Filmurin
“The Act of Killing” er longu heimskendur, áðrenn hann nú verður frumsýndur
mikukvøldið tann 7 novembur. Hetta er
ein dokumentar um hópdrápini móti kommunistum og vinstrasinnaðum, sum vórðu
framd mitt í 60unum í Indonesia. Meiri
enn ein millión fólk vórðu pínd og dripin.
Tað serliga
við filminum er, at drápsmennirnir sjálvir nágreiniliga siga frá, hvussu teir
framdu drápini, og í røttum Hollywood-stíli endurspæla morðini, eins og er tað
ein kovboyfilmur, har teir eru hetjurnar. Sjálvt um evnið er álvarsamt og
ræðandi, verður sagt at filmurin eisini er undirhaldandi, tí hann megnar so væl at lýsa drápsmenninar, og tað absurda í
øllum ræðuleikunum . Eisini søgu- hátturin er nýskapandi, har veruleiki,
fiktion og fantasi, alt verður vavt saman í eitt slag av einum hybrid
dokumentar.
Í samrøðu
við CPH DOX sigur leikstjórin Joshua Oppenheimar: “Veruleikin er eisini
fantasi, illusjón og søgur. Við at geva fólki møguleikan at skapa sín egna
veruleika av nýggjum, at geva teimum ein pall, ber til at dokumentara teirra
egnu hugmyndir av sær sjálvum.”
Her ber til
at lesa alla samrøðuna:
Leikstjórin
Werner Herzog, sum eisini er kendur fyri at gera dokumentar, sigur um filmin: ”Eg
havi ikki sæð ein so ógvisligan, surrealistiskan og ræðandi film seinastu 10
árini”. Filmurin
varð frumsýndur á dokumentarfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn, og
Politiken metir filmin at vera eitt so stórt meistaraverk, bæði í innihaldi og
stíli, at tey geva honum 6 hjørtu. Eisini enska blaðið The Guardian gevur
filminum toppkarakter, og roknað verður við, at hann er ein upplagdur Oscar
vinnari.
Tað er
sjáldsamt at vit sleppa til heimspremieru av einum dokumentar her heima. Hetta er tí, at Havnar Bio samstarvar við DOX
BIO, sum sýnir seks dokumentar um árið í meiri ein 60 biohøllum bæði í Danmark,
Grønlandi og Føroyum. Eitt gott tiltak, sum er í vanda fyri at detta niðurfyri,
tí at alt ov fá fólk koma til sýningarnar. “The Act of Killing” verður bert
vístur hesa einu ferðina, mikukvøldið 7 nov. 19.45 í lítla salinum.
Her ber til
at síggja ein stuttan trailara til filmin:
Ingun í Skrivarastovu