Í gjár var samráð við
landstýrismannin í mentamálum i mentanarnevnd løgtingsins. Vónandi umboðaði
hetta eitt umskifti í mentanarpolitiska niðurtúrinum, sum hevur staðið við í
nógv ár, men sum hevur nátt higartil ókendar dýpdir seinastu tíðina.
Niðurlagingin av samfelagnum sæst greidliga á mentanarøkinum, listin er undir
so mikið stórum trýsti, at listafólkini boykotta landsstýrið. Eisini er vandi
fyri, at vit missa okkara public service stovn. Kritisk hugsan er í vanda.
Hetta er álvarsligt og
ræðandi og tí hevur mentanin í seinastuni eisini fyllt meira í tinginum enn hon
plagar. Ein røð av spurningum eru settir landstýrismanninum og tey somu
fimm-seks tingfólkini hava stríðst mannliga fyri mentanini í tinginum, meðan
hini tingfólkini eftir øllum at døma eru farin heim. Nógv gott hevur verið sagt
og tann góði viljin er týðiligur. Eg eri takksom fyri góða viljan, og hann
hevur heilt vist stóran týdning, men eg verði eisini noydd at vera eitt óreint
bakbeist og halda uppá, at tað ikki er nóg mikið.
Kjarnan í
mentanarpolitiska trupulleikanum verður ikki avdúkað, so leingi sum kjakið er
so mikið avmarkað sum tað er í løtuni. Vónloysið um at tær stóru mentanarligu
upplivingarnar, sum hava formað okkum sum menniskju, ikki verða førdar víðari
til okkara børn, stingur seg fram. Ræðslan fyri tómleikanum, býttleikanum og ábyrgdarloysinum
í einum mentanarleysum samfelagi vísir seg. Øðin yvir at keldan til ásannanir
og innlit er tikin frá okkum vísir seg. Men kjarnan, tann politiska kjarnan,
vísir seg ikki.
Mentanarpolitikkur snýr
seg ikki bara um, hvat listin gevur okkum einstaklingum. Mentanin og listin eru liðir í samfelagnum, sum okkum tørvar fyri yvirhøvur at kunna vera til og
menna okkum politiskt, fíggjarligt og sosialt. Eitt samfelag hevur ongan
tilverurætt uttan mentan og list, onga útbúgvingarskipan, einki fólkaræði og
tí er kjarnin í mentanarpolitikki at skapa, varðveita og at menna eitt netverk
av fríum pallum til listina og mentanina einso og eitt amboð til yvirliving,
varðveitan og menning av samfelagnum.
Mentanarpolitikarar skulu hava yvirlit yvir tað mentanarliga netverkið, so at mentanararvurin og listin verða ment, savnað saman, varðveitt, granskað, formidlað so at fólkið hevur atgongd til mentanararvin. Og so skulu tey gjøgnum lóg lýsa ta samfelagsuppgávu, sum hvør tann einasti stovnur í hesum netverki hevur, soleiðis at hon er greið bæði fyri almenninginum og fyri politikararunum. Heilt einfalt.
Hetta yvirlitið vantar, neyðuga lýsingin av samfelagsuppgávunum vantar, og
tessvegna gerst kjakið í tinginum grunt og fer at snúgva seg um tann góða
viljan, um frustratiónir og um persónligar upplivingar við listini. Hetta kann vera gott,
men tað er hóast alt avmarkað hvussu áhugavert tað er og fyrst og fremst so flytir hetta okkum ikki úr stað.
Hetta er ikki nakað nýtt.
Eingin samgonga higartil hevur tikið seg saman til at fáa gjørt tað
grundleggjandi arbeiði (sum sjálvandi eisini skal mennast alla tíðina) og eingin hevur
tikið seg saman til at integrera listina og mentanina í samfelagið. So sjálvt
um mær væl dámar at peika at øðrum, ber ikki til at peika eftir nøkrum ávísum ábyrgdara.
Men eitt er vist og tað er, at inntil omanfyrinevnda stóra arbeiðið við mentanini er gjørt, kunnu vit vera rærriliga vís
í, at tað ikki henda stórvegis batar á mentanarøkinum og at vit koma at leggja
oyra til nógvar romantiskar frásagnir um týdningin av mentanini. Eg vóni at
mentanarnevnd løgtingsins og landsstýrismaðurin eru komin til nøkulunda somu
niðurstøðu í gjár.'
(IS)