Ein biennala er heilt einfalt ein framsýning, sum verður
hildin annað hvørt ár. Vit kenna helst best Venedig-biennaluna og kanska eisini
biennaluna í Berlin og hana í Sao Paulo, men í ár verða vit eisini varug við
eina aðra stóra biennalu, sum verður í Liverpool, tí har verður ein føroyingur
við.
Tað er avgjørt ikki á hvørjum degi, ein føroyingur tekur lut á teimum stóru listabiennalunum. Hetta kemst m.a. av, at einki hevur verið gjørt frá føroyskari síðu fyri at fáa hetta at henda. Tað hevur sera stóran týdning fyri listafólkini at sleppa við á biennalurnar, tí tað er her, tey koma í sambandi við onnur innan listaheimin, eins og luttøka á biennalunum økir um útbreiðsluna av kunnleikanum til listafólkini.
Danska listaráðið (Statens Kunstråd) bjóðar javnan útlendskum kuratorum frá ymsum biennalum til Danmarkar at hitta listafólk, og hetta hevur við sær, at donsk listafólk fáa møguleikan at gerast altjóða kend. Tað er einki, ið forðar okkum í at gera tað sama, og hetta skuldi heldur ikki verið so dýrt. Nú fáa vit at síggja hvat luttøkan í Liverpool Biennial førir við sær fyri Hanna Bjartalíð. Fyribils kunnu vit frøast um, at hann er boðin við á størstu samtíðarlistaframsýningina í Bretlandi. Hon letur upp 15.september og temaið í ár er gestablídni, sum tað stendur í skránni hjá biennaluni: "The Unexpected Guest explores notions of hospitality. Leading and emerging artists have been commissioned to make permanent and temporary public artworks as well as long-term community-based projects. The artists have been invited to question our ability to be ‘unprepared’. Can we afford to be hospitable in these critical times?".
Biennalan er av sonnum ovurstór og verkini hjá Hanna Bjartalíð verða framsýnd í norðuratlantspaviliongini sum partur av "City States" framsýningini. Íslendska Sigurður Guðjónsson fer somuleiðis at sýna fram har, umframt eitt grønlendskt listafólk, sum vit enn ikki kenna navnið á. Í tíðindaskrivi frá biennaluni skriva tey m.a. um postkoloniala tíðarskeiðið og um norðurlendskan samleika:
Sum skilst á tíðindaskrivinum omanfyri er norðatlantiska pavilliongin stuðlað av okkara mentamálaráði og tað er at fegnast um. Sum skilst er tað framsýningin "Is there anybody home", sum Hanni Bjartalíð hevði á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, sum hevur ført til, at kuratorin Andy Brydon hevur lagt merki til verkini hjá honum. Vit á listablogginum kundu ómetaliga væl hugsað okkum at vitjað norðuratlantspaviliongina á Liverpool Biennaluni og bloggað um okkar upplivingar, men nú fáa vit at síggja. Umframt at sýna fram á Liverpool biennaluni fer Hanni Bjartalíð eisini at hava framsýningar í Listasavni Føroya og í Íslandi, meir um hetta seinni. Fyribils seti eg nakrar fotomyndir inn av verkum hjá Hanna Bjartalíð.

"North
Atlantic Pavilion: Liverpool Biennial 2012
15
September to 25 November 2012
Curated By
NICE (Nordic Intercultural Creative Events) & Curated Place
The
inaugural North Atlantic Pavilion will bring together artists from Greenland , Iceland
and the Faroes as part of 'City States'. The new pavilion will shine a light on
contemporary visual arts practice taking place in the outer regions of the
Nordic region often ignored by the mainstream artworld. Responding to the theme
‘Hospitality’ the project will present the works of artists Sigurður Guðjónsson
(Iceland ), (Greenland - TBC),
and Hanni Bjartalíð (Faroe Islands ) and will
be co-curated by Curated Place
and NICE (Nordic Intercultural Creative Events) to respond to the overarching
Biennial theme of ‘Hospitality’.
The North
Atlantic region explored in the pavilion represents a unique interaction of
diverse localised cultures spread over a vast area that nonetheless have all at
one time in recent history been officiated over and represented to the outside
world by the Danish Flag. Each island occupies a different state on the road to
post-colonialism; Iceland being fully independent since 1944, the Faroes now
self-governing with Danish sovereignty, while Greenland remains within the
Kingdom of Denmark albeit an autonomous country. As such the tension between local and
centralised Danish culture, and broader Nordic identity, occupy a space within
the discursive construction of each culture and their ever-transformative
national identity. Nevertheless, at
times they all remain represented under the umbrella of Nordic identity – an
identity that remains firmly shaped by the hegemonic voice of mainland Scandinavia - no matter how far along the road of
independence each may be.
As such
there exists a layering of the rituals of hospitality, both at home and when
played out in non-Nordic space. On the surface all appear to be an exercise in
welcoming, however, when deeper analysed questions are raised over the choices
made by the host as they reveal codified tensions between lived identities and
the de/re-territorialisation of space by actors who are at once citizens
fiercely of their country, yet nonetheless Nordic.
We will
showcase installation and moving image works by artists from each of the
countries whose work explores, challenges and dissects the tensions that exist
in simultaneously embracing a strong national and regional identity - focusing
especially on work that challenges the received notions, surface appearances
and hegemonic norms of what hospitality means.
Their work explores existential issues where the global and the colonial
still overlap and intersect. They set
out to question how even in a world being transformed by the digital era
nationalism and even regional identity remain a construct of mythical
narratives implemented on specific artefacts:
artefacts that will be exposed to further acts of territorial
negotiation in the context of Liverpool Biennial 2012. The
inaugural North Atlantic Pavilion is supported by Centre for Icelandic Art,
Faroe Islands Ministry of Culture, the Nordic Cultural Fund and by the
Kulturkontakt Norden Culture and Art Programme."