Tiltakið í Norðurlandahúsinum til minnis um Jens Paula Heinesen í gjárkvøldið var væl eydnað, fjølbroytt og hugnaligt og rættiliga nógv fólk møttu upp at heiðra Jens Paula og at lýða á tað ymiska sum gekk fyri seg. Skálin, ið tekur umleið 300 fólk, var næstan fullur og tað er rættiliga væl klárað eitt vanligt mánakvøld. Suni Merkistein var frásøgumaður og byrjaði við at greiða frá, at Jens Pauli Heinesen var fyrsti føroyski høvundur, hvørs bøkur av álvara gjørdi honum mun, tá hann var blaðungur. Vit í Tarira framførdu við Sunleif Rasmussen sum kórleiðara tvær útsetingar, sum kvøldsins fyriskipari, Elin Brimheim Heinesen hevur gjørt lag og kórútseting til yrkingar eftir Jens Paula Heinesen. Harumframt framførdu dugnaligir sjónleikarar brot burtur úr sjónleiki, og dansur og tónleikur var aftur við upplestri. Upplesturin hjá Páll Danielsen úr søguni "Faðir og sonur" um pápan, sum hevur serstakliga ilt við at sleppa soninum, men sum heldur ikki heilt við viðganga hvussu hann hevur tað, var rørandi og ómetaliga væl frágingin og so mundu vit dottið av stólunum sum vit flentu at teimum báðum, Hans Torgarð og Bárði Persson, ið framførdu brot úr sjónleikinum "Søgur úr Krabburð" eftir Jens Paula Heinesen. At teir høvdu valt at uppføra ein valfund dagin innan býráðsvalið gjørdi bara tað heila enn stuttligari. Aftaná kaffisteðgin søgdu Turið Sigurðardóttir, Malan Marnersdóttir, Heðin M.Klein og Martin Næs frá teirra fatan av skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen. Framløgurnar vóru viðkomandi og áhugaverdar, Malan Marnersdóttir greiddi frá millumtekstligum fyribrigdum, um hvussu skaldskapurin hjá Jens
Paula Heinesen er háttaður t.d. í mun til rørslur og rák innan heimsskaldskapin, men eisini bar hon saman partar av skaldsøguni "Tú upphavsins heimur" við Klaksvíksstríðið. Martin Næs tosaði um ein túr í Vágunum við høvundinum, sum var ein stór uppliving hjá honum og í øllum førum ein sonn opinbering av staðarnøvnum, skiltu vit áhoyrarar. Heðin M.Klein lýsti Jens Paula Heinesen sum okkara fyrsta modernaða prosahøvund og greiddi frá sínum upplivingum av at lesa hansara bøkur. Í kvøðuritinum, sum vit fingu, stendur ymiskt, sum er sagt um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, m.a. skrivar Heðin M.Klein "Tá ið eg sum smádrongur, umleið 10-12 ára gamal, las tær tríggjar søgurnar í "Hini vøkru kvirruni" eftir Jens Paula Heinesen, var tað ein sansavíðkandi uppliving, eg ongantíð fari at gloyma, tí eg hevði aldrin fyrr, hvørki evnisliga ella í orðavali, lisið sovorðið á føroyskum og um føroysk viðurskifti.".
Aftaná orðaskiftið sang Elin B.Heinesen sín egna sang "Eitt dýpi av dýrari tíð" saman við tónleikarum og kóri og kvøldið endaði við felagssangi, tá vit øll saman sungu "Dimmið" hjá Waagstein við orðum eftir Christian Matras, sum hevði stóran týdning fyri Jens Paula Heinesen. Úti í forhøllini vóru bøkur hjá Jens Paula at hyggja í og til keyps
http://sprotin.fo/?sida=fregnatanastan&grein=335. Samanumtikið eitt gott og væl fyriskipað kvøld og føðingardagur hjá Jens Paula Heinesen, sum fær síðsta orð:
"Og harumframt fór eg at skriva um alt. Bæði um steinin og túgvuna, sandin og ánna, enntá hømiliurnar komu at standa onkustaðni í mínum tjúkku bókum saman við nógvum, nógvum øðrum - eitt nú børkubóndanum við teimum frøknutu bløðunum, ið angaði sum gentur, ið fara í dans. Og eg skuldi skriva so inniliga um allar lutir, at eisini onnur menniskju fóru at verða líka góð við teir, sum eg var sjálvur".
Kvøðuritið er her:
"http://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/jph_80ar_skra_og_kvodurit?mode=window&pageNumber=1