Thursday, November 15, 2012

Dóttir Guðs





Og Guð læt son sín verða føddan. Hví ikki dóttur sína?
Møguliga hevur hann tað, hóast vit ongantíð góvu okkum far um tað. Tað eru
so nógvar smáar gentur í søguni sum púra einfalt doyðu, tí at møður
teirra ikki áttu sær innivist, har tær kundu eiga síni børn.

Tað eru so nógvar gentur sum vit ongantíð lurtaðu eftir, hóast tær
vistu frá so mongum at siga. Tað eru so nógvar sum hava gjørt
undurverk, sum hava offrað seg sjálvar í slumminum í onkrum stórbýi
og havt umsorgan fyri øðrum.

Men eingin hevur hildið tað vera vert at taka upp á tunguna.

Hugsa tær um Guð læt dóttur sína føðast í hesari løtu?
Ella næsta son sín. Ein eftirnølara. Eingin hevur enn varnast at hon ella hann
er millum okkara. Kanska er hon so mikið lítil, at eingin hevur lagt merki
til hennara? Kanska er hon um at hvørva.

Ella kanska er hon komin upp í pensjónsárini, eingin hevur bara uppdagað tað enn.
Tú gongur á vegnum í dag. Og í morgin. Tú gongur við síðuna av vegnum.
Hvørt menniskja tú møtir kann vera guddómligt.

Hvat vita vit um Guðs ætlanir? Lurta, steðga á og lurta.
Kanska ert tú tann fyrsti sum varnast guddómin.

Kanska møtir tú Guðs soni ella dóttur. Kanska situr hon í onkrari
rundkoyring og heldur sína ósjónligu hond yvir bilunum
sum royna at yvirhála lívið. Kanska svimur hon millum ísflakarnar
norðuri í Discovíkini.

Kanska er hon stavnamoyggin í einum nýggjum Atlantsfari. Ella er tað kanska so
at hvørt einasta menniskja er guddómligt. Og at hvørja ferð tú møtir
einum øðrum menniskja møtir tú Guði?

Hugsa tær um Guð læt dóttur sína føðast í hesari løtu?


Mynd: Anker Mortensen 
Yrking: Alexandur Kristiansen