Tað mundu vera fleiri við mær, ið gjørdust heldur bilsin av
greinini hjá Beate L. Samuelsen í mikudagsdimmuni 24.oktober, har nýggja
yrkingarsavnið "Heimvitisferðin" hjá Tóroddi Poulsen var umrøtt. Tí greinin var óvanliga atfinningarsom fyri tann annars sera høviska
greinaskrivaran, ið m.a. staðfesti, at: "Yrkingarnar eru ikki serliga
upplyftandi fyri tann, sum lesur tær, og skal ein analysera hvørja yrking sær,
kann spurningur setast við fleiri teirra, hvussu borðbærar summar eru...".
Ikki er tað ofta, at fólk taka sær tykni av yrkingum í tí almenna rúminum, og bara av hesi orsøk tóktist
hetta yrkingarsavnið brádliga øgiliga forvitnisligt. Beate L. Samuelsen var
eisini í útvarpssendingini In Mente, har undirritaða og Heðin M.Klein ummældu verk hjá Tóroddi Poulsen. Beate L.Samuelsen greiddi frá hvat tað var, hon meinti við,
at hon eitt nú helt yrkingarnar í "Heimvitisferðini" vera ov ljótar at koma út í bók. Síðan hevur
eisini Bergur Djurhuus Hansen ummælt bókina í Dimmalætting í gjár í grein við
sigandi yvirskriftini "Beiskligur yrkjari gloymir at yrkja". Tað er í sjálvum sær frálíkt, at eitt yrkingarsavn megnar at elva til kjak og eg haldi eisini,
at tað er alla æru vert, at fólk koma út við hvat tey veruliga meina um
listina. Tað tykist annars ofta sum verða yrkingarsøvn mett at vera so mikið smøl og
eliter, at tey ikki eru lesandi hjá øðrum enn hjá teimum seytjan limunum í
mentanarelituni í Havn.
Avantgardulistin er jú avgomul. Hon er kanska ikki heilt
tannleys enn, men hevur í hvussu er gingið við handilstonnum leingi. Tað eru ár
síðan, at hon gjørdist akademisk, og tí hevur hon mangan verið forútsigilig
uttan eginleikar til at provokera onnur enn kanska onkran einstakan Miðflokkamann, sum av óvart er vilstur inn á
Tjóðpallin, helst tí hann helt tað vera okkurt heilt annað
enn ein tjóðpall. Nei, neyvan er avantgarde í sær sjálvum provokerandi, men
kanska eru sonevndar lyklasøgur eins provokerandi í dag sum á døgum William
Heinesens í Havn, serliga tá rættiliga opinskáraðar útspillingar av kendum
fólkum koma fyri. ”Heimvitisferðin” er ein hugsað ferð í okkara verð, í heimføðisliga
helvitisbýnum Havnini í nærmastu framtíð. Verkið inniheldur samfelagskritikk,
men er harumframt ein listarlig, bókmentalig konstruktión, ið sum so hevur ógvuliga
lítið við veruleikan at gera.
Men móðir Havn fær av at vita í bókini. Í fyrstu yrkingini leitar tann
burturvilsti eg-persónurin aftur á slóðina, og tað er so ógvuliga skjótt, at Heimvitisferðin
gerst átøk eini Helvitisferð: ".. og inn í ein óuniligan buss/ bussurin
verður drigin/ av fýra ferðir fýra rossum/ og vit skrambla avstað inn í tokuna/
grasið er grátt í støðum/ tað verður heitari og heitari/ vit koyra gjøgnum
stórar logar av eldi...". Sum í guddómligu komediuni hjá Dante á sinni reika
vit og pínast í inferno og leita okkum til reinsingar í purgatorio saman við
ræðuligum lagnum. Vit kenna í grundini tær dreymakendu, surrealistisku ímyndirnar og marrukendu opinberingarnar aftur frá øðrum bókum hjá okkara mest
originala samtíðaryrkjara, men her er alt blandað saman og væl meira
ítøkiligt enn tað plagar. Nakrar fáar yrkingar eru abstraktar, bygdar upp um formligar
mótsetningar, men nógvar eru prosakendar og konkretar við marrukendum lýsingum av ymiskum,
ið fyriferst ymsastaðni í Havn, uttan fyri Gamla Kirkjugarð, á Skálatrøð, í
Vágsbotni, Bøgøtu osfr. Og hóast surrealistiska árinið er støðugt og svakt í bókini,
tykjast sosiala indignatiónin og vónbrotið verulig við støði í núverandi
gongdini í veruleikans heimlandi.
FÓLKASKRÍMSL
eingin vil taka
tey niður
sjálvmorðshjúnini
sum hava hongt
seg
út ígjøgnum
eitt
tinghúsvindeyga
líkmoggararnir
innanfyri
hava nóg mikið
við
at trætast um
kvotur av
sjólátnum
so hjúnini
verða hangandi
enn eina tíð
ikki sum
fuglaskrímsl
men fólkaskrímsl
tí fuglarnir hava
longu
sett á tey
Føroyingar hava tað alt annað enn lætt. Har standa "ferðaleiðaraskrokkar... og selja
skræddar/ bøkur" í Gamla Bókhandli, har Kunningarstovan jú húsast. Politikarar
hava fingið óblíða viðferð áður í bókum og myndum hjá Tóroddi Poulsen, men nú
ber av; Havnin, og samfelagið alt kring Tinghúsið verður lýst sum depraverað og
upployst av materiellari egoismu, grammleika, makrel og olju. Tað er kanska at fara ov
langt av leið, at allýsa Tórodd Poulsen sum politiskan yrkjara, men "Heimvitisferðin"
líkist í støðum einum politiskt motiveraðum savni, har vónbrotið yvir høgrarák
og grunnskygni í Føroyum merkist týðuliga. Øll fáa av koyrlinum, serliga tey,
sum stjórna landi og býi og tað vil siga tað sama sum, at løgmaður og
borgarstjórin fáa hvør sína yrking. Í yrkingini TÍÐINDI stendur m.a.
"kringvarpið sendir ikki gjøgnum luftina longur/ tí eingin almennur
stovnur fær streym/ tó er landsjúkrahúsið undantikið/ har tey fáu ríku kunnu
fáa sjúkuviðgerð/ øll onnur mugu lekja seg sjálv verða tey sjúk/ tað duga
nøkur/ men tey flestu leggja seg at doyggja/ og tað hava altíð verið góð
tíðindi/ at onkur doyr/ og so er gongd aftur í handlinum.."( s.50).
Kommunuskúlin er vorðin torturmiðstøð og verða fangarnir svangir kunnu teir
velja millum lort og blámusopp (!) Á bókasavninum er enn kaldari enn uttanfyri,
tí: "savnið hevur ongan streym havt/ í áratíggjur// teldurnar standa
innsmurdar/ í mannatrekki// bøkurnar liggja sløddar á gólvinum/ fá duga at lesa
longur..." (s.53). Norðurlandahúsið er at kalla
avtoftað, fuglar hava yvirtikið tað og onkrastaðni mitt í húsinum er ein
dunnuhylur, jú takk, harra yrkjari, speisemið er til at fata. Serliga illa stendur til har, sum listin og ondin av
røttum skuldu rátt, t.d.húsast granskarar á Fróðskaparsetrinum í kommunala
vesinum í Mylnugøtu. Ringastu lortaspannina fáa fólk í Listasavninum oman yvir
seg og her er støðið ov lágt. Eg haldi, at yrkingarsavnið hevði verið betri um hendan yrkingin ikki var
við. Onkur undrast yvir, at tað yvirhøvur ber til at geva eina bók út sum hesa. Men listin er markleys, og høvundurin leggur hóast alt opið
navn til lammiterilsið. Meðan eg lesi, komi eg í tankar um orðatakið um at
revsa tann, mann elskar, tí eg hugsi, at kenslur og djúp vónbrot liggja aftan
fyri tær hvøssu atfinningarnar.
Lýsingin av føroyska samfelagnum er sum heild
dystopisk, satirisk og nokk so langt úti skemtilig á sama hátt sum Zombie-filmar
kunnu vera tað. Men her er meira uppá spæl hjá yrkjaranum enn bara skemt og eg haldi, at hann í mongum rakar seymin á høvdið í lýsingunum av føroyska samfelagnum við tí konservativa, borgarliga stýrinum. Góða listin er frammanfyri, eg ivist í um vit øll hava gjørt okkum greitt hvussu okkara land er við at broytast í løtuni. Við ørvitistosi og óhógv vísir "Heimvitisferðin" okkum hvagar kósin gongur. Endayrkingin "FARVÆL" minnir okkum á franska yrkjaran
Arthur Rimbaud, sum eisini kallaði síðsta tekstbrotið í heimskendu "Une
Saison en Enfer" fyri "Farvæl" til
tess at leggja dent á, at bókin var hansara endaliga uppgerð við heimin. Í ”Une
Saison en Enfer” skrivar Rimbaud m.a. "Eg síggi meg sjálvan aftur við
húðini gnaddaðari av móru og pest við hárinum og armholunum fullum av maðkum og
við enn feitari maðkum í hjartanum…".
Í “Heimvitisferðini” skrivar Tóroddur Poulsen: “..so fáa vit ístaðin eitt
hugnaligt prát/ um lív og seyð og um maðkar/... hann segði seg mangan av berum
forvitni/ hava grivið niður í feska grøv/ bert fyri at vita/ hvussu væl
maðkarnir arbeiddu/ og hann var eisini hugtikin av/ at tað var so nógv lív
niðri í grøvini hjá tí deyða/ og hann hevði smakkað maðkarnar/ og teir vóru ein
sonn delikatessa..”. Arthur Rimbaud var poetiskt undurbarn, hann var blaðungur,
tá hann skrivaði sítt “Síggjarabræv”, sum gjørdist høgt í metum fyrst millum
symbolistisku listafólkini og síðan millum øll við minsta áhuga fyri poesi. Symbolistarnir vóru um alt Europa hildnir at vera
óskiljandi. Teirra tekstir og myndir speglaðu ikki veruleikan, men vóru
demonstrativt afturlatnir. Hendan listin snúðu seg ikki um vanligar
upplivingar men um tað ekstrema, um visiónir, dreymar og hugmyndir.
Eisini málsliga og formliga royndu symbolistarnir at fara út um mørk og tí
tykjast summar av yrkingum teirra eins og torskild mynstur av symbolum, sum
har aftrat eru fleirtýdd og á henda hátt kann symbolisman sigast at vera
byrjanin uppá ein yrkingarform, sum verður nýttur og sum mennist enn í dag.
ÁÐRENN FERÐINA
í einum handilsvindeyga
situr ein gomul kona
við longum neglum
og broderar mynd
av tí gomlu havnini á húðina
á síni deyðu dóttur
hon skal vera so fín
árenn hon verður latin presti
men fyrst skal hon leggjast í saltlaka
so hon verður lættari at kenna aftur
sum samsýning fær mamman
allar tær følnaðu tulipanirnar
úti í nýggja kirkjugarði
Prosayrkingarnar hjá Rimbaud eru
svakar, óðar og skelkandi, og tað sama kunnu vit jú siga um hesar hjá Tóroddi
Poulsen. Kenslan av vónloysi er týðilig á sama hátt sum viljin til uppgerð.
Málið støkkur í løgnum ólogiskum lopum og mótsetningsfullum spenningum og nógva
staðni er málið beinleiðis primitivt og banalt. Myndevnið av helviti við morgulum
royki og ólekrum perversiónum, symbolmálið, surrealistisku dreymamyndirnar
minnir heilt nógv um gomlu bókina hjá Rimbaud, sum í serliga gjørdi
uppreistur móti kristindóminum. Í universinum hjá Tóroddi hevur prestur
tatoveringar og horn í pannuni, og ræstir állar koma út úr munninum hjá honum.
Eingin, sum hevur lisið bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen ivast í týdninginum, sum fronsku symbolistarnir hava havt fyri hann, og sjálvandi hevur hann verið tilvitaður um megnarverkið, meðan hann skrivaði ”Heimvitisferðina”. Sambært einum øðrum fronskum yrkjara, Stephane Mallarmé, krevur poetiskur reinleiki, at orðini verða ótingsliggjørd. Vit kunnu næstan siga tað øvugta um nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen, sum er rættiliga skitið. Tóroddur Poulsen dámar tað ljóta umframt tað vakra, hetta síggja vit eisini í hansara myndlist, sum er partvíst merkt av tí sama groteska, vulgera skemtinum, sum ”Heimvitisferðin” er full av. Yrkjarin og listamaðurin hevur áður dyrkað tað ljóta og tað banala í verkum, men ikki so konsekvent sum her. Hansara ljóti estetikkur er klassiskt underground, fullur av mannatrekki og fanansskapi, men í grundini verri enn so líka óndur sum nútíðarinnar sadistisku krimifilmar, sum familjan Føroyar hugnar sær við um kvøldarnar, har serliga konur og børn verða pínd av verðini. Gamaní verða fólk tveitt upp í luftina í einari yrking í "Heimvitisferðini", men tey verða loftaði aftur, so at einki hendir við teimum. Tað er kanska av hugsjónarligum orsøkum, men eg haldi, at vit skulu vera serliga góð við ta ljótu listina, hon speglar okkum og ger okkum varug við, at heldur ikki tað ljóta altíð er so ljótt sum tað sær út til at vera.
Eingin, sum hevur lisið bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen ivast í týdninginum, sum fronsku symbolistarnir hava havt fyri hann, og sjálvandi hevur hann verið tilvitaður um megnarverkið, meðan hann skrivaði ”Heimvitisferðina”. Sambært einum øðrum fronskum yrkjara, Stephane Mallarmé, krevur poetiskur reinleiki, at orðini verða ótingsliggjørd. Vit kunnu næstan siga tað øvugta um nýggja savnið hjá Tóroddi Poulsen, sum er rættiliga skitið. Tóroddur Poulsen dámar tað ljóta umframt tað vakra, hetta síggja vit eisini í hansara myndlist, sum er partvíst merkt av tí sama groteska, vulgera skemtinum, sum ”Heimvitisferðin” er full av. Yrkjarin og listamaðurin hevur áður dyrkað tað ljóta og tað banala í verkum, men ikki so konsekvent sum her. Hansara ljóti estetikkur er klassiskt underground, fullur av mannatrekki og fanansskapi, men í grundini verri enn so líka óndur sum nútíðarinnar sadistisku krimifilmar, sum familjan Føroyar hugnar sær við um kvøldarnar, har serliga konur og børn verða pínd av verðini. Gamaní verða fólk tveitt upp í luftina í einari yrking í "Heimvitisferðini", men tey verða loftaði aftur, so at einki hendir við teimum. Tað er kanska av hugsjónarligum orsøkum, men eg haldi, at vit skulu vera serliga góð við ta ljótu listina, hon speglar okkum og ger okkum varug við, at heldur ikki tað ljóta altíð er so ljótt sum tað sær út til at vera.
Tóroddur Poulsen:
Heimvitisferðin. Mentunargrunnur Studentafelagsins 2012. 67 bls. 148 kr.
(KP)