Tey, sum fara til sangleik fyri at hoyra "Hetta er okkara land", "I don´t know how to love him" ella onkran annan kendan sang, kunnu tað sama vera sitandi har í sofuni við lunkaða kaffikoppinum og sitrónmánanum og njóta lívið saman við Barnaby í Midsomer. Har er Audition ikki tað rætta. Leikurin er jú spildurnýggjur og eftir mínum tykki er sjálv nýggjheitin nakað av tí mest fantastiska við honum, hetta er samtíðarlist, vit sleppa at uppliva ein spildurnýggjan leik frá byrjan. Eg rokni við, at onkrir av sangunum so líðandi fara at gerast kendir, "Super Nova", "Tað má vera mark fyri øllum" og hvat teir nú itu, allir hesir fantastisku sangirnir hjá Tróndi Bogason. Tróndur er í essinum, vit hoyrdu tað á fløguni Room hjá Eivør og vit hoyra tað aftur nú. Hann virkar líka ivaleysur sum Ingálvur av Reyni tá hann tók ráðini hjá Jack Kampmann til sín um ikki at brúka allar spektrallitirnir í senn. - Too many notes, so segði hann Salieri, men hjá Tróndi Bogason er ikki ein tóni ov nógv. Eg ivist onga løtu í, at hetta er langtíðarhaldgóður tónleikur, sum er eitt sindur framman fyri sína tíð júst sum hann eigur at vera, tá talan er um eitt listaverk sum Audition. Leikurin snýr seg um nøkur ung fólk, sum hava vunnið sær pláss í eini altjóða talentkapping í Kiev, har fólkaræðið ikki tykist ordiliga etablerað, har korrupsjón ræður og har atburðurin hjá trygdartænastuni í landinum tykist ikki sørt einaræðisligur. Vit fylgja Bjartu á Lofti, sum er favorittur í kappingini og sum hevur verið barnastjørna og kend alt lívið. Silja Samuelsen megnar krevjandi krevjandi leiklutin, og hon var framúr í samspælinum við Mike Viderø, ið hevur leiklutin sum gubbi hennara, sum samstundis er hennara strævni og dominerandi manager. Bjarta á Lofti grundar yvir tilveruna og ivast í um stjørnulívið veruliga er hon. Tað er áhugavert at síggja hendan leiklutin tulkaðan í tveimum persónum, dugnaligi dansarin Elin Jacobsen hevur leiklutin sum ein sponsk dansarinna, sum hevur eitthvørt samband við Bjartu. Eg skilti tað sum um dansarin er ein tvífaldan og likamliggerð av hugsanum hjá av persóninum Bjartu um hennara strævna unga lív sum kend við konstantari venjing og einsemi.
Eg var til premieruna í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, eg sat vinstrumegin og frammarlaga í salinum og tað var kanska eitt sindur spell, tí heilt nógv gongur fyri seg høgrumegin. Samstundis haldi eg í grundini, at assymmetriin í uppsetingini undirstrikar dynamikkin og orkuna í leikinum. Har gongur nógv fyri seg í senn og lat meg allarfyrst rósa leikstjóranum Annfinni Heinesen fyri enn einaferð at hava varðveitt yvirlitið og fyri at hava fingið heildina so greiða sum hon er, tí hetta hevur á ongan hátt verið nøkur lítil uppgáva við einum spildurnýggjum leiki, havi skilt, at endaligi formurin er rættiliga nýggjur og at tað ikki eru so øgiliga langt síðani, at onkrir av sangunum vóru heilt lidnir. Men nær er eitt verk heilt liðugt? Við eini premieru er verkið sjálvandi fingið undir land, men í mínum høvdi er tað sum um, at verkið í grundini ikki er liðugt og í Bónus, har sum eg keypti inn í áðni, var verkið heldur ikki liðugt, tí har gekk prátið dúgliga um Audition og semja var um, at vit máttu aftur til leikin.
Tað er uppá fleiri mátar nakað serligt at uppliva ein sangleik, sum so nógv ung fólk taka lut í. Ungdómurin er okkara besta og dýrasta tilfeingi, tey eru ung og pr definitión á veg til nakað stórt, á veg út í heim at læra og at uppliva. Tey ungu eru so at siga livandi prógv uppá lívsins dýra undur, sum vit øll kenna okkum sum partar av, tá vit uppliva teirra framførslu. Audition hevur av sonnum verið og er eitt øgiligt tak hjá øllum teimum mongu, sum framføra og sum hava verið við at gjørt pall, smyrsl, búnar, sum hava repetera sang og tónleik, dans og sjónleik, gjørt ljóð og ljós og staðið fyri framleiðslu, samskipan og so víðari og framvegis. Sjálvt ikki yvirskipað tori eg í holt við at nevna nøkur nøvn í hópinum, tí listin telur fleiri síður í leikskránni. Leikskráin er forrestin informativ, har er ein samandráttur av søgugongdini og onkur sangur er eisini prentaður, t.d. tann lítla kreddan hjá Oddi í Steini, sum kann viðmælast at lesa. Eg fekk í hvussu so er ikki tekstin við, sum Páll Brim so vakurt sang. Leikluturin hjá honum er áhugaverdur, hann er eitt slag av frásøgumanni ella viðmerkjara við rótum aftur í gamla samfelagið. Sjálv søgugongdin í leikinum sýnist eitt sindur tunn í støðum, men eg haldi, at tann tankin elvist av tí nógvu taluni í sangleikinum, sum í løtum fær okkum at leita eftir eini frágreiðingum, sum ikki er har og sum heldur ikki eru neyðugar í einum sangleiki. Samrøðurnar eru sjálvandi við til at undirbyggja søgugongd og persónar, men tær nýtast ikki at vera so nógvar og drúgvar, haldi eg. Tað er ikki tað, at teksturin ikki er góður, tí Dánial Hoydal dugir sjáldsama væl at skriva, so at tær løttu, fleirtýddu orðingarnar flúgva um pallin. Teksturin er góður, stuttligur, situr væl og hongur væl saman við tónleikinum, temaið "Mungi eftir mati" mól í høvdinum á mær fleiri tímar aftaná framførsluna. Tað er ein reyðhærd stand upparatypa (Anna Maria Wraae), sum mungar so øgiliga illa eftir mati. Hon hevur líka høga forbrenning sum hon er stuttlig.
Sum sangleikur er Audition serliga væl eydnaður, av tí hann er so mikið kollektivur sum hann er, og av tí, at tað veruliga eru tey ungu fólkini, skúlanæmingarnir, sum bera honum uppi. Hetta er Dániali Hoydal fyri at takka og hansara góða grundhugskoti um at brúka eina talentkapping sum støði í leikinum. Rættiliga genialt eisini bæði fyri form og innihald at brúka pallmyndina so at hon summastaðni ímyndar sjónvarpsskíggjar. Tónleikararnir sita aftanfyri, vit hóma teir bara, men vit hoyra teir alla tíðina. So væl spældu tey, at eg tók meg í at skimast og undrast yvir hvar teir vaksnu og royndu tónleikararnir blivu av, tá hesu blaðungu fólkini komu fram at bukka. Lat meg skunda mær at siga, at leikurin meir enn nakað annað er prógv fyri hvussu ómetaliga stóran týdning Musikkskúlin hevur fyri okkara land. Ongar sparingar har takk! Og lat meg bara lovprísa eitt sindur aftrat; Mike Viderø er eitt vælsignilsi í reinum konsentreraðum musicalformi, takk og lov og allan heiður hevur hann uppiborið fyri sína fantastiska nærveru og sína frálíku rødd og humor (eg ivist ikki í, at satiruroyndirnar hjá leikstjóranum eisini hava verið til góða hjálp í skapanini av tí ómetaliga hála og sjálvglaða karakterinum á Álvi á Lofti). Annars vil eg ikki taka nakran framum, tað samlaða avrikið var frálíkt og hvør einstakur av luttakarunum hevur rós uppiborið fyri tað.
Tá leikur var lokin í gjárkvøldið og øll tey nógvu fóru oman á pallin at taka í móti uppiborna heiðrinum minti andlitsbráið hjá Annfinni Heinesen meg um lítla klokkumakaranum, í filminum hjá Tarkovski um ikonmálaran Rublev. Tann ómátaligi sálarlinnin, takssemið og bilsnið, tá klokkan ljómar og listaverkið er ein realitetur, stóð sum málað í andliti leikstjórans. Jú, tað gekk og meir enn tað, eisini hesuferð. Túsund millión takk fyri Tróndur og Dánial og Annfinnur og tit øll fyri megnaravrikið. Takk fyri, Rytmiska kórið í Hoydølum, Føroya Studentaskúli og HF-Skeið, Musikkskúlin, Tekniski Skúli og Handilsskúlin fyri at tit á fyrimyndarligan hátt taka listina í álvara.
(KP)