Tuesday, November 13, 2012

Bræv frá: Føroysk Myndlistafólk og Føroya Listafelag

Til 
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum

Viðvíkjandi tí niðurskurði sum landsstýrismaðurin í mentamálum 
skjýtur upp í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013

Tað er við stórari stúran at vit royna at skilja tey politisku boð, sum Landsstýrið  við Landsstýrismanninum í mentamálum á odda sendir, tá mælt verður til at skerja íløguna í tað virkni og ta orku, sum føroysk mentafólk og listafólk uttan íhald standa fyri - hvønn dag í árinum - við einum fimtingi.


Vit fata myndlistina og aðrar føroyskar listagreinar sum avgerandi í teirri framtíðarmynd, sum í hesum tíðum støðugt verður hildin fram fyri almenninginum, til tess at fáa fólk at trívast, støðast og fjølgast í landinum. Tað er hin virkna og dynamiska mentanin, ið er meginnervin í landinum. Í góðum og ringum tíðum er tað altíð hin skapandi listin, sum í styrki hevur víst á eina gongda leið og viðvirkað til at byggja land, øllum til frama.


Grundað á hesa staðfesting, mótmæla vit teimum skerjingum, sum Landsstýrið við tær sum landsstýrismanni í mentamálum, hevur skotið upp at fremja í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013. Samstundis heita vit á løgtingslimir at vísa ábyrgd og finna ta neyðugu fígging, sum skal til at halda mentanarøkinum gangandi, og - helst - at uppraðfesta mentaøkið fíggjarliga, sæð í ljósinum av teirru kreppu, sum føroyska samfelagið í hesum døgum er í.


Føroysk Myndlistafólk
Føroya Listafelag