Thursday, November 29, 2012

La belle dame sans merci





Hvat bagir tær, tú særdi svein,
á reiki millum Heygar hátt,
nú blóman følnað er í líð
og alt er fátt?

Hvat bagir tær, tú særdi svein,
við svaðið liggur handan fjøll,
nú hoyggið fingið er í hús
og grøðin øll?

Eg síggi lilju tær á brá
so hugpínt og av ótta vátt,  
og kinni á ein rósa bleik,
sum følnar brátt.                     

Eg hitti moy eitt álvafljóð,
í támi upp úr jarðarhvilvt
eg tekti hennar eygnabrá           
so ørt og vilt.

Eg krýndi hennar fagra hár,
og blómur prýddu leiði várt,    
tá suffandi hon at mær leit            
og stundi sárt.

Eg setti hana á mítt ross,
til hennar øll mín langtan stóð,
og lútandi mót mær hon kvað
sítt álvaljóð.

Har eirisgras og grøðiurt
hon hentaði at lekja meg,
og øsandi hon mælti tá:
Eg elski teg!

Til hennar rann so leiðin bar,            
har græt hon sára alla nátt,
tey villu syrgnu eygu har
eg kysti brátt.

Hon ruraði meg eymt í blund,             
og fallin hennar ørmum í
har droymdi eg mín síðsta dreym
í kørgu líð.

Eg kongar sá og mangan svein
upptærdar út í merg og bein,         
við róp: La belle dame sans merci          
tær voldi mein.                            

Eg teirra bleiku skøltar sá       
í ræðslu kæra sína neyð,        
eg vaknaði og eina lá
á køldum heyg.

Og tí er tað eg reiki her
so eina millum Heygar hátt,
nú blóman følnað er í líð
á summarnátt.


Yrking: John Keats/Alexandur Kristiansen 
Mynd: Tróndur Patursson