Síðsta fríggjadag læt upp ein ógvuliga forkunnug framsýning upp í Havn. Talan er um framsýningina Endurmynd - Myndir eftir William Heinesen í Stephanssons Hús á Kongabrúnni í Havn. William Heinesen legði ógvuliga stóran dent á, at hann ikki fataði seg sjálvan sum yrkismyndlistamann, at myndlistin bara var nakað hann fekst við, meðan skrivingin var hansara yrki. Janus Kamban skrivaði soleiðis: "..vit, sum kenna William, hava ongantíð hildið, at hann var býttur, tvørturímóti, vit hava vitað, at hann var av vísastu monnum. Men vit hava kanska gjørt okkum sek í nøkrum øðrum. Og tað er, at vit hava ikki tikið myndlistamannin William Heinesen heilt í álvara. Her hevur skaldið og rithøvundurin William Heinesen staðið í millum. Harragud, tað eru so mangir rithøvundar, sum hava málað - Strindberg málaði, Victor Hugo teknaði skortmyndir av persónunum í skaldsøgum sínum. Tagore málaði. Pusjkin teknaði - ein kundi hildið áfram...". Bárður Jákupsson staðfesti í síni bók um føroyska list, at William Heinesen av sonnum arbeiddi sum yrkislistamaður við klippmyndunum frá sjeytiárunum og fram. Í eini framløgu, sum eg sjálv hevði á 100 ára føðingardegnum 15.januar í 2000 tók eg støði í hesum uppáhaldi hjá bílætamakaranum og mótprógvaði tað. Lítla perlan av eini framsýning í Stephanssons hús "Endurmynd - myndir eftir William Heinesen", sum Inger hevur skipað, minnir okkum enn einaferð á dygdina í myndlistini hjá Williami Heinesen. Framsýningin er at síggja hvønn dag frá klokkan 16-18 til 19.des, hon kann viðmælast øllum, ikki minst skúlaflokkum. Um áhugi er fyri rundvísari ella uppleggi um listamannin ber til at kontakta Inger um hetta.
Sera forkunnugt at síggja upprunan til myndir, tú kennir so væl frá plakatum og bókapermum
Inger helt áhugaverda røðu: http://listinblog.blogspot.dk/2012/11/endurmynd-myndir-eftir-william-heinesen.html
Gallaríeigarin Ingvør Nolsøe
Framsýningargestir hyggja og práta
Jenny og Jan
Zacharias og Ingun
Hølini eru smá, men ljós og væl hóskandi at framsýna í.
(KP)