Í dag hevur verið blokkdagur í Hoydølum, eg var saman við fittu og áhugaðu næmingunum í 12 E í Steinprenti, har vit hugdu at Myndaódnini við serligum atliti til listafólk, sum brúka orð í teirra myndum. Síðan fóru vit uppá í verkstaðin, har Jan Andersson greiddi frá mannagongdini við steinprentum. Heima í Hoydølum granskaðu vit myndir hjá Tóroddi Poulsen og síðani fóru næmingarnir sjálvir til verka at arbeiða fram móti eini framsýning við heitinum Orð og Mynd, sum vit ætla at hava seinni í desember í skúlanum. Stuttligt at vera saman við so ágrýtnum og eldhugaðum ungum fólkum, sum tíma at taka listina í álvara. Tað gevur góðar vónir.
(KP)