Altjóða myndlistanevndin í danska
listaráðnum hevur boðið myndlistamanninum Jesper Just til Venesia-biennluna
komandi ár og hann fer saman við einum arkitekti og einum listamiðlara at fyrireika ta donsku pavilliongina á biennaluni. Jesper Just ætlar at arbeiða við
videolist í sambandi við hesa heiðursuppgávuna. Jesper
Just er føddur í 1974 og er altjóða viðurkendur listamaður, sum t.d. vann Carnegie Heiðurslønina
í 2007. Hann ger stuttar filmar, ið snúgva seg um viðurskifti millum menniskju í kensluliga "awkward" støðum. Danmark hevur tikið lut á
Venesia-biennaluni síðan 1895. Luttøkan er alment fíggjað av danska statinum. Føroyar taka ikki
lut í Venesia-biennaluni næsta ár júst á sama hátt sum øll hini árini.