Friday, November 9, 2012

Løgmenn






Eg havi einki ímóti løgmonnum sum so. Løgmenn eru bara fittir.
Undanfarni var fittur, og eg haldi, at núverandi er eisini fittur.
Eg haldi, at allir løgmenn eru akkurát líka fittir. Mær dámar, at teir
geva sær stundir at steðga á og práta við vanliga fólkið, sum er úti og spákar.

Tá tykist tað onkursvegna sum at teir standa og smyrja sær. Tá tykist
tað, sum at teir skifta lit. Mær dámar væl, at teir siga, at vit hava
demokrati. Allir eru teir ójavnir á máli; men allir eru teir samdir um,
at demokrati er gott. Og skattirnir, teir eru eisini góðir, eru teir samdir um.

Eg haldi, at allir løgmenn eru líka fittir sum fólk flest, og at teir
helst vilja búgva í vanligum húsum. Og tá haldi eg, at teir kanska
sakna tónleik og larm. Men teir kunnu heldur ikki vænta at fáa alt.

Løgmenn eru stundum í stjórnarkreppu, haldi eg viðhvørt, og tá
dámar mær væl at teir eru at síggja í sjónvarpinum og siga sum er,
meðan teir fáa sær eitt hóskandi andlitsbrá. Tá haldi eg, at teir eru
bangnir fyri avleiðingunum av teirra góðvild.

Eg haldi eisini, at allir løgmenn hava líka fittar konur, ið fylgja við
í donsku vikubløðunum, og sum teir taka við sær til veitslur í sera
fínum kjólum og hvítum ankilsokkum. Tá haldi eg, at allar frúur hava
líka nógv at týða fyri sín mann. Tá síggja vit, at tey sita saman.

Eg haldi, at allir løgmenn hava líka loyniligt telefonnummar, so at vit
ikki kunnu ringja til teirra um náttina og fortelja teimum at vit hava tað gott
ella at vit ikki hava tað gott. Tá noyðast vit at klára okkum og bíða til
næsta val. Tá sova teir.

Eg haldi, at allir løgmenn eru fittir, og allir uttanríkisráðharrar og
mentamálaráðharrar og vinnumálaráðharrar eru líka fittir. Eg haldi,
at tá ið teir doyggja, so koma nýggir, og teir eru eisini líka fittir.



Mynd: Hitt føroyska skjaldraveldi
Yrking: Alexandur Kristiansen