Lat okkum bara viðganga, at vit hava ilt í nakkanum so nógv sum vit eftirhondini hava skakað høvdunum aftur og fram í vónloysisøði um ymsar raðfestingar, sum eru farnar fram seinastu árini. Tað er serliga innan mentanar- og listaøkið, at ymiskar raðfestingar hava undrað og ørkymlað, men eisini tann heilt stóra dáragerðin og asosiala svínagerðin, tá ósolidariska flatskattaskattaskipanin varð sett á stovn, hevur nívt okkum við varhuganum um, at leysgivnu pengarnir fara at resta í onkrastaðni. Nýligu skerjingarnar av mentanarstuðlinum, hava vit saman við nógvum etableraðum listafólkum øst okkum um, uttan so, at mentamálaráðharrin hevur kent sær nakrar serligar áneyðir til at reagera uppá tað. Sanniliga tykist bara ganga afturá mentanarliga og andaliga í Føroyum. Omaná tað heila komu skelkandi og eitt sindur óneyvu tíðindini um, at Kringvarpið er fíggjarliga niðurpínt og eftir øllum at døma má siga næstan einum triðingi av starvsfólkunum upp. Men vit vita ikki hvussu nógv fólk tað snýr seg um, og sjálvandi er stórur munur millum at koyra 15 og 30 fólk og so at siga øllum upp, sum var ein av nevndu møguleikunum orsakað av tí, greiddi formaðurin í Kringvarpstýrinum frá við lagnutungari rødd: at talan tá verður um ein heilt annan stovn. Kringvarpsstjórin segði m.a., at tað verður munandi minni av mentan í Kringvarpinum. Vit ógvast og endurgeva úr Public Service sáttmálanum: "Kringvarp Føroya hevur sum sjálvstøðugur almennur public service-stovnur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan. Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann gjøgnum sítt virksemi varpar ljós á samfelagslig viðurskifti og elvir til kjak. Fyri at tryggja at Kringvarp Føroya lýkur sínar public service-skyldur í mun til fíggjarliga grundarlagið, ið Mentamálaráðið bindur seg til at tryggja, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála...".
Hetta ljóðar jú sum týdningarmiklar skyldur, men týdningarmikli stovnurin hongur eftir øllum at døma í einum sera tunnum tráði. Vit stúra við tankan um eina framtíð uttan eitt alment óheft føroyskt kringvarp. Sum vit skiltu útvarpsstjóran í gjár, er føroysk mentan og fólkaræði nú treytað av, at vit øll spæla eina øgiliga rúgvu av Gekkum komandi tíðina og samstundis vóna, at eingin vinnur Gekkin. Tað er fullkomiliga absurd og tað kundi longu sæð út til, at vit øll hava tapt.
(KP)