1. november 2012, í dag, stóð at lesa á portalinum, at Tjóðpallur Føroya enn einaferð hevur fingið toyggið. At eitt oljufýr hevur fyllt húsið við svørtum, stinkandi royki. Tað var sum at fáa ein frammaná at lesa hetta.
Tí kenslan av vanlagnu hevur verið har eina tíð. Tað er eins og Tjóðpallurin er eitt opið sár, sum støðugt minnir okkum um ta ond, vit hava svikið. Eitt skroypiligt hylki av menniskjansleika, sum eingin hevur tikið sær av og sum nú syndrast.
Týsdagin hoyrdi eg í útvarpinum Kinnu lýsa nýggjasta yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen Heimvitisferðin eins og eitt inferno hjá Dante. Sum eitt kort yvir Tórshavn, har tómleiki ræður har sum ondin einaferð búði. Hetta rørdi meg, sjálvt um eg enn ikki havi lisið bókina, og myndin av inferno kom aftur fram fyri meg í morgun, tá eg las um Tjóðpallin. Tí vit ansa ikki nóg væl eftir listini og hetta er ikki bert galdandi fyri samgonguna, men okkum øll, sum dagliga lata grammleika, líkasælu og egoismu troka burtur ondina.
Allir góðir tankar til tykkum, sum berjast dagliga fyri, at vit hava ein tjóðpall. Tað er ein veldug gáva, tit geva okkum.
Í dag 1.november minnast vit tey sjólætnu, men hendan fyrsta novemberdagin fari eg eisini at hugsa um ondina.
(IS)