Tuesday, November 27, 2012

Nýtt og gott gamalt í glarsmiðjuni

Olivur við Neyst hevur eina lítla framsýning í Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsens gøtu, sum kann viðmælast. Framsýningin tykist eitt sindur gamaldags í støðum, summar myndir minna um myndir hjá teimum sonevndu fauvistunum í byrjanini av tjúgundu øld. Fauvistarnir sýndu sum kunnugt fram á fyrsta sinni í 1905 í Salon d´automne í Paris nakrar ógvusliga littar myndir, sum brutu frá í mun til hini verkini á framsýningini. Har var m.a. ein standmynd, sum varð gjørd í renesansustíli og harav kom heitið, tí ein ummælari skrivaði um hesa standmyndina, at tað var ein Donatello millum villini dýr. Tey villu listafólkini vóru m.a. Henri Matisse og André Derain, ið hava verið koloristiskar fyrimyndir  hjá listafólkum gjøgnum alla tjúgundu øld.

Sum sagt tykjast onkrar av myndunum hjá Olivur við Neyst heldur gamaldags, men hyggur tú nærri sæst, at summar av teimum í grundini eru gamlar, ein mynd av ommu listamansins er t.d. frá sjeytiárunum. Hann málar umhvørvið á bygd og  bý í kubistiskum kompositiónum. Framsýningin er nokkso ymisklig, men millum myndirnar eru ljómandi myndir, sum av sonnum eru haldgóð prógv fyri hví Olivur við Neyst er hámettur koloristur. http://www.glarsmidjan.fo/


(KP)