Kendi tónasmiðurin Igor Stravinsky varð einaferð spurdur
um, hvat tónleikaverk var tað týdningarmesta í tónleikasøguni. Hann svaraði:
Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach
Leif Hansen
Hetta vikuskiftið verður tónleikur hjá stóra barokktónaskaldinum Johann Sebastian Bach
framførdur kring landið. Tórshavnar kamarkór hevur konsertir í Gøtu, Tjørnuvík
og Vestmanna, har m.a. motettin Jesu, meine Freude er á skránni og
Havnarkórið framførir Jólaoratoriið á Toftum og í Havn. Í hesum sambandi
skal her stutt greiðast frá nøkrum aðalaspektum kantatunum hjá tónaskaldinum
viðvíkjandi.
Kenslur og
tónleiku
Tónleikur hevði
í barokktíðini sum eina av sínum høvuðsuppgávum at lýsa kenslurnar ella
affektinar hjá menniskjum. Útgangsstøðið var grikska etoslæran, sum sigur, at
tónleiki er íborin eginleiki til at ávirka menniskju á ymiskan hátt. Serliga
var tað í, teirri tá í tíðini nýggju tónleikagenruni, operatónleikinum, at
hetta tónleikaestetiska fyribrigdið, affektlæran, kom til sín rætt. Tær skiftandi
sinnisstøðunar hjá ymisku persónunum í operauni skuldu tónasmiðurin royna at
lýsa í tónum eisini. Tónasmiðurin og
tónleikateoretikarin Johan Adolph Scheibe (1708-76) sigur í Der kritische Musikus: “Vit hava í
tónleikinum við sinnisrørslur at gera; tónasmiðurin skal úttrykkja, styrkja
ella doyva tær.” Hetta var sambært Scheibe ein av høvuðsuppgávunum hjá
tónasmiðunum. Barokktónasmiðinir høvdu so við og við hópin av konventionellum
tónleikahættum til at úttrykkja kenslur við, eitt nú gleði, sorg, øði, angist,
pínu osfr. Tó er hetta ikki at skilja so, at tónasmiðinir vóru bundnir niður av
hesum tónlistaligu ”viðtøkum”. Barokktíðarskeiðið er nevnuliga merkt av stórum
ymiskleika tónaskaldunum ímillum, ikki minst tá hugsað verður um tónleikaslag,
uppfinningarsemi og talent.
Tann trúgvandi Bach
Bach livdi í
einari mentunarligari og átrúnarligaru broytingartíð. Millum absolutismuna og
upplýsingsstíð og millum lutheriska ortodoksi og pietismuna.J.S. Bach hevði
sítt religiøsa útgangsstøði í teirri luthersku ortodoksiini. Teir lærdu handan
hesa læru royndu í 1600-talinum at seta tankarnir hjá Luther í føst játtanarrit
og avvístu øllum øðrum kristnifatanum. Ofta verður tó víst á, at
Bach við vali av tekstum og teksthøvundum í sínum vokalverkum m.a. kantatunum,
tykist at hella til pietismuna. Pietisman var ein rørsla, sum kom fram í
byrjanini av 1700-talinum við áherðslu á persónliga, livandi og fróma trúgv. Um
júst val av tekstum sigur danski tónleikagranskarin Søren Sørensen í einari av
sínum bókum:
“Den religiøse poesi, der stod til Bachs
rådighed, var gennemgående ret ubehjælpsom i formen og indholdsmæssigt præget
av pietismens hang til svulst og svælgen i Jesu blod”
Sørensen tekur
fram høvundar ella, sum tað eitur í kantatunum, librettistar sum Neumeister,
Salomo Franck og navnframa Picander, sum allir virkaðu í pietistiska
tíðarskeiðnum og vóru ávirkaðir av tí.
Dømi um slíkar
tekstir eru fyrstu orðini úr Kantatu nr. 199 (BWV 199): Mein Herze schwimmt
in Blut (Mítt hjarta svimur í blóði). Men tekstinir munna hava talað til
Bach og kirkjuliðini har Bach hevði sína arbeiðsgongd.Her skal tó
sigast at dyrkanin í tí, sum bleiv eyðkenni fyri pietismuna hevði sína byrjan í
ortodoksiini við m.a. týska teologinum Valentin Weigel (1533-88). Hesin Weigel
legði áherðslu á, at Guð møtir hinum einstaka menniskjanum í sálini, umframt at
hann leggur dent á bøn, askesu og strangan etiskan lívshatt. Pietisman helt seg
eisini í ávísum førum í sínari heilt privatu guðsrelatión kunna verða kirkjuna
fyri uttan. Hetta liggur langt frá tí kristnifatan, sum Bach hevði, sum júst
bygdi á kirkjuna og tað boðan, ið gekk út frá henni. Tá Bach skuldi
brúka sálmar, tær sonevndu koralunar, til kantaturnar, passióninar og
oratoriini valdi hann oftast eldri sálmayrkjarar úr ortodoksa tíðarskeiðnum.
Nevnast kann, at Paul Gerhard (1607-76) og Johann Rist (1607-67) eiga átta av
teimum 15 koralunum í Jólaoratoriinum og at Bach í allari sínari
kantatuproduktión bert í einstakum førum brúkar sálmar, sum eru yrktir í
1700-talinum.
Kantatunar
Bach skrivaði
áleið 300 kantatur harav tær 200 eru til skjals í dag. Kantatan hevði í stóru
protestantisku kirkjunum stóran leiklut í sjálvari liturgiini. Kantatan varð
framførd eftir at presturin hevði lisið evangeliið upp frá altarinum. Eftir at
kantatan varð framførd fór prestur á prædikustólin og las enn einaferð dagsins
evangelium og helt síðani dagsins prædiku. Var kantatan tví-deild kundi seinni
partur verða framførdur eftir prædikuna. Kantatan var
oftast uppbygd soleiðis at byrjað varð við einum satsi fyri kór og orkestur –
oftast yvir eitt citat úr bíbliuni og endaði við einum koralsatsi yvir eitt
kent lag. Í hesari rammuni eru solistisk innsløg, sum
recitativir, ariur og arioso, kórsatsir við instrumentalum for- millum- og eftirspæli. Hendan
ovurhondsstóra produktión av kantatum, sum samlað høvdu tikið omanfyri 100
tímar at framført, er at rokna sum mætastu tónleikaverkum í evropeiskari
tónleikatraditión. Kantatinar eru fyrst og fremst hugsaðar sum kristniboðan.
Tónleikasøgumaðurin Alfred Einstein (1880-1952) kallaði kantatunar hja Bach biblia
pauperum (bíblia teirra fátæku) í tónleiki. Einstein metir Bach at verða
tann størsta kristniboðaran síðani Luther. Bach ber ikki ein telogiskt
abstraktan boðskap fram, men ein boðskap, ið er beinleiðis og vælskiljandi,
sprottin úr hansara myndríka musikalska hugflogi. Kanska er hetta orsøkin til
at hann javnan í tónleikabókmentum verður kallaður "Hin fimti evangilisturin".
Jólaoratoriið, sum høvið verður at hoyra hetta vikuskiftið, er sum so ikki nakað
oratorium, sjálvt um Bach sjálvur brúkti hetta heitið. Verkið er nevnuliga
samansett av seks kantatum ætlaðar at framføra ein til hvønn dagin Jóladag, 2.
jóladag, 3. jóladag, Nýggjársdag, sunnudag eftir nýggjár og á Trettandu..
Kristniboðan
í orð og tónum
Kantatunar hjá
Johann Sebastian Bach bera ovurhonds nógv dømi um tónleikaestetiskar
grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. Tónleikurin skal lýsa
kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. Trúðarinnar
affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og uppreisnina. Sorg og
angist fyri deyðanum og vónin og longsulin eftir ævigum lívi. Altjóða kendi
tónleikagranskarin Peter Ryom skrivar í einari av sínum bókum, at tað júst er
hesin parturin av kristnitrúnni, sum kantatunar hjá Bach lýsa. Kantatunar eru
fyrst og fremst kristniboðan í orð og tónum. Hetta er kanska orsøkin til at
kantatunar samanborið við passióninar, h-mol messuna, orgul og kamar- og
orkesturverkini, ikki verða framførdar so ofta. Men granskarar eru á einum
málið um, at vit í kantatunum, sum samlað eru ein fimtingur av øllum
tónleikinum frá Bach'sa hond, finna tónlistarliga hæddina, ikki bara hjá Bach
sjálvum, men í øllum tíðarskeiðnum sum heild.
Bachkonsertir:
Tórshavnar
Kamarkór við m.a. Jesu meine Freude
Hóskvøldið
22.november kl 19.30 í Gøtu kirkju
Leygardagin 24.
novmber kl. 13.00 í Tjørnuvíkar kirkju og kl. 17.00 í Vestmanna kirkju.
Havnarkórið við
Jólaoratorinum
Fríggjakvøldið
23. november kl. 19.30 í Ebenezer
Leygardagin 24.
november kl. 16.00 í Fríðrikskirkjuni
Sunnudagin 25.
novembr kl. 16.00 í Vesturkirkjuni