini um tað merkir, at vit fáa nakrar eitt sindur bíligari framleiddar sendingar. Har eru nógv sera dugnalig fólk í Kringvarpinum, so eg ivist ikki í, at leiðslan fer at finna út av at fáa tað besta burturúr, kanska kunnu tey byrja við at eygleiða Barnaútvarpið?