Tuesday, November 6, 2012

Listafólkaboykottið – mentanarpolitikkur rakar okkum øll

Tey tvey árini listabloggurin hevur verið til, hava vit uppá allar hugsandi mátar roynt at sett mentanarpolitisk mál á breddan Vit hava skrivað, mælt listafólkum at skriva og vit hava trýst politikarar til at melda út.
Tessvegna taka vit eisini undir við boykottinum av tí almenna, sum Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen hava tikið stig til, og hjálpa við at styrkja tað. Eitt tílíkt boykott snýr seg um nógv ymiskt. Tað snýr seg um at fremja listarliga góðsku og fjølbroytni, um gjøgnumskygni og sjónliggerð av leiklutinum hjá listini í samfelagnum, um virðing og vitan, áhuga, fatan og kjak. Tað er eitt mótmæli móti vantandi armslongd, móti sosialum skeivleikum og móti gemenari misnýtslu av listafólkum og ondslívi.
List og harvið mentanarpolitikkur mynda eina kjarnu í sjálvum bygnaðinum av samfelagnum, tað snýr seg um at styrkja samfesti, menning og nýhugsan – alt sum okkum tørvar, og sum okkum ikki minst tørvar í krepputíðum. Listin er ikki altíð áhugaverd fyri samfelagið í mun til hvat tær og mær dámar ella hvat tú og eg fata; listin er áhugaverd sum ómissandi liður í samfelagnum. Ein liður, sum ikki bert snýr seg um trivnað og njóting, men um fólkaræði og um at tryggja, at tað finnast óheftar, kritiskar røddir í samfelagnum, um at tryggja vitanarmenning og samskifti. Tí er tað so umráðandi, at mentanarpolitikkurin er skikkaður, at hann megnar at stuðla og ikki at bróta niður, og at hann kann formidla ta samfelagsuppgávu, sum listin hevur. Tí rakar mentanarpolitikkur okkum øll, og ikki bert tey listafólkini, sum fáa stuðul frá tí almenna.
Tí, tað eru í grundini ikki bert listafólkini, sum fáa stuðul. Tað eru vit øll, sum fáa høvið at hava listina í okkara tilveru til at víðka um okkara fatanarstøði og til at liva í einum rættiligum samfelag. Tað eru ikki listafólk, sum fáa nakað út av, at landið brúkar tey til profilering. Tað er landið og ferðafólkaídnaðurin ið fáa nógv burtur úr hesum. Tað er ikki mentanararvurin, sum fer at njóta væl av, at samtíðarlistin verður skerd. Tað er skattalættin hjá teimum vælbjargaðu, sum her verður fíggjaður. Tað eru ikki mentanar- og listafólkini, sum er nassararar og grenj. Heldur er tað politiska skipanin, sum er farin skeiv.
Tað er ein sannleiki, at mentanarpolitikkur er tað, sum minsta orkan verður brúkt uppá bæði í løgtinginum og í fjølmiðlunum. Hetta sjálvt um listin helst er tað týdningarmesta, sum vit hava, tað, sum vit skulu ansa best eftir, tað, sum vit skulu gera okkum bestan ómakin við og brúka mest av okkara vitan uppá. Vit muga og skula alla tíðina innstilla og menna mentanarpolitikkin, og vit mugu pressa allastaðni har vit kunnu og brúka eitthvørt høvi til at broyta uppá tey viðurskifti, sum verða áløgd listini. Hetta gera vit ikki bert fyri listafólkini, men fyri listafólkini og okkum øll somul.
Vit takka teimum mongu listafólkunum, sum ikki bara við teirra list, men eisini við teirra luttøku í hesum boykotti, eru við til at tryggja, at okkara samfelag verður varðveitt.
Takk fyri Sunleif Rasmussen, Teitur Lassen, Mikael Blak, Tóroddur Poulsen, Leivur Thomsen, Andrea Heindriksdóttir, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Carl Jóhan Jensen, Oddfríður M.Rasmussen, Petur Pólson, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Silja Strøm, Rakel Helmsdal, Bárður Persson, Elias Askham, Bruno Mikael Eysturstein, Eivør Pálsdóttir, Brandur Patursson, Kári Bæk, Ólavur Jakobsen, Jóanes Nielsen, Bárður Dal Christiansen, Alexandur Kristiansen, Jón Sonni Jensen, Gunnvá Zachariasen, Rógvi á Rógvu, Knút Háberg Eysturstein, Líggjas Olsen, Súsan í Jákupsstovu, Sólrún Michelsen, Ingi Suni Jakobsen, Marita Dalsgaard, Olaf Johannessen, Tummas Jákup Thomsen, Atli K. Petersen, Sissal Kampmann, Elin Josefina Smith, Kaj Klein, Annika Arge Gregoriussen, Jóhan Martin Christiansen, Heðin M. Klein, Magnus Johannessen, Høgni Lisberg, Anker Eli Petersen, Unn Paturson, Jóhannus á Rógvu Joensen, Martin Joensen, Rannvá Holm Mortensen og Drífa Hansen.



(IS)