Valdmesta í heimslistini: Carolyn Christov-Bakargiev í felag við einum sjónleikara
Árið er farið at halla og skjótt koma vit inn í síðsta mánaðan, sum hevur alt møguligt stuttligt við sær. Fyri tann, sum dámar at gera status, at lesa, hoyra og síggja ymisk sløg av ársuppgerðum, yvirlitsgreinum og sendingum um árið, sum fór, er hetta ein góð tíð. Eg veit ikki hví, men mær dámar sera væl slíkt, kanska tí tað gevur eina illusión av, at tú eina lítla løtu hevur yvirlit.
Listatíðarritið og heimasíðan Art Review hevur nú í ellivu ár almannakunngjørt ein lista við nøvnum á hundrað fólkum, sum tey meta vera tey týdningarmestu fólkini á heimslistaøkinum. Tað er áhugavert, at tey í ár hava ein kurator og fyriskipara av framsýningum (Documenta í Kassel) á ovastu rók, meðan ein listahandilsmaður, Larry Gagosian, er nummar tvey. Vit skulu heilt niður á triðjaplássið fyri at hitta ein máttmiklan listamann, tað er Ai Weiwei, sum javnan finst at kinesiska stýrinum og sum hinvegin hevur verið eftir Ai Weiwei. Iwan Wirth er eisini listahandilsmaður, og vit kenna øll framúrskarandi listamannin Gerhard Richter. Listmmælarin í Information hevur eisini gjørt ett tílíkt yvirlit yvir valdið í danskari list, sum nógv kjakast um og eru ósamd við honum í. Vit síggja ovast, at fleiri eru rokin av listanum, m.a. Mark Sladen, hann er fyrrverandi leiðari í Kunsthal Charlottenborg, sum tað æt. Og harumframt er Per Arnoldi rokin kanska yvir á føroyska listan yvir listavald, Arnoldi skal jú annar prýða Boðanesheimið. Savnsleiðarin í listasavninum í Randers, Finn Terman Frederiksen, sum hevur skrivað bøkur um Trónd Patursson og Ingálv av Reyni er eisini tikin av listanum og harumframt eru fleiri fornemnir gallaríeigarar í Keypmannahavn, t.d. Susanne Ottesen og Christina Wilson ikki longur sentralpersónar í danskari list. Vit høvdu einaferð eitt yvirlit her á blogginum yvir valdsbýtið í føroyskari list, sum Inger gjørdi. Tað var sera áhugavert, men nú er nógv útskifting farin fram, støðan er broytt og vit endurskoða listan, fyribils er hetta yvirlitið hjá Art Review og leinkja til tey nøvnini, sum eru avdúkað á listanum hjá Michael Jeppesen.
1. Carolyn Christov-Bakargiev 2. Larry Gagosian 3. Ai Weiwei 4. Iwan Wirth 5. David Zwirner 6. Gerhard Richter 7. Beatrix Ruf 8. Nicholas Serota 9. Glenn D. Lowry 10. Hans Ulrich Obrist & Julia Peyton-Jones 11. Sheikha Al-Mayassa bint Hamad bin Khalifa Al-Thani 12. Anton Vidokle, Julieta Aranda & Brian Kuan Wood (e-flux) 13. Cindy Sherman 14. Alain Seban & Alfred Pacquement 15. Adam D. Weinberg 16. Annette Schönholzer, Marc Spiegler & Magnus Renfrew 17. Marc Glimcher 18. Marian Goodman 19. Massimiliano Gioni 20. Jay Jopling http://www.artreview100.com/2012-power-100/ http://kopenhagen.dk/news/nyhed/article/michael-jeppesens-dansk-kunsts-power-100-igang-81-100/ |