Wednesday, November 7, 2012

Ávaring til fólkið: Tingvarpið er ikki hóskandi fólkaføði



Eitt flatskattasamfelag er eitt samfelag uttan yvirbygning. Hvørki av ideologiskum, intellektuellum ella andaligum slag. Tað er eitt samfelag, sum er flatt. Heilt bókstaviliga.

Hetta kanst tú í tínum egna sjónvarpi hoyra samgongulimir siga. At tað eisini er nakað merkiligt nakað, at bygningar skulu prýðast, tí at listafólk skulu selja nøkur verk. Ella at mann gott kann siga, at listafólk klára tað fínt uttan pening. Nei mínir harrar, tað kann mann ikki og tað ger mann ikki, tí tað er møsn og hevur einki við nakað sum helst at gera. Og kundu tit latið ta fløtu lummafilosofiina verið heima, sluppu vit onnur undan at kóka okkara oyru aftaná Tingvarpssendingina, og enn betri um tit settu tykkara klichéir úr frígear, so kundu vit sloppið undan at tyngja ta hart royndu føroysku heilsuskipanina við okkara tornhøga blóðtrýsti og sálarligu traumum.

Her má heilt einfalt strammast upp. Og tað er ikki nóg mikið, at politikarar verða heima sum 80 % av teimum valdu at gera, tá mentan var á skránni í løgtinginum í gjár. Tað kann væl vera, at politikararnir eru heima fyri at sleppa okkum undan, at fólkaheilsan skal fáa varug mein, men eg ivist í, at teir brúka teirra óendaliga streym av væl uppibornum frídøgum til at lesa uppá grundreglurnar í mentanarpolitikki. Bara eina ferð kundu teir víst okkum, at teir virða koyripeningin, sum vit hava latið teimum úr okkara egnu lummum, so mikið, at teir trillaðu bilin yvir í tingið.

Men nú havi eg longu sagt ov nógv um politikararnar. Samgongan er ómøgulig at røkka eisini pedagogisk og tað er tí andstøðan, sum er í fokus. Tann hart roynda, reystliga stríðandi, bæriliga óða andstøðan. Tað kann tykjast órættvíst, at tað eru tey, sum eru í brennideplinum, tí tey klára mentanarpolitikkin so øgiliga nógv betri enn samgongan og andstøðulimirnir tykjast sum heild heldur enn ikki skilabetri enn samgongulimirnir. Men vit eru sum kunnugt í tí støðu, at samgongan hevur trýst samfelagið flatt og beint burtur samfelagsins yvirbygning, og tað einasta, sum nú fær bjargað okkum undan at gerast ein fullkomiliga eindimensjonal tjóð, er andstøðan.

Tí skulu tey gera sær øgiliga stóran ómak, tey skulu standa saman og gera eina felags ætlan fyri hvagar mentanarpolitikkurin skal. Tey skulu halda uppat við at tosa um hvat tey sjálvi gjørdu ella ætlaðu at gera, men ikki fingu viðhald at gera, tá tey vóru landsstýrisfólk í mentamálum. Tey skulu pressa samgonguna frá øllum síðum, til at hava fundir í mentanarnevndini, til at melda út, til at greiða frá fyri viðkvæma fólkinum júst hvagar, samgongan hevur stungið mentan og list. Tey skulu gera okkurt, sum er so vatntætt og skottrygt og satt og so væl orðað, at Obama siterar tey í síni næstu sigursrøðu.

Keðiligu tíðindini til andstøðuna eru, at mentanin er fullkomiliga upp til tey, hetta skilst ógvuliga greidliga, tá tú hoyrir samgongulimir tosa. Góðu tíðindini til andstøðuna eru, at tey gott kunnu megna tað og vónandi eisini vilja gera tað, og at fleiri teirra fóru sera skilagott til verka í tinginum í gjár, og at tey heilt vist skulu fáa hjálp uttanífrá, ynskja tey tað.

(IS)