Monday, May 14, 2012

Mentamálaráðið


Hvat siga ráðini? Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga.



Mentamálaráðið.

Byggilist er so nógv og tað ber illa til at generalisera. Tað ber kanska til at siga, at byggilist altíð er samfelagslig og altíð er úrslitið av ávísum søguligum og geografiskum treytum. Ella at byggilist hevur altíð eina konstruktión eina funktión og ein form, og byggilist hevur eisini altíð minst tveir partar: Tað uttara og tað innaní. Burtur úr hesum skal so okkurt koma burtur úr, sum bæði er meiningsfult, estetiskt og praktiskt.

Hesin týdningurin kyknar ofta, men ikki altíð, tá vit føla, at tað er samband millum ymsu lutirnar í einum bygningi. Tá tað eydnast at skapa eina syntesu millum tað uttara og tað innara, millum tær søguligu og geografisku treytirnar, millum konstruktión, funktión og form kemur ein harmoni sum ger, at vit hava lætt við at góðtaka ein bygning. Tá tað harafturímóti ikki eydnast at skapa eina syntesu, hava vit ilt við at fata hvat vit skulu brúka hann til, hví hann liggur har, sum hann liggur og hvat hann yvirhøvur vil okkum, og tað merkir ofta, ikki altíð, at bygningurin missur sín týdning. Vit gloyma hann og forsøma hann.

Síðst og so heilt vist eisini minst í hesari bloggrøðini kemur ráðið hjá teimum føgru listunum og teirri kæru mentanini, sum hevur heima í einum bygningi, ið eins væl kundi húsað einum papptallerkafyritøku ella eini kommunalari motorskrásetingarskrivstovu. Bygningurin veit ikki heilt hvat hann er og álvaratos kann tað gera honum tað sama. Hann veit heldur ikki um hann ætlar at vera byggilist ella ikki, hann hevur valt ein Tinganesreyðan lit og spælt sær eitt sindur við detaljum í framsíðuni, men so allíkavæl ikki ordiliga. Hann gav upp mitt í verkætlanini og dugir ikki at síggja tað týdningarmikla í at gera naka fult og heilt. Nú hevur hann latið alt falla og orkar ikki so mikið sum at royna at goyma óruddið, sum hópast upp í honum: "Eg havi uppgivið alt og ikki eingang tað tími eg at hava áhuga fyri" sigur hann.