Hetta er triðju ferð, at Durita Dam sýnir myndir sínar fram í Smiðjuni, ið man sigast at vera hugnaligasti karmurin um framsýningarnar í býnum upp undir jól.
Hinar framsýningarnar hjá Duritu Dam hava hilnast væl, og myndir hennara, sum eru akryl á lørift, kunnu lýsast sum abstraktar huglagsmyndir.
Umframt í Smiðjuni, hevur Durita Dam nakrar ferðir fingið myndir við á ólavsøkuframsýningina. Eisini hevur hon luttikið á søluframsýningum saman við øðrum.
Í smiðjuni hesaferð er dóttir Duritu, Ragnhild Dam, eisini sloppin upp í part við nøkrum av sínum verkum, so sum tush-tekningum og hondsmíðaðum smúkkum úr silvuri.
Framsýningin í Smiðjuni læt upp fríggjadagin 16. november og heldur fram til og við mikudagin 21. november 2012.
Opið er:
Gerandisdagarnar kl. 12-18
Leygardagin kl. 10-16
Sunnudagin kl. 14-18