Friday, May 25, 2012

Tíðindaskriv: Bárður Jákupsson í Galerie Focus.


Fríggjadagin 25. mai kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárður Jákupsson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.Málningalist hansara kenst av einum hugburði til litir, ið er knýttur at vøkstri og grøði í teirri sansaðu náttúruni, og fríðari og rytmiskt livandi pensilsskrift, sum - stílistiskt og grafologiskt - eyðkennir bæði listamansins mensku megi og fína musikalitet. At kalla Bárð Jákupsson abstraktan hevði verið tað sama sum at avdúkað tørvandi kunnleika til teir náttúrurunnu formar og litir, ið umgeva hann í gerandisdegnum, og sum staðiliga geva honum íblástur, sjálvt tá ið hann hevur teir ikki fyri eygunum í málaraverkstaðnum, framman fyri myndafótinum. Og at rópt hann modernist hevði verið at skúgvað til viks hansara samskifti við málningsins ástøðiligu framburðsmøguleikar. Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann kennir sum fáur møguleikan hjá pensilsstrokunum til at tala við kalligrafiskum máli, til bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni:
málningsins náttúra - og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting.

Peter Michael Hornung úr bókini Myndlist í Føroyum, 2000

Framsýningin verður opin til 7. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. 
 
 
www.galeriefocus.com