Saturday, May 12, 2012

Tónleikarar á veg


Seinasta konsertin í røðini “Tónleikarar á veg” í ár verður sunnudagin 13. mai kl. 16.00

Sunleif Rasmussen hevur gjørt eitt verk til høvið til ungu tónleikaspírarnar. Hann kennir øll hesi ungu tónleikatalentini úr sínum starvi sum lærari á musikkskúlanum. Hetta hevur hann fingið íblástur av. Verkið inniheldur alt frá álvara til gaman. Afturat hesum, er nógv óvæntað, har ið ungfólkið hevur havt ein fingur – ella tveir við í spælinum. 

Nógvar løgnar støður koma í, m.a. tá ið ein ungur tónleikari, av foreldrunum, verður settur at leika á sello, men hann sjálvur heldur vil spæla í einum marsjerandi hornorkestri. Uttan at avdúka alt ov mikið, so verður loysnin ein av teimum, ið filmsmaðurin Woody Allen kom við.

Tónatilfarið er eitt, bert endavent á ymsar hættir í teim trimum satsunum. Alt verður at hoyra frá sálmaløgum til marsj, kórsangi, rútmiskar improvisiatiónum, tvørligum floytum, ljómandi málmi og kenslubornum gittarum og trummusettum saman við ravmagnsgittarum. 

Mørkini millum klassiskt og rútmisk fána burtur, óansæð ljóðføri og útrykk. 

Tónleikaligu garðarnir verða skræddir niður. Av hesum, ið sløðist eftir, verða lagaðar brýr millum tónlistaligar hættir, har tónleikur er tónleikur, leiktur av ungum alvum, ið ikki leggja petti í stirvin mørk, men toyggja hesi, broyta tey og skapa nýtt.

Hetta er hin sokallaða crossover-konsertin, har ið allir næmingarnir á Musikkskúla Miðnámi luttaka, eini 24 í tali. Nærum øll ljóðføri eru umboðaði og koma næmingar úr øllum Føroyum at royna seg á landsins stórsta og týdningarmesta palli í Norðurlandahúsinum.

Sunleif Rasmussen nýtir allan salin, ljóð- og ljósútgerð og tónleikararnir sleppa rættiliga at royna seg við hjálp frá okkara fremstu tónleikarakennarum, ið eru við at venja tey ungu og at leggja teimum lag á.

Norðurlandahúsið og Musikkskúla Miðnám, ið er á Tórshavnar Musikkskúla, hava farnu árini samstarvað um hesar konsertir og ikki kann sigast annað enn, at tiltøkini hava verið væleydnaði. Nógv fólk hevur verið til konsertirnar og tónleikaliga støðið hevur verið sera høgt. Nógv verður lagt fyri frá bæði hjá teim íðkandi og fyrireikarunum. 

Konsertin, ið varir slakan tíma, er sunnudagin 13. mai og atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo. 

Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Musikkskúla Miðnámið og Norðurlandahúsið.
Endamálið er, at bjóða bestu umstøður til ungar tónleikarar, sum eru á veg móti konservatorium og hægri tónlistarligari útbúgving. Endamálið er eisini, at geva føroyingum høvi at hoyra unga tónlist.
Tríggjar konsertir verða fyriskipaðar hvørt ár, ein klassisk, ein rútmisk og ein crossover, har eisini næmingarnir, ið læra tónasmíð, kunnu fáa síni verk framførd.