Thursday, November 22, 2012

Myndaódnin 2012

Við einum góðum úrvali av tí, sum føroysk, donsk og týsk listafólk hava framleitt í Steinprenti gjøgnum brátt farna ár, er Myndaódnin ársins fjølbroyttasta listaframsýning. Í ár er Myndaódnin hørð og heavy, ógvislig og løtt, poetisk og lødd, stuttlig og filosofisk, løgin, sorgblíð, samfelagsatfinnandi og lívsglað. Millum tey mongu verkini í ársins myndaódn í Steinprenti, er ein hugtakandi einføld, svørt og hvít mynd, sum ímyndar ein steyra við tveimum fuglum. Á myndini stendur skrivað: "Tú gongur ikki einsamallur", ið sipar til kenda sangin hjá Rodgers og Hammerstein "You´ll never walk alone" frá 1945, sum fótbóltsromantiskir Liverpoolfjepparar hava sungið fyri teirra liði síðani einaferð fyrst í trýssunum. Hinvegin kann tað væl vera, at setningurin er ein turrislig ella óhugnalig viðmerking um fuglarnar í lyktarsteyranum, sum fylgja við uppi yvir høvdinum á tær.

Tað er Svend-Allan Sørensen, sum gjørdi fuglamyndina, eins og hann gjørdi ta stóru portrettmyndina av Wilhelm Dinesen, sum í 1890 gav út bókina Jagtbreve. Á einum av prentunum hjá Svend-Allan Sørensen síggja vit ein pinkalítlan, fittan, og eftir øllum at døma eisini rættiliga illsintan og avgjørdan fugl, sum vendir sær til ein annan lítlan fugl við viðmerkingini "I hate your negative shit". Nógvar av myndunum hjá Svend-Allan Sørensen eru eins og hendan svart hvítar við fleirtýddum, stundum poetiskum, stundum skemtiligum tekstbrotum, sum knýta saman danskar, amerikanskar og føroyskar týdningar. Hetta er konseptlist í breiðastu merking eins og fleiri aðrar myndir á framsýningini eisini eru hugskotsgrundaðar, t.d. myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen, ið snúgva seg um hvar ungi, fagnaði listamaðurin sjálvur er staddur í løtuni. Sostatt innihalda tær eina rúgvu av tilsipingum og myndasitatum, sum ikki øll eru eins eyðsæð, men tað ber væl til at fáa nógv burtur úr myndunum uttan nakran serligan forkunnleika. Samanumtikið eru hesar myndir hugtakandi, merktar av einum originalum blandi millum stringens og reminiscens. Myndirnar eru ítøkilig dømi um sonevnda melankolska geometri, sum upptekur listamannin.

Í úrvalinum er áhugavert at eygleiða ávísar slóðir í ársins skurði og at síggja ymsar sjálvsagdar, men eisini onkrar óvæntaðar samanhangir. Sjálvt um lýsingin hjá Peter Carlsen av tí rukkaða pakkanum av Mathilde-cacaomjólk á turkisljómandi grund tykist rættiliga neutral, lesi eg alt møguligt samfelagskritiskt um ovurnýtslu og burturkast inn í lýsingina av ósunna yndisdrykkinum hjá donskum (og føroyskum!) børnum og ungum. Myndin hjá Andreas Schulenburg av einum brotnum fløskuhálsi minnir eitt sindur um cacaopakkan og so allíkavæl ikki. Talan er aftur um burturkast, eitt myndevni, ið ikki tykist hava nakran serligan týdning, men tað er sum um, at mátin hesin fløskuhálsurin er teknaður, ómetaliga vakurt við dekorativt bylgjandi umhvarvsstrikuni og við nærlagni settur niðarlaga í myndaflatanum, gevur honum monumentalan týdning og kraft. Lýsingin tykist merkiliga lagnutung, samstundis sum hon eisini tykist merkt av humor og poesi. Surreella lýsingin av einum risastórum glasi við reyðvíni, sum stendur á einum lítlum borði, ið er umgyrt av tveimum smáum stólum, minnir um myndaheimin hjá Tóroddi Poulsen, men hann verður av sonnum hámettur av nógvum av sínum útlendsku starvsfelagum. Tóroddur Poulsen hevur sítt egna heiðurspláss á ársins Myndaódn við einari stórari súkklumynd og myndunum úr bókini "Avbyrgingar", ið á sama hátt sum yrkingarnar snúgva seg um einsemi, at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið støðugt styttist. Hetta temaið verður tulkað rættiliga konsekvent í myndum av einsamallum sjómansknútum, av isolerandi rimum ella av teirri endaligu isolatiónini undir gravsteininum í moldini. "Avbyrgingar" er forkunnigt úrslit av samstarvi millum listamannin, Steinprent og Føroyaprent.

Sum heild eru heilt nógv dømi á hesi framsýning um myndlist, har orð eru javnsettir myndaliðir. Hjá Daniel Milan koma orðini úr Red Pepper, ið er eitt gølublað í Uganda, har listamaðurin hevur verið búsettur. Perman á bókini hjá Daniel Milan er eitt bjartlitt irisprent, ið gevur paradoksalar assosiatiónir til herligar reggaerytmur, og tey ofta lagnutungu tíðindini úr Afrika, samstundis sum vit kanska eisini koma í tankar um ælabogasymbolið hjá samkyndum og um homofobiina í Uganda.

Claus Carstensen hevur arbeitt við bókaverkætlanum í Steinprenti í samstarvi við rithøvundin Søren Ulrik Thomsen og á framsýningin er høvið at síggja nakrar av teimum myndunum. Myndirnar eru svartar og rættiliga brutalar og tað sama kunnu vit avgjørt eisini siga um kontanta estetikkin hjá Øssuri Johannesen í hansara myrku pínufullu sjálvslýsingum. Men á Myndaódnini eru eisini dømi um nakrar fínar ljósar portrettmyndir, sum Øssur Johannesen gjørdi á yngru árum og sum harmonera ómetaliga væl saman við teimum ljósu, kerligu og humoristisku seyðalýsingunum hjá Fríðu Matras Brekku. Litsterku abstraktu myndirnar hjá Anne Riis Bovbjerg eru myndevnisliga undantakið, ið staðfestir meginregluna á eini annars lutfalsliga figurativari framsýning. Marius Olsen og Erik Heide hava báðir lýst føroyska landslagið í vøkrum, stillum myndum, men John Kørner hevur somuleiðis tikið støði í føroyska umhvørvinum. Tey nýggju prentini hjá honum hava øll ein breiðan svartan kant, sum minnir um kantin á eini gamlari filmsrullu og tað er eisini í stóran mun gamlar fotomyndir, sum listamaðurin hevur brúkt sum keldu. Ovarlaga í einum av nýggju steinprentunum trýnur fram tornið á dómkirkjuni, sum hugtekur listamannin, tí hann heldur tað bera frá restini. Undir torninum síggjast heldur óvæntaðir ella beinleiðis óføroyskir myndaliðir sum ein súkklari, ein strond og ein nakin kvinna.

Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina Myndaódnin 2012, ið letur upp nú fríggjadagin 23.nov. klokkan 16.00. Framsýningin varir inntil 26.jan. Øll eru vælkomin. OKKARA stuðlar.

(KP)