Thursday, September 16, 2010

Refleksjónir yvir Refleksjón


Sunnukvøldið klokkan 20 endaði ein long og stórt sæð mentanarleys summarfrítíð í sjónvarpinum, tá ”Refleksjón” tónaði fram á skíggjanum. Kringvarp Føroya hevur boðað frá, at tey í størri mun ætla at raðfesta mentanina og hetta gera tey eyðsýniliga við at senda eina mentanarsending hálvan tíma annanhvønn sunnudag og við at hava eina mentanardeild við einum einstøkum ársverki. Men gott er, ein hálvur tími annanhvønn sunnudag er rættiliga nógv betri enn einki og einmannsmentanardeildin er útmerkað væl mannað av Heina í Skorini - so latið okkum venda aftur til sendingina.

Refleksjón byrjaði við einum innslagi um feðgarnar Ega og Búa Dam, sum eru frammi í løtuni við leikinum "Apan" hjá Kafka. Innslagið var fínt, serliga av tí, at listafólkini greiddu frá hvat list er fyri tey. Listin og okkara persónligu fatanir av hvat list er fyri nakað er gott tilfar. Tað er altíð áhugavert at hoyra hugsanir hjá listafólki um list og at sleppa at lummafilosofera víðari heima í sofuni. Innslagið varð væl perspektiverað av bókmentafrøðinginum Bergi D. Hansen, sum var biðin at greiða frá høvundinum. Bergur dugir sín Kafka og alt, hann segði var gott og satt, men innslagið bar tó brá av eini heldur gamaldags public service fatan, har vit sum síggjarar verða sett á skúlabonkin fyri at læra. Hetta slagið av klassiskum mentanarjournalistikki er als ikki vánaligt, men tá vit nú hava fatur í einum Kafkaserfrøðingi, kundi tað ikki verið áhugavert at sett honum nakrar kritiskar spurningar?

Næsta innslagið var eitt miniportrett av tónleikaranum Mikael Blak. Mær dámar væl hetta slagið av formidling og eg haldi, at Mikael Blak er áhugaverdur, so hetta innslagið var somuleiðis væl eydnað eftir mínum tykki. Miniportrett hoyra til ta løttu sjangruna, sum pláss eisini skal vera til í eini mentanarsending. Nógvir vegir føra inn í listaheimin og ein teirra er at viðgera listamannin sum persón. Tað er fínt undirhald og góð mentanarformidling, tá høvuðspersónurin sum í hesum førinum, er væl valdur og smásøgurnar frá vinum og starvsfeløgum vóru eisini undirhaldandi, stuttligar og sigandi.

Síðsta innslagið snúði seg um listafilmarnar hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Karadóttir, ið hava fingið stóran ans uttanlands. Aftur var talan um spennandi, væl valt tilfar, sum bæði er aktuelt og sum hevur dýpd. Men tíverri bar innslagið brá av vantandi vitan um sjangruna. Tað finst ein stór og als ikki nýggj hevd fyri filmar av hesum slagnum, men hetta var ikki viðgjørt. Tað er ikki tí eg ynskti mær eina pedagogiska gjøgnumgongd av sjangruni, tvørturímóti dámar mær illa at blíva lærd upp á, men tað var sum um, at grundarlagið fyri kjakinum var, at man ongantíð áður hevur sæð ein film uttan eina søgugongd, at man ongantíð áður hevur sæð til filmar við hasum slagnum av estetikki. Tað ørkymlaði eitt sindur, tí tað er ikki rætt.

Samanumtikið var fyrsta sending av ”Refleksjón” í hesari sesongini á allan hátt væl komponerað. Her var álvara og skemt, tungt og lætt tilfar, bókmentir, leiklist, tónleikur, visuel list og filmur, ja alt hvat tann mentanarfegni kundi ynskt tær, men við einum undantaki, tí kritiska tilfarið vantaði.

Tað er als ikki tí eg havi nakað í móti at síggja góða list verða formidlaða jaliga og sum heild taki tað negativa fram um tað positiva. Sjálvandi ikki. Tað er heldur ikki tí, eg ikki kann undirhaldast uttan gølur og svikaráð. Als ikki. Men óansæð hvussu góð ein mentanarsending er, verður hon ongantíð ordiliga góð uttan tann kritiska vinkulin. Uttan hendan endar mentanarjournalistikkur við at vera eitt slag av brúkarakunning og vørureklamu í staðin fyri at elva til kjak og vera eksperimenterandi og nýskapandi. Mentanarjournalistikkur má ikki gerast ov tannleysur. Men tað er í grundini ikki lætt og hetta kemst ikki bert av, at mentanartilfarið er so lágt raðfest sum tað veruliga er í Kringvarpinum, men eisini tí eingin er at samskifta og kappast við innan fyri kritiskan mentanarjournalistikk í Føroyum. Bløðini almannakunngera óviðgjørd tíðindaskriv og teirra viðgerð av mentanartilfari líkist meira tænastuupplýsingum enn veruligum mentanarjournalistikki, tí koma eingir nýggir formidlingsformar eins og kritiska mentanarformidlingin ikki verur til nakað.

Einmannsmentanardeildin í Kringvarpinum hevur eina stóra og tunga uppgávu framman fyri sær, byrjanin var góð og eg gleði meg til eitt enn betri framhald.



(IS)